RÆTTIN TIL SJÁLV AT GERA AV FRAMTÍÐ OKKARA!

Valið til Fólkatingið 2019 fer í søgubøkurnar sum tað valið, har danska yvirvøldin setti øll segl til, fyri at styrkja vald sítt yvir oyggjum okkara. Av hægstu rók løgdu bæði forsætisráðharrin og forkvinnan í Fólkatinginum seg beint útí føroyska valstríðið. Tey vilja vinna mist land aftur!

Hin fyrri við at koma til Føroyar og agitera, hin seinna við at senda øllum ungum í Føroyum, sum skulu velja fyrtu ferð, eina heilsan við persónligari undirskrift í postkassan – heilt fáar dagar fyri valið. At hesi bæði fremstu umboðini fyri danska valdið, hava lagt sítt visittkort í hvørt einasta heim í Føroyum, beint uppundir 5.juni, er alt annað enn tilvild.

Skulu vit so ikki bara yppa øksl og siga, hvat so? Nei! Tí endamálið er heilt uttan innballing at strika undir, hvør tað er, sum í seinasta enda hevur buktina og báðar endarnar. Og hvønn tað er, hesi bæði ynskja sær á Fólkating – nevniliga tvey borgarlig umboð, sum ikki eru ov íðin at tala søk føroyinga, men eru yvirpragmatiskar røddir, sum í seinasta enda halda tað vera í lagið, at danir eiga seinasta orðið, tá um ræður okkara rættindi og ikki minst uttanríkisviðurskifti.

Standið saman!

Føroyingar mugu standa saman um eina rødd, sum áhaldandi og hvønn einasta dag á Fólkatingi fer at stríðast fyri, at tað vald, føroyingar gjøgnum ættarlið hava vunnið sær, ikki verður mist. Men tvørturímóti, at hvør dagur verður brúktur til at taka við størri ábyrgd, og til at flyta seinastu málsøkini heim.

Uttan mun til, um tú annars stuðlar Tjóðveldi, so er okkara rødd í løtuni hin einasta av teimum, sum hava møguleika at koma á Fólkating, sum er til reiðar at fara allan vegin og í øllum lutum arbeiða miðvíst fyri, at flyta øll rættindi føroyinga higar, tey hoyra heima, nevniliga heim til Føroyar.

Vit hava sett okkum sera greið mál fyri arbeiðið á Fólkatingi, og hesum fari eg at arbeiða miðvíst fyri:

  • Alla tíðina at vera á varðhaldi, tá mál, ið viðvíðkja okkum, verða viðgjørd og samtykt.
  • Áhaldandi og alla tíðina at halda fast við, at rættin til at avgera framtíð okkara, liggur hjá Føroya fólki, og onga aðrastaðni. Tí fer Tjóðveldi uttan himpr at krevja, at sjálvsavgerðarrættur føroyinga verður fráboðaður ST.
  • Arbeiða fyri at vinna Føroyum limaskap í altjóða nevndum og føra ein virknan miðvísan uttanríkispolitikk.
  • Dagliga at virka fyri styrktum fólkaræði úti og heima, og fyri at taka altjóða ábyrgd.
  • leggja dygga orku í altjoða samstarv um Heimsmálini, og eina umhvørvisvinarliga kós og grøna framtíð.

Vit fara at vera ein virðilig rødd, sum í øllum lutum virkar fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, við javnsettum samstarvi við Danmark og onnur lond.

Standið saman um eina frælsa rødd á danatingi!

X við E – og gott val!

Bjørt Samuelsen

valevni til Fólkatingið

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad