Lýsing

Loysing kann bara fremjast á tryggum grundarlag!

Eri so sera samd við Christian Andreasen, táið hann í dag skrivar í lesarabrævið, at “loysing kann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis, at vælferðarsamfelagið kemur í vanda.” 

Loysing krevur nemliga, at man ansar eftir, at skuldin ikki veksur, men minkar.

At allar trygdarskipanir eru væl konsolideraðar.

At arbeiði er til flest allar hendur.

At potentiell fiskivinnu- og vinnulívsfólk verða eggjaði fram heldur enn køvd í føðingini. 

At vit ikki ræðast nýggjar aktørar.

At pensjónsskipanin er trygg og varandi. 

At heilsuverkið er nýmótans.  

At vit tora at taka ábyrgd og taka yvir økir. Osfr. osfr.

Ímyndið tykkum, um vit hildu fram við at lata skuldina vaksa, sum hon gjørdi fram til 2015. So hevði IMF skjótt aftur vent eyguni hendanvegin. Hjá heimsbankanum eru Føroyar ikki “Too big to fail”.  Eisini tí mugu vit politiskt arbeiða hvønn dag fyri, at vælferðarsamfelagið ikki kemur í vanda. Og til tess er ein væl konsolideraður búskapur og sjálvstøðugur og ábyrgdarfullur politikkur avgerandi. Loysing krevur nemliga samhaldsfesti og ábyrgd.

Samanborin við Hebridirnar
“Hví eru tit so langt frammanfyri okkum?” spurdu politikkararnir úr Hebridunum meg í gjárkvøldið.  Teir hava verið í Føroyum í eina viku og vitja fleiri støð fyri at fáa íblástur.

Eg royndi at verða so objektiv sum møguligt. Segði, at tað er tí, at vit hava fingið so nógv sjálvræði á flest øllum økjum. Vit hava fullveldi á fiskivinnuøkinum, aliøkinum og vinnulívinum sum heild, á ferðavinnuøkinum, á skattaøkinum og familjuøkinum.  Alt hetta gevur nógv antin nógv arbeiði ella nógvar inntøkur. Virksemi veksur. BTÚ veksur. Trivnaðurin veksur osfr.

Men tað hevur eisini alstóran týdning at fáa føroyingin at støðast og trívast, at hann hevur nakað at fara upp til hvønn einasta morgun. Og at hann hevur møguleika at hava eitt virkið mentanar- og frítíðarlív. Tí er samhaldsfesti eisini eitt av lyklaorðunum í einum væl skipaðum samfelag sum okkara. Vit hava trygdarskipanir, sum lofta teimum, sum ikki kunnu ella orka; men aðalmálið er at øll gera sítt til at taka ábyrgd av sær og sínum og geva sítt til samfelagið. 

Vit liva eisini i heimsins ríkasta heimsparti. Kappingin hjá londunum er tí stór fyri at varðveíta fólkið á og at fáa fólk at flyta til. Í løtuni sær út til, at vit sum land eru væl við í tí kappingini, men vit eiga at verða sera varin og ikki arbeiða fram eftir fummum. Vit mugu hava ein varnan fíggjarpolitikk og skynsaman búskaparpolitikk, ið bjálvar okkum til framtíðina. 

Tað royna vit eisini hvønn einasta dag. Tí “loysing kann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis at vælferðarsamfelagið kemur í vanda.”

Betri kann tað neyvan sigast!

Annita á Fríðriksmørk, valevni.   

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad