Lýsing

Skulu bankarnir stýra fólkinum ella øvugt ?

Hvat er kostnaðurin at byggja sær eini nýggj hús við grundstykki í dag ?

Eftir at hava spurt meg fyri hjá byggifyritøkum og teimum, ið ætla at seta búgv, so liggur meðalprísurin á áleið kr. 3.500.000, ið er sera nógv, men hetta er nokk tann prísurin ein má gjalda, um dreymurin at byggja sær sítt egna skal gerast veruleiki.

Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygd sum í høvuðsstaðnum. Á bygd kanst tú fáa eitt lán beint omanfyri kr. 2.000.000, meðan tú kanst fáa tað dupulta í miðstaðnum, so hetta hevur tær fylgjur við sær, at ein familja nærum ongan møguleika hevur at byggja sær nýggj hús á bygd.

Vit mugu taka eina støðu hesum viðvíkjandi. Vilja vit hava eitt samfelag har øll búgva í miðstaðnum, ella vilja vit hava tær fjølbroyttu Føroyar vit hava í dag, har fólk búsetast á øllum oyggjunum. Sjálvur hevði eg valt tað fjølbroytta samfelagið, har tað er hugurin hjá fólkinum sjálvum at velja hvar tey vilja búgva, ístaðin fyri at tað eru bankarnir, sum avgera hetta fyri fólkið.

Vit kunnu við eini nýggjari kós broyta hetta, um vit ikki fáa tað broytt hjá núverandi bankum. Landið eigur Húsalánsgrunnin og Realin, ið báðir kunnu læna pengar út til privat fólk, um viðtøkurnar hjá hesum feløgum verða broyttar. Tað kundi verið upplagt, at hesi feløg saman við t.d. tryggingarfelagnum LÍV fóru á marknaðin við føroyskum realkredittlánum ístaðin fyri donskum, so okkara uppsparingar ikki fóru til at fíggja danska húsamarknaðin, men fóru til at fíggja tann føroyska húsamarknaðin.

Somuleiðis kundu hesi feløg verið við til at skapa størri og fjølbroyttari møguleikar innan bústaðarmarknaðin t.d. lutaíbúðir og leiguíbúðir hjá teimum sum ynskja at leiga framum at eiga.

Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad