Lýsing

Setan av Umhvørvisvikuni 2019

Røða hjá Turið Horn

Í yvir 10 ár, hevur Tórshavnar kommuna sett fokus á ein aktuellan umhvørvistrupulleika, og soleiðis er eisini í ár, har evnið er FAST FASHION ella á føroyskum SKUNDMÓTI.

Hvat er so skund móti kunnu vit spyrja?

Heilt stutt sagt, so er skundmóti tey klæðir, sum eru gjørd til IKKI at halda!

Vit kenna flest øll til tað; smarta t-shirtin hevur fullkomiliga mist skap eftir fyrsta vaskið, líningin í summarjakkanum slitnar bara og buksurnar, ið ikki tola at fara í vaskimaskinuna, tí tá missa tær litin.

Seinastu 15 árini er klædnaframleiðslan í heiminum tvífaldað, og tað verða í dag 80 milliardir klædnapløgg forbrúkt um árið – hetta er 400% meira, enn bara fyri 20 árum síðani og svarar hetta til at hvørt einasta mansbarn í heiminum keypir yvir 11 nýggj pløgg um árið.

Her í Føroyum standa vit ikki aftanfyri restina av heiminum. Í 2018 innfluttu vit føroyingar klæði fyri 145 mio kr, og tá er internetsølan og keyp uttanlands ikki tald við.

Hugsa vit um nøgd og samanbera vit okkara klædnakeypsvanar við danir, so svarar tað til at hvør einasti føroyingur keypir 16 kg av klæðum um árið. 

16 kg, tað er umleið tað sama sum ein miðal 3-4 ára gamal smádrongur vigar.

Umhvørvisvikan ynskir gjøgnum fyrilestrar, verkstovur og filmsvísingar,  at seta sjóneykuna á bæði tann fíggjarliga, men ikki minst umhvørvisliga og menniskjaliga kostnaðin av FAST FASHION. Tí vóni eg at tit nýta høvið og fara til t.d. filmsvísing mikukvøldið og til evniskvøld hóskvøldið. 

Somuleiðis ynskir Umhvørvisvikan eisini at vísa á alternativ til skund móta, hvussu vit kunnu nýta okkara klæðir longri,  við at stoppa og bøta um klæðini, og gera tey um við ný nýtslu.

Eg vóni at tit fara at nýta høvið at luttaka á onkrum av okkara spennandi verkstovum, sum í ár verða hildnar á Býarbókasavninum, Margarinfabrikkini, Marjun Heimá og Ullvøruhúsinum.

Við hesum vil eg lýsa Umhvørvisvikuna 2019 setta og ynskja okkum øllum eina fantastiska og gevandi umhvørvisviku.

Vlækomin á Umhvørvisviku 2019

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad