Lýsing

Viðkenslan

Syndarliga støðan á Sandoynni nívir mítt hjarta. Eg skilji væl borgarstjóran í Skopun, Gerhard Lognberg tá hann glepsar eftir tí politisku skipanini og pørtum av vinnulívinum.

Í 2010 var Vestmanna í somu støðu sum Skopun er nú, tá fiskavirki í bygdini stongdi. Áleið 150 fólk, ið vóru knýtt at virkinum, stóðu brádliga uttan arbeiði, skattainntøkurnar í kommununi minkaðu nógv og óttin hjá fólki, ið stóðu á berum var stórur.

Hetta er óiva sami ótti ið Sandoyingar kenna í hesum døgum. Ein av grundarsteinunum í útjaðaranum í Føroyum er enn fiski- og flakavinnan. Men tíverri hevur politiska skipanin ikki verið nóg at sær komin, til at gera nakað munargott fyri at hendan vinnan kann verða staðsett í øllum økjum í landinum. Vit síggja í dag, at nærum øll fiskiloyvið í Føroyum eru samlaði í fýra feløgum, og førir hetta við sær, at fiskivinnan verður miðsavnað í fáum støðum í landinum, tí detta partar av útjaðaranum niður ímillum.

Í øðrum fiskivinnutjóðum kring okkum, hevur man tikið tað støðu, at fiskivinnan skal verða í øllum pørtum av landinum. Hetta hevur man roynt at fingið inn í nýggju fiskivinnunýskipanina, men hetta hevur ikki eydnast í nóg stóran mun.

Lat okkum uttan klandur og óansæð politiskan lit finna ein vilja til at staðfesta, at øll øki í Føroyum skulu hava lut í okkara stóra fiskivinnu ríkidømi, so øll kenna seg sum part av ogn Føroya fólks.

Eg brenni fyri, at vit fáa eitt javnari samfelag, har øll hava atkomu til tilfeingi, eisini Sandoyingar.

Pauli Trond Petersen

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad