Lýsing

Saman minka vit skuld landsins 800 mió. afturat

Í dag er ein serstakur dagur fyri føroyska búskapin, og harvið fyri okkara samfelag og okkum øll. Tí í dag minka vit skuld landsins við 800 mió. kr. afturat. Vit settu okkum fyri, at fremja ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk – at hava avlop á hvørjum ári, at økja uppsparing í Búskapargrunni Føroya, og at minka skuld landsins. Saman hava vit rokkið hesum málum. Tilsamans hevur landskassin havt avlop á 1 milliard fyrstu 3 árini í hesum valskeiðnum, og vænta vit hartil omanfyri 500 mió. kr. í avlopi í ár. Hetta ger tað nú møguligt at minka landsins skuld munandi, samstundis sum meira verður uppspart.
Til samanberingar hevði landskassin hall øll árini í undanfarna valskeiði, á samanlagt meira enn eina milliard.


Uppsparing landsins økt 1,5 milliard

Stóru avlopini hjá landskassanum árini 2016-2018 hava bjálvað landið fíggjarliga, og økt uppsparingina munandi.

Tá landsstýrið og samgongan tóku við á heysti 2015, var uppsparingin (gjaldførið) hjá landskassanum 2,25 milliardir.
Um hálvan juni í ár var tøka uppsparingin heilar 3,7 millardir.

Ein øking í uppsparingini á 1,5 milliard.

Hetta ger tað møguligt at lækka skuld landsins munandi í dag.


Tryggja uppsparing á minst 15% av BTÚ

Til ber tó ikki, at lækka skuldina við allari tí upphædd, ið landskassin hevur økt uppsparingina, tí vit skulu støðugt tryggja, at landskassin hevur tøkt gjaldføri og uppsparing svarandi til í minsta lagi 15% av BTÚ.

Og tá okkara búskapur veksur, og harvið eisini okkara BTÚ, krevur tað, at landskassin setir meira av til uppsparing. Tí má partur av avlopinum nýtast til, at økja uppsparingina.

Tá samgongan tók við á heysti 2015, var kravda minstagjaldførið á 15% av BTÚ 2,15 milliardir.
Nú í juni 2019 er hetta 2,83 millardir.

Ein øking av kravda gjaldførinum hjá landinum á um 700 mió. kr. eftir 4 árum, tí at okkara búskapur og okkara BTÚ eru vorðin størri.


Landskassaskuldin minkað 1,5 milliard

Men stóru avlopini og økta uppsparingin gera, at vit kunnu minka skuldina munandi, samstundis sum vit framhaldandi hava stóra uppsparing.

Tá samgongan tók við á heysti 2015, var landskassaskuldin 5,2 milliardir.
Nú 20. juni 2019 verður landskassaskuldin 3,7 milliardir.

Ein minking á 1,5 milliard. Hetta er ein minking á 29%.

Av hesum hava vit minkað skuldina 1 milliard við avlopinum hjá landskassanum, meðan 0,5 milliard av skuld fall burtur í 2018, sambært avtalu.


Uppspart hálva milliard í Búskapargrunninum

Samstundis er uppsparingin í Búskapargrunni Føroya økt ár um ár.

Tá samgongan tók við á heysti 2015, var innistandandi í Búskapargrunninum 0 kr.

Eftir fyrstu 3 árini í samgonguskeiðnum, er innistandandi í Búskapargrunninum 453 mió.

Og tá árið í ár er av, væntast innistandandi í Búskapargrunninum at verða væl meira enn 500 mió. Væntandi einar 6-700 mió. Henda upphædd og uppsparing telur eisini við í landsins gjaldføri.


Nettoskuld landskassans minkað við 2 milliardum

Samanlagt er nettoskuld landskassans – tað er skuld minus uppsparing – søguliga lág.

Landskassin hevur í dag skuld á 3,7 milliard, og uppsparing á 2,9 milliard.
Nettoskuldin er sostatt bert 0,8 milliard.
Fyri 4 árum síðan var nettoskuldin 2,8 milliardir.

Hetta er ein minking av nettoskuldini við meira enn 2 milliardum frá 2015 til í dag.


Hava bjálvað okkara samfelag til komandi tíðir

Tað er bæði gott og gleðiligt, at vit í dag minka skuld okkara við 800 mió. kr. afturat. Tí vit vita øll, at eftir góðar tíðir koma minni góðar tíðir. Vit skulu tí gera tað vit kunnu, fyri at bjálva samfelagið og landskassan, og at minka skuld, nú tíðirnar eru góðar.

Vit kunnu tí øll fegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll 4 árini í valskeiðnum, tí hetta hevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldina munandi.

Úrslitið er, at vit í dag eru millum tey lond, ið hava lægst skuld. Hetta ger okkum fíggjarliga sterk, til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – og hetta styrkir okkara vælferðarsamfelag nú og frameftir.

Vóni at vit saman fáa møguleika fyri, at halda áfram við, at gera okkara samfelag enn betri, tryggari og sjálvbjargnari – eisini eftir komandi løgtingsval.


20. juni 2019

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad