Lýsing

TÚ OG E Á FÓLKATING


Tú kanst avgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einasta atkvøða er avgerandi. Hóast mong ivast í fólkatingsvalinum og týdninginum av hesum, so standa avgerandi ár nú fyri framman. Tað hevur tí størri týdning nú enn nakrantíð, at vit velja umboð, ið vilja einar sjálvbjargnar Føroyar, á Fólkating. Bjóði meg tí fram at umboða teg á Fólkatingi. Hesum fara vit at arbeiða fyri:

Føroyingar røkja best føroysk áhugamál
Sjálvandi røkja føroyingar best áhugamál føroyinga. Hóast hetta so lata føroyingar í dag stóran part av lóggávu Føroya til danska Fólkatingið at taka støðu til. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, dómstólar og løgregla eru millum málini, ið enn eru á donskum hondum. Vit gera tað vit kunnu fyri at fáa avgerðarrættin fult og heilt úr Fólkatinginum og heim til Løgtingið og føroyingar. Avgerðin um hetta skal tó sjálvandi takast á Løgtingi, men á Fólkatingi skal fólkatingsumboðið støðugt vera á varðhaldi fyri, at avgerðarrætturin hjá føroyingum ikki minkar, og at øll mál, ið hava týdning fyri Føroyar verða avgjørd av Løgtinginum.  

Ikki inn í ES umvegis danska bakdyr
Danmark flytir alsamt størri part av avgerðarrætti sínum til ES, og fer eisini komandi árini at flyta alsamt meira vald og fleiri avgerðir til ES innan øki, ið hava týdning fyri okkum. Tí verða eisini vit í alsamt størri mun innslúsað í ES umvegis danska bakdyr. Hetta skal steðgast. Vit skulu sjálvandi tryggja, at ongin lóggáva, ES-regla ella uttanríkispolitisk avgerð verður sett í gildi í Føroyum uttan at føroyingar hava samtykt hetta. Nú Brexit stendur fyri framman, og tað í hesum sambandi skulu gerast nógvar nýggjar avtalur, verður í enn størri mun neyðugt at vera á varðhaldi komandi árini.

Føroyar eru ikki til sølu  
Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Fyri hvønn íbúgva helst tað ríkasta – um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar sum møguligt heim til Føroya, ella til hækking av blokkinum. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós. Vit skulu sjálvandi heldur virka fyri, at vit í Føroyum til fulnar gagnnýta alt okkara stóra tilfeingi, menna okkara vælferðarsamfelag og framhaldandi fremja ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.

Fullan limaskap í altjóða samfelagnum
Har liggja ómetaliga stórir ótroyttir møguleikar og bíða eftir okkum á altjóða pallinum – eitt nú við føroyskum limaskapi í EFTA (fríhandilssáttmálar við 35-40 lond og fría atgongd til ES-marknaðin), Arktiska Ráðnum, Sameindu Tjóðum, Olympiska felagsskapinum IOC, Norðurlandaráðnum, WTO o.s.fr. Tá vit gerast sjálvstøðugt land vilja allar dyr latast upp altjóða, men so leingi vit ikki hava rokkið hesum máli, skulu vit stríðast fyri, at vinna Føroyum so stór rættindi og so nógvar møguleikar í altjóða samfelagnum, sum møguligt – bæði í Føroyum og á Fólkatingi. Tí sjálvandi skulu vit røkja áhugamálini hjá føroyingum í øllum altjóða felagsskapum, og sjálvandi skulu føroysk ítróttarfólk kunna luttaka vegna Føroyar og undir Merkinum til allar altjóða kappingar.

Reyð, blá og hvít á Fólkatingi
Vit fara ikki at gerast partur av donskum flokki á Fólkatingi, so sum flestu av hinum flokkunum ætla sær. Tí vit vilja burturav røkja áhugamál Føroya og føroyinga á Fólkatingi. Vit fara tí heldur ikki at binda okkum at “reyðum ella bláum” bólki á Fólkatingi. Vit velja heldur at vera “reyð, blá og hvít” á Fólkatingi.
Vit vilja eisini tryggja, at okkara umboð hevur ein sess í senn, soleiðis at starvið á Fólkatingi verður røkt til fulnar.

Tjóðskaparumboð – ikki tvey sambandsumboð
Latið okkum øll standa saman um, at velja Tjóðveldi á Fólkating. Tí spjaðast tjóðskaparatkvøðurnar á fleiri flokkar er skjótt, at Føroyar verða umboðaðar við tveimum sambandsumboðum á Fólkatingi. Hetta umboðar ikki føroyingar sum heild, og vil ikki stuðla undir, at vit koma framá á tí sjálvbjargniskós, sum vit eru á. Vit eru nærri málinum nú enn nakrantíð. Búskaparliga. Vinnuliga. Fyrisitingarliga. Samfelagsliga. Nú manglar bert støðutakanin hjá Føroya fólki.

4 avgerandi ár fyri framman
Avgerandi ár standa tí fyri framman. Komandi 4 árini heimtaka vit seinastu málsøkini, eitt nú løgreglu og rættarskipan Føroya. Hetta eru avgerðir, ið sjálvandi skulu takast í Føroyum – men fremjast í verki í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tað hevur tí størri týdning nú enn nakrantíð, at vit hava eitt umboð á Fólkatingi, ið vil stuðla undir hesi sjálvbjargnistilgongd.

Tín atkvøða er avgerandi!

Men skal hetta eydnast er neyðugt við tínum stuðli.

Hvør einasta atkvøða verður avgerandi. Tín atkvøða verður avgerandi.

Latið okkum fara saman – tú og E – á Fólkating.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad