Lýsing

Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta…

So fingu vit enn eitt prógv um, at virðilig viðurskifti og javnbjóðis treytir valda ikki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og hjá okkum sum tjóð.

“Kom og hitt forsætisráðharran í Østrøm”, stendur í lýsing á føroysku netmiðlunum. Avsendarin er danski flokkurin Venstre – bróðurflokkur Sambandsfloksins.

Mín góði vinur, Lars Løkke Rasmussen, er altíð vælkomin til Føroya. Nú velur hann at koma til Føroya sum danskur forsætisráðharri til tess at leggja seg út í eitt føroyskt val. Í eitt val millum føroysku flokkarnar, sum fólkið í Føroyum skal gera av. Tað er so hansara val.

Danska valdið leggur seg við hesum beinleiðis út í føroyskan politikk og vil senda tann greiða boðskap, at føroyingar skulu velja tvær sambandsrøddir á danating 5. juni.

Fult álit havi eg á, at vit, fólkið í Føroyum, eru samd, at hetta er ein bæði óvirðilig og margháttlig støða. Ja, hon spolar okkum langt aftur í fortíðina. Hon høggur í stein fyri okkum, hvussu støðan hevði verið, um vit ikki høvdu havt eina so áhaldandi og treysta tjóðskaparrørslu, sum hóast øgiliga mótstøðu hevur vunnið og framt so mong brøgd, at vit eru til reiðar at taka seinastu fetini til einar frælsar og sjálvstøðugar Føroyar.

Var ongin tjóðskapar- og loysingarrørsla í føroyska fólkinum, og høvdu sambandsflokkarnir fingið sín vilja, so høvdu danskir ráðharrar og politikarar kanska komið til Region Føroyar nakrar ferðir í einum donskum valskeiði at søkja sær stuðul at taka avgerðir vegna okkum og okkara framtíð í einum donskum vali – eins og tá ið teir fara til Langeland ella Læsø á vitjan upp undir eitt val. Har kundu vit sum íbúgvar í einum útjaðara av danska ríkinum roynt at biðið um ymsar tænastur ella pening.

Vit kunnu sjálvandi velja at vevja okkum aftur í fortíðina og máttloysispolitikkin.

Men vit kunnu eisini velja framtíðina, stoltleikan og visjónirnar hjá tjóðskaparrørsluni í Føroyum, sum kunnu hoyrast um allan heim. Tað er tað, sum hevur borið okkum fram í øllum lutum. Har vit ikki vilja gera okkum til útjaðara í einum øðrum ríki, men vilja vera egin tjóð í miðdeplinum í Norðuratlantshavi við sínum óteljandi møguleikum og virðum í heiminum.

Gera vit tað, so velja vit at koma burturúr hesum fortíðarinnar leiki og óvirðiligu støðu. Tá verður støðan hon, at vit um skamma stund – saman og virðiliga – kunnu taka ímóti einum donskum forsætisráðharra í Føroyum, sum kemur á statsvitjan millum tvær sjálvstøðugar tjóðir. Har okkara egni forsætisráðharri tekur ímóti. Har tað persónliga vinasamband vit hava, eisini er gjørt til eitt virðiligt vinasamband millum tvær javnsettar brøðratjóðir.

Har vit standa saman í Føroyum um okkara tjóðarrættindi og okkara beinleiðis samstarv við bæði Danmark og allar heimsins tjóðir.

Ímyndið tykkum megina og virðið í tí. Og tað er hendan stolta og fólkaræðisliga boðskapin vit kunnu senda til Danmarkar og til allan heim á teimum valum, ið nú standa fyri framman.

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad