Lýsing

Føðingardagsheilsan á 71 ára degnum

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna og forkvinna í tingbólkinum

Tú hevur gingið á odda í mongum stríði. Tú megnar at laga teg til broyttar tíðir, samstundis sum tú megnar at halda fokus. Tað, sum eyðkennir teg er at berjast fyri rættvísi, sjálvbjargni og samhaldsfesti. Sum dømi kunnu nevnast títt stríð fyri at:

  • skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð
  • fáa búskaparligt haldføri og yvirskot á fíggjarlógini
  • fáa samhaldsfesti, so øll kunnu taka virknan lut í samfelagnum
  • byggja upp føroyskt skúla-, heilsu- og almannaverk fyri øll
  • arbeiða fyri minstuløn og sosialum trygdarskipanum hjá fiskimonnum og verkafólki
  • fáa eina fiskivinnunýskipan
  • føroyska fiskimarkið varð flutt út á 12 fj og síðan 200 fj.
  • tryggja ognarrættin hjá føroyingum til undirgrundina
  • menna hægri útbúgving og gransking í Føroyum
  • byggja upp føroyskar mentanarstovnar og stuðla listafólki
  • mótmæla hernaðarútbyggingini í Føroyum undir kalda krígnum, har avgerðir vórðu tiknar, uttan at Føroya fólk varð kunnað ella eftirspurt
  • betra um handilssambond Føroya um allan heim.

Okkurt er komið á mál, um ikki alt. Men vit eru stutt frá málinum at vinna høvuðsendamáli tínum. Væntandi upplivir tú tað, áðrenn tú fyllir runt aftur. Livst so spyrt.

Góði Tjóðveldisflokkur, hjartaliga til lukku við degnum

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad