Løkke til Føroya at stríðast fyri sambandskreftunum
Sambandsfólk, sum
jú eru ógvuliga væl umboðað í øllum flokkum uttan Tjóðveldi, plaga at harta
tjóðveldisfólk fyri at reka fullveldisstríð á danatingi. Tað stríðið skal
takast í Føroyum, siga tey, og halda seg tá hava sagt ein sjálvsagdan
sannleika, sum tippir alt og øll. Sjálvt um uppáhaldið er tað reina møsn. Tí fullveldisstríðið
skal sjálvsagt standa á øllum vígvøllum, sum fullveldisfólk sleppa á, og tá
serliga á teimum vígvøllum, har mótparturin av øllum alvi verjir sítt vald yvir
føroyska fólkinum. Tað er ein sjálvsagdur sannleiki.
Og Løkke tykist halda tað sama, tó at politiska málið er tað øvugta, nú hann
kemur til Føroya í einari desperatari roynd at bjarga onkrum petti í einum
hugsaðum parlamentariskum grundarlagi fyri framhaldandi donskum stjórnarvaldi
eftir fólkatingsvali.
Munurin er bara, at Tjóðveldi, í tann mun tað slepst undan tí, hvørki hevur hug
ella ætlar sær at leggja seg beinleiðis út í danskan innanríkispolitikk.
Danski forsætisráðharrin kemur hinvegin higar fyri beinleiðis at leggja seg út
í føroyska valstríðið og føroyskan politikk. Tað er hansara søk, hann skal vera
vælkomin.
Eg havi álit á, at føroyskir veljarar duga so frægt á at skyna, at teir ikki lata seg tøla av hesi valherferðini í Føroyum, sum danski stjórnarleiðarin er farin undir.
Besta og einasta rætta svarið er at velja E grundlógardagin danska.
Ingolf S. Olsen
Fólkatingsvalevni