Lýsing

Hevur sambandið sæð ljósið um uttanríkispolitisku (ó)heimildarlógina?

Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni

Óvæntað og gleðiligt, at nú viðgongur sjálvt formaðurin í Sambandsflokkinum, at uttanríkispolitiska (ó)heimildarlógin skerjir okkara uttanríkispolitisku heimildir. Men, trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin.

Tí spurdur í Degi & Viku hvørt flokkurin ynskir sær størri sjálvræði á uttanríkispolitiska økinum, var formaðurin skjótur at svara, at tað vildi hann ikki kalla tað – bara víðkaðar heimildir (um danir vilja …?).

Veruleikin um uttanríkispolitisku heimildarlógina er, at hon stikar okkum inni og er eitt stórt haft um beinini. Hon var og er eitt afturstig, og vit eiga undir ongum umstøðum at flyta leik, ið bindur okkum enn fastari. Tí skal lógin ikki broytast, men takast av, skjótast til ber.

Vit ynskja ikki bert størri uttanríkispolitiskar heimilidir – vit vilja taka fulla ábyrgd fyri egnum uttanríkispolitikki – og harvið eisini fáa somu møguleikar, sum allar aðar sjálvstøðugar tjóðir. #FrælsarøddáFólkating 🍀

Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad