Lýsing

Grøn felags altjóða kós á Fólkatingi

Vit vilja á Fólkatingi leggja dygga orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarliga og grøna framtíð. Vit vilja taka Heimsmálini hjá ST í størsta álvara, og í góðum samstarvi virka fyri at røkka teimum. Heima sum úti.

Tað er gleðiligt, at umhvørvið og grøna orkuskiftið loksins eru komið ovast á breddan í flestu londum kring okkum og aðrastaðni í heiminum við. Vónandi verður tað eisini so her heima, til løgtingsvalið komandi! Tað hevur tikið ár, alt ov mong ár. Men taka vit ES-valið, sum júst er lagt afturum, so hava eitt fleirtal av flokkunum í Evropa vundið grøna flaggið í húnar hátt, og sett veðurlagsbroytingar og grøna orku á dagsskránna. Tað kann vera ilt at trúgva politikarum og skilja ímillum heita luft og veruligan vilja, men eg ivist als ikki í, at hetta kemur at flyta nógv. Føroyar bæði kunnu og skulu vera við.

Fólkatingssessurin er ein av fleiri altjóða pallum, har vit skulu prógva, at vit í tøttum samstarvi við onnur lond fylgja grønu kósini, og gjøgnumføra tað paradigmuskiftið, sum skal til, fyri at heimurin av álvara kann taka annað skinn um bak.

Í mun til Heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum, tosa vit her um mál 7 um burðardygga orku, mál 12 um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu, mál 13 um veðurlagspolitikk, málini 14 og 15 um burðardygd og vernd av margfeldi á landi og sjógvi, og ikki minst mál 17, ið snýr seg um samstarv um Heimsmálini. Føroyar hava nógv at bjóða og kunnu ganga á odda í fleiri av hesum málum, hava vit ein felags vilja.

Spurningurin um at sleppa oljuni og leggja um til eitt samfelag, sum burturav er rikið við grønari orku, er sjálvandi eitt mál, ið skal setast fremst í okkara egnu tjóðartingum – í okkara føri Løgtinginum. Flokkarnir her heima mugu taka støðu til spurningin, og mugu allir sum ein taka nógv djarvari og álvarsamari avgerðir enn higartil. Feel-good átøk og annars vera um tað lagið at gera, sum vit plaga, førir heilt einfalt ov stutt. Kósin er langt síðani løgd. Tey tyngstu tøkini standa fyri framman.

Men skulu vit veruliga steðga veðurlagsbroytingunum, og gerast neutral í mun til CO2 útlát, so er talan um eina felags altjóða uppgávu. At sleppa oljuni, tí vit hava burðardygga grøna orku at seta í staðin, krevur tætt samstarv umframt felags menning og býti av tøkni, vitan og royndum. Føroyar eru áhugaverdur samstarvspartnari her.  

Vit standa mitt í einum grundleggjandi mynsturlopi. Gamlar fyrimyndir og hugsanarhættir mugu blakast burtur, og nýggj setast í staðin. Tá vit tosa um vøkstur, vinning og framburð, skal náttúran og umhvørvisvernd vera á vágskálini. Altíð. Og veruligi prísurin skal vera sjónligur. 

Tjóðveldi ger í valskrá síni til Fólkatingsvalið greitt, at Føroyar eiga at vera sjónligar í heiminum, tá um fólkaræði, mannarættindini og sjálvsavgerðarrætt ræður. Og at vit eiga at virka fyri burðardyggu heimsmálunum bæði heima og úti í heimi – og her er fólkatingssessurin ein týdningarmikil pallur. Á Fólkatingi vil Tjóðveldi leggja nógva orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarliga felags kós og eina grøna framtíð.

Við grønari kós, er framtíðin bjørt!

Bjørt Samuelsen

Valevni til Fólkatingið

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad