Lýsing

Sjálvbjargnar Føroyar: Sambandið vil afturstig – Tjóðveldi vil framstig

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

So kom Sambandsflokkurin við teirra boði uppá – einaferð enn – hvussu vit í Føroyum IKKI skulu klára okkum sjálvi, men heldur skulu binda okkum tættari at donskum pengum og donskum skipanum. Tíbetur hava føroyingar møguleikan at velja nakað annað – at velja einar sjálvbjargnar Føroyar.

Tað undrar, at Sambandsflokkurin aftur og aftur vil hava føroyingar at halda, at vit ikki megna at reka okkara samfelag sjálvi, enntá við tí ovurstóra ríkidømi sum vit eru ríkað við.

Blokkurin er í dag bert 3% av samlaða føroyska búskapinum.
Og hyggja vit at, hvør tað er, ið fíggjar føroyska vælferðarsamfelagið í dag, so eru tað føroyingar. 94% av samlaðu almennu inntøkunum til vælferð, rinda føroyingar sjálvir.

Samstundis hevur landið stór avlop – vænta omanfyri 400 mió. kr. í ár – og harvið ríkiligt til at rinda fyri tey fáu málsøki, ið eftir eru at fáa á føroyskar hendur, eitt nú løgregla og rættarskipan (kosta góðar 100 mió.).
Tí er als ongin búskaparlig forðing fyri, at taka seinastu tøkini. 
Men Sambandsflokkurin vil øvugtan veg. Mælir til at hækka blokkin og binda okkum tættari í danskar skipanir.

Vit í Tjóðveldi mæla til at heimtaka seinastu málsøkini, fremja ein sjálvbjargnan búskap, og at umskipa ríkisfelagssskapin til ein veruligan felagsskap – ein ríkjafelagsskap – millum sjálvstøðug lond. Tá vilja vit fáa eitt javnbjóðis, og uttan iva betri og gevandi, samstarv millum Danmark og Føroyar.

Her er kjakið um búskaparpolitikk og landsstýrisins boð uppá fíggjarpolitikk landsins komandi árini:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2019/04/02/dv-kjak

Deil hesa grein umvegis
468 ad