Lýsing

Onki rennur upp úr turrum !

Vit hava bara nøkur rættindi, tí at onkur hevur stríðst fyri teimum.

Øll stríð fyri rættindum vera møtt við tí sama. Fyrst er tað mótstøða. Hørð mótstøða. Tá ið tað so ikki bítur á, tekur mótparturin nýggjan framferðarhátt í nýtslu. Tá koma útsøgnirnar um, at tit kunnu fáa rættindi, tá ið tit eru klár. Tit kunnu fáa eitt sindur, ikki alt í senn, og áttu tit ikki at fyrireika tykkum betur ? Og hví skulu tit hava rættindi, er tað ikki gott nokk, sum er. Vit kunnu hjálpa tykkum, vit hava royndirnar, og vit vita, hvat tænir tykkum best.

Tá ið rættindastríðini seinni vera vunnin, tí tað vera tey, tá vilja øll eiga lut í teimum.

Søgan hevur lært okkum hetta. Hyggja vit at stríðnum fyri kvinnurættindum sum til dømis rætt hjá kvinnum at velja og rætt til líka løn, so var mótstøða. Sama ger seg galdandi fyri rættindastríðum á arbeiðsmarknaðinum. Og somu grundgevingar vóru brúktar, tá ið hjúnabandsmálið var til umrøðu.

Soleiðis hevur eisini verið í øllum tjóðskaparstríðnum. Miðvísa arbeiðið at vinna okkara Merkið viðurkenning er talandi dømi um tað, eins og alt málstríðið eisini var tað. Og soleiðis hevur verið í øllum fetum, sum vit hava tikið fyri at byggja land og skapa líkinda livikor kring landið alt.

Hvør vil missa vunnin rættindi aftur ? Neyvan nakar. 
Vilja vit bakka aftur í flaggstríðnum og í málstríðnum ? Tað kann eg ikki ímynda mær. 
Vilja vit aftur til, at kvinnur ikki kundu atkvøða og ikki fingu somu løn sum menn ? Nei.
Vilja vit bakka aftur í øllum tí, vit hava yvirtikið ábyrgd av og sum bara hevur ment okkum sum tjóð ? Nei, neyvan vil nakar tað.

Tí er stríðið fyri rættindum áhaldandi. Um tað snýr seg um tjóðarrættindi ella persónsrættindi, sum í veruleikanum eru tvær síður av somu søk, so verður tað altíð eitt aðalmál hjá okkum í Tjóðveldi at virka fyri hesum, tí vit hava frælsið sum skjaldrarmerki. Tað er tað alt snýr seg um, og tað er tað, sum sprettur úr okkara hjørtum.

Hesum fara vit at virka fyri á danatingi eins og á Løgtingi. Og vit vita, sum er, at tað krevur hart arbeiði. Tí onki rennur upp úr turrum.

Ein tjóðskaparrødd á fólkating er tí alneyðug, tí hvørki rættindastríð ella frælsisstríðið er av.

X við E – X við Sirið

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad