Skulu vit hækka blokkin ella sjálvsálitið?

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna og forkvinna í tingbólkinum

Fólkatingssessirnir kunnu brúkast til: 

at hjálpa til við fullveldiskósini og soleiðis tala Føroya søk í Danmark – og um allan heim.

at biðja um fleiri pengar, og tann vegin hækka blokkin, sum vit herheima vilja lækka. 
at grava okkum longur niður í vald, sum vit herheima royna at loysa okkum frá. Ella

Sum løtumynd kann tað tykjast nógv lættari bara at grava okkum longur niður í danskt vald, – at innføra cpr og undirminera p-talið, at niðurleggja landsbankan og avtaka búskaparráðið, at forða fyri yvirtøkum, at hækka blokkin osfr. 
Tað kann eisini tykjast nógv lættari at droppa fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan, pensjónsnýskipan. Tað er jú so nógv lættari ikki at taka ábyrgd. 
Men í longdini hevur søgan víst, at tað loysti seg fyri menningina at ganga sjálvstýrisleiðina. Hon krevur, at vit taka ábyrgd fyri teimum veikastu, fyri útjaðaranum, fyri heilsuverkinum, fyri menning av vinnulívinum, fyri minnilutabólkum, fyri umhvørvinum osfr. 
At tað gongur væl í Føroyum í dag, er fyrst og fremst tí, at tað gongur væl í vinnuni, og eisini tí, at vit tóku ábyrgd sum samgonga og tóku nøkur tøk, sum veruliga kravdi nakað av okkum. Vit kundu valt, at sagt neitakk til allar nýskipanir og bara biðji danir um at hækka okkum blokkin. Men vit vildu sjálvi! Vit lótu bylgjurnar ganga høgt. Tað má man viðhvørt! Vit vunnu okkum fram; og við tíðini enntá so stóra virðing millum fólk, at tá ið andstøðan kom í meiriluta, vildi hon ikki koyra samgonguna frá, og enn minni vildi hon skriva út nýval.

Fullveldi er ikki eitt mál í sær sjálvum. Tað er eitt amboð at koma okkum longur út í heim sum sjálvstøðug tjóð. Tað tryggjar, at vit fáa teir sessir í altjóða samfelagnum, sum vit ynskja okkum; – um tað so er Norðurlandaráðið IOC, ST, EFTA osfr. 
At forða fyri fullveldi er at forða fyri sjálvsstøðugum limaskapi í hesum felagsskapum.
Sambandsflokkarnir skilda okkum nú eina frágreiðing fyri, hví teir velja amboðið, sum fremur forðingarnar.
Tjóðveldi hevur í fleiri ár greitt frá, hví vit velja amboðið, sum gevur okkum altjóða møguleikar.

Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad