Heilsan til mentamannin Frits Johannesen á 75 ára degnum

Góði Frits. Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum og við listabókini hjá Sprotanum.

“Og hetta er kjarnan í einum samfelag, sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Við at lata, fáa vit! Og við at lata, skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagið og samanhald í felagsskapinum. Hetta Frits gjørdi er merkisvert. Og fyri slíkum gerðum veittrar Merkið.”

Havi, sum eina heilsan á degnum, klipt brot úr røðu, eg helt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á flaggdegnum 2016. Røðan hevði heitið “Merkisvert. Ein heilsan og heiður til tey, sum ríka okkum við merkisverdum gerðum.” Brotini snúgva seg um yndismálning mín og um mentamannin Frits Johannesen.

Nú vit eru stødd her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði …

“Ein dáni í, at listafólk fáa íblástur, tá bergtakandi og tignarlig fjøll møta tær, hvaðar enn eygað leitar, og hvar andin frá býarlívi og virksomnum hondum, rennur saman við friðsælari náttúru. Myndir frá ikki færri enn fýra fuglfirðingum prýða veggirnar har heima, og tað er ein greið yvirumboðan, so okkurt er, sum er serliga lokkandi her.
….

Hetta útsýnið er ikki lætt at kappast við. Og kortini hongur ein málningur í stovuni, sum altíð eydnast at fanga fremsta uppmerksemi frá gestum okkara. Ein málningur, sum fáur fer framvið uttan at geva honum gætur og jalig orð við á vegnum.
Ein selloleikandi kvinna, sitandi á toppinum á manninum í Mansgjógv uppi í Blábjørgum, við Manhattan spríkjandi úr skallabeininum, ímeðan vindeygu stórbýarins speglast í andlitinum. Háhúsini vaksa úr dreymun tónleikarans, og renna eins og fossar omaneftir fjallasíðunum, ella rættari – eru sjálvir veggirnir í gjónni. Tónleikarinnan, sum situr omanvert Fuglafjørð, við Húsafelli og Borgini í baksýni, er kortini stødd í New York. Var einaferð so heppin at ogna mær málningin á uppboðssølu hjá Javna.

Einki listaverk, ið rakar so væl tann djúpa og inniliga tokka eg havi til hetta landið, tess fjøll, tess fólk, tess tónleikarar og listafólk, tess mentan, mál og ja, gerandislív við smáum og størri. Samstundis, sum málingurin eins væl rakar henda æviga útlongsul og trongd at sleppa burtur av og á, at sleppa at uppliva aðrar mentanir, at koma burtur úr leiklutinum sum ein, ið øll kenna, og hvørva í stórbýarins vælsignandi anonymiteti, fjølbroytni og væntandi snævurskygni, sum tíverri av og á tekur hvørkratak um okkum her heima, og forðar okkum at liva fult eftir egnum huga og evnum. Tí vit óttast kollektivu fordømingina, ella ikki at vera væl við øll, ella at detta úr tapetinum og síggjast ella hoyrast ov væl – ella okkurt annað, sum flestu okkara munnu hava kent í barmi so ella so gjøgnum lívið í hesum lítla, tó stóra samfelag.
…..
Tað var ikki av tilvild, at eg tók fram eitt listaverk hjá navnframa listamanni tykkara, Frits Johannesen. Farna hóskvøld var, sum tit vita, stór uppboðssøla í Reinsaríðnum í Havn. Frits vildi lata Sprotanum av sínum skaptu verkum, sum tøkk fyri ta stóru mentanarskapan Jonhard Mikkelsen og sprotafólkini hava latið okkum øllum. Og fólk bjóðaðu sum galin. Guldu væl meira fyri listaverkini, enn tey helst annars vildu gjørt – tí tey bæði vildu ogna sær ein vakran málning, men eisini lata sítt íkast til Sprotan og til listina. Allur innkomni peningurin fer óskerdur til listafólk, so vit fara at síggja enn fleiri flottar bókapermur ballaðar um føroyskar bøkur. Og soleiðis gjørdust vit øll ríkari av góðgerð hjá einum manni.

Og hetta er kjarnan í einum samfelag, sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Við at lata fáa vit! Og við at lata, skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagið og samanhald í felagsskapinum. Hetta Frits gjørdi er merkisvert. Og fyri slíkum gerðum veittrar Merkið.”

Hjartaliga tillukku, og takk fyri alt, tú bert hesum landi og fólki, Frits. Blíðan byr frameftir!

Kærar heilsanir

Bjørt

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad