Lýsing

Uppstillingarfundur og hugni

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur annan, og møguliga triðja, uppstillingarfund mikudagin 29. mai kl. 20 í Miðstovuni í Klaksvík.

Aftan á fundin verður hugnaløta. Prát verður um fyrireikingar fram móti valinum til Løgtingið 31. august og um politisku støðuna. Óluva Klettskarð fer at hava eitt stutt upplegg um politisku støðuna og um Fólkatingsvalið.

Nevndin fer at kunna um ætlanir fram móti Løgtingsvalinum. Øll eru sjálvandi vælkomin til at taka lut í prátinum. Eisini verður undirhald.
Møguleiki verður at fáa eini ábit og ein drekkamunn. Limagjald – lesandi og eftirlønarfólk 100 kr. / øll onnur 200 kr. – kann gjaldast á fundinum ella flytast til konto í Norðoya Sparikassa: 9865 0001002680. Møtið fjølment. Vinarliga Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag.

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad