Lýsing

Hólmgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Reinsarínum

Mánakvøldið klokkan 19:30 bresta Tjóðveldi og Sambandsflokkurin í hólmgongu í Reinsarínum.

Ikki minni enn tríggjar hólmgongur verða hetta kvøldið, har valevni hjá Sambandsflokkinum dystast móti valevnum hjá Tjóðveldi.

Hólmgongurnar verða hesar:

  1. Hólmgonga millum Annitu á Fríðriksmørk og Eyðdis Hartmann Niclasen um hvat Fólkatingssessurin kann og skal nýtast til
  2. Hólmgonga millum Magna Arge og Kaj Leo Holm Johannesen um uttanríkispolitikk
  3. Hólmgonga millum Bjørt Samuelsen og Helga Abrahamsen um ríkisveitingina

Hvørt umfarið verður umleið 15-20 minuttir til longdar, ella so leingi kjakið gongur heitt.

Vælkomin á ein góðan klassiskan veljarafund, har lagt verður upp til at flenna og klappa og har tað er loyvi at tutla og klirra við gløsum.

Væl møtt!

Deil hesa grein umvegis
468 ad