Lýsing

Sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja

Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti í Katalonia, er júst valdur í ES parlamentið. Hann verður harvið eitt av umboðunum, sum vald eru í Spania. Hartil er formaðurin fyri størsta fullveldisflokkin í Katalonia eisini valdur. Hetta er ein stórur sigur fyri tjóðskaparrørsluna í Katalonia. Men hetta kann eisini vísa seg at verða ein sigur fyri føroyingar, og sum heild fyri tjóðir, so sum tær í Skotlandi og Føroyum, ið krevja sjálvsavgerðarrætt – rættin til sjálvar at avgera ríkisrættarligu støðu sína. Tí Carles Puigdemont fer ikki bert at stríðast fyri sjálvsavgerðarrættinum hjá katalanum, men hjá tjóðum í Europa sum heild. Hetta umrøddu vit á vitjan hansara í Føroyum í oktober í fjør, og aftur tá eg síðan havi verið á vitjan hjá honum í Brússel. Hetta kann fáa týdning fyri okkum í nærmastu framtíð.

Danska stjórnin noktar føroyingum sjálvsavgerðarrætt

Tí sjálvsavgerðarrætturin skal als ikki takast fyri givið. Tað er ikki uttan orsøk, at Danmark noktar at fráboða Sameindu Tjóðum (ST), at føroyingar hava ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða fólkarætti. Orsøkin er, at um Danmark ikki fráboðar hetta til ST, kunnu tey forða fyri altjóða viðurkenning av Føroyum sum sjálvstøðugt land, sjálvt aftaná tann dag, tá ein meiriluti atkvøður fyri, at føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð.

Altjóða er sjálvsavgerðarrætturin undir trýsti

Seinastu árini hevur sjálvsavgerðarrætturin hjá tjóðum verið undir vaksandi trýsti. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at stóru londini eru undir trýsti av fleiri orsøkum, og vilja varðveita valdið tey hava. Ein av fleiri tjóðum í Europa, sum ikki fær møguleikan at avgera framtíð teirra í løtuni, er tann katalanska. Eisini ynskir Skotland eina nýggja fólkaatkvøðu, og hevur Nicola Sturgeon, forsætisráðfrú í Skotlandi, fráboðað, at fólkaatkvøða verður um Skotland skal gerast sjálvstøðugt land, í seinasta lagi í 2020. Enn er tó ikki víst, um bretska stjórnin fer at góðtaka hetta. Og Føroyar standa eisini á gáttini til fólkaatkvøður. Bæði um nýggja grundlóg/stjórnarskipan, og um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og harvið umskipa ríkisfelagsskapin til ein veruligan felagsskap millum sjálvstøðug lond.

Vit krevja fráboðan til ST

Tað er og verður eitt aðalkrav – eisini á Fólkatingi – frá okkum í Tjóðveldi, at danska stjórnin skal senda fráboðan til ST um, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða rætti. Hetta skylda vit øllum føroyingum og okkara eftirkomarum. Tí bert hetta vil tryggja, at okkara avgerð um framtíðarstøðu Føroya verður vird og altjóða viðurkend. Og hóast hetta kann tykjast at vera ein sjálvfylgja fyri mong, tí danskir politikarar munnliga hava sagt, at tey fara at viðurkenna eitt úrslit av eini fólkaatkvøðu í Føroyum, so kunnu tílík lyftir ikki brúkast stórvegis, í altjóða samfelagnum, tá á stendur.

Tí má og skal sjálvsavgerðarrætturin fráboðast til ST – sum skjótast.

Tí sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad