Lýsing

FRÆLSI ER FORTREYTIN FYRI FELAGSSKAPI

Tað ber ikki til at tosa um fleirtjóða felagsskapir, uttan at partarnir í felagsskapinum í útgangsstøðinum eru javnsettar, frælsar tjóðir.

Danmark er eitt ríki, og í hesum ríkinum er eitt fullveldi – Danmark – og tvey lond við avmarkaðum sjálvræði, Føroyar og Grønland, men talan er ikki um nakran ríkisfelagsskap. Tí partarnir eru ikki javnsettir. Ríkisfelagsskapurin er eitt av dønum konstruerað og heimagjørt hugtak. Í ríkinum er eittans yvirvald, og tað er í Danmark. Lat ongan iva vera um tað.

Danmark er hinvegin í einum ríkjafelagsskapi; nevniliga í einum sjálvvaldum felagsskapi við 27 onnur evropeisk lond: Evropeiska Samveldið, ES.

Føroyar kunnu eisini skipa seg í ríkjafelagsskap við onnur lond, Danmark íroknað, um fólkið vil tað. Fyrsta fyritreytin fyri hesum er tó, at vit taka okkum fullkomið tjóðarfrælsi, soleiðis at tað yvirhøvur skal bera til at fara í nakran felagsskap sum javnbjóðis partur.

Tí má Føroya fólk taka valdið heim úr Danmark. Tí er E einasta rætta valið mikudagin.

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad