Lýsing

Ársins sjálvmál?

Minnist meg rætt, var tað til løgtingsvalið í 1966, at Sambandsflokkurin í Norðoyggjum helt seg hava so veika umboðan, at hildið varð at vera neyðugt at fáa ein sambandspolitikara úr Havn at bera fram floksins sjónarmið til endaliga valfundin í Atlantis bio.

Eg gloymi ikki huglagið í hølunum hetta kvøldið – og heldur ikki speisku viðmerkingarnar frá fremstu umboðunum hjá hinum flokkunum: Hákuni Djurhuus fyri lista A, Poul Jacob Olsen fyri lista C, Sámali Petersen fyri lista D og Jóhan Simonsen fyri lista E.

Tá ið talt varð upp, fekk Sambandsflokkurin um 10% í Klaksvík til hetta valið.

Henda hending rann fram fyri meg, nú danski forsætisráðharrin við skund kom til Føroya at reka fyri teir báðar borgarligu flokkarnar, sum stilla upp til fólkatingsvalið sjálvan grundlógardagin.

Lars Løkke Rasmussen var so nasadjarvur, at hann – eisini í sjónvarpi okkara – helt uppá, at hann var forsætisráðharri fyri Føroyar.

Og einki miðlafólk spurdi, hvat ið hann meinti við.

Eftir stendur so tann veruleiki, at maðurin metir Føroyar javnt við oyggjar sum Samsø, Ærø, Langeland og Bornholm.

Hann loyvir sær at “gloyma”, at føroyingar eru ein tjóð, sum velur egið løgting, hvørs meiriluti skipar eitt landsstýri við løgmanni og landsstýrisfólkum, sum hava ráðharraábyrgd. Sjálvur luttekur hann á hvørjum ári, sum danir siga “á jøvnum føti”, á ríkisfundi við grønlendska landsstýrisformannin og føroyska løgmannin. Men tá ið fólkatingsval er fyri framman, er hann forsætisráðharri fyri Føroyar og Grønland.

Er maðurin í ørviti? Ella er tað bara tað, at viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar eru ein fløkja, sum má greiðast?

Nú ið stundar til fólkatingsval, kunnu vit vera vís í, at frá danskari síðu er alt væl pallsett – einki er tilvild: Veljast skal danska grundlógardagin. Løkke kemur til Føroya at staðfesta sína støðu sum føroyskur forsætisráðharri. Hansara hátign, krúnprinsurin skipar fyri “Royal Run” í Klaksvík.

Sjálvur vaks eg upp í Klaksvík í fimmtiárunum.

Hevði nakar sagt teimum klaksvíkingum, sum tá myndaðu bygdarlívið í hesi vøkru “Norðoya móður”, at eftirkomarar teirra savnaðu saman 4000 fólk at renna saman við einum donskum krúnprinsi á hjólhesti – so høvdu teir rist við høvdinum og lagt dýran við, at hetta fór ongantíð at henda – jú, í Havn – kanska!

Men millum Klakk og Kjøl? – so aldri, ongantíð!

Árni Dahl

Deil hesa grein umvegis
468 ad