Hetta snýr seg um at lyfta øll børn úr fátækraváða

Aftursvar til Fólkaflokkin: Fyri eitt barn, sum veksur upp í fátækraváða, er tað fullkomiliga líkamikið, um foreldrini lesa, arbeiða ella fáa forsorgarhjálp. Barnið merkir bara hørðu avleiðingarnar av, at familjan livir í fíggjaligari neyð. Og ja, tað passar sum Fólkaflokkurin sigur, at hendan samgongan hevur veruliga gjørt nógv fyri at lyfta hesi børn úr fátækraváða.

Eitt ár í fátækraváða. Tað ljóðar kanska ikki sum so leingi fyri vaksin. Og kanningar vísa, at tað ger heldur ikki so nógv við vaksin at liva eitt ár í fíggjarligari armóð. Hinvegin vísa fleiri kanningar, at eitt ár í fátækraváða er tað, sum skal til, fyri at geva einum barni varandi mein.

Varandi mein kann til dømis vera, at barnið er uttanfyri í skúlanum ella barnagarðinum. Fær ikki luttikið í teimum ítrivum, sum vinfólkini ganga til, ella sleppur ikki upp í part, tí tað kennir ikki somu sosialu spælireglar orsaka av at vera hildið uttanfyri.

Eitt ár av, at mamma og babba ikki forvinna nóg mikið av peningi til, at barnið kann luttaka á jøvnum føti við onnur, kann also vera beinleiðis skaðiligt. 

Orsøkin til, at eg nevni hesi børnini í fátækraváða er, at Elsibeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, nýtti altjóða arbeiðaradagin 1. mai til at skjóta eftir teimum, sum við broytingunum í lógini um familjuískoyti nú fáa rættiliga fitt av peningi um tey til dømis lesa, eru á forsorg ella eru stakir uppihaldarar við einari inntøku niðanfyri eitt ávíst mark.

Gamaní kann tað tykjast sum nógvir pengar. Ja, Fólkaflokkurin hevur rætt í, at hendan samgongan veruliga hevur givið teimum allar minstu nóg mikið at liva fyri til, at tey kunnu klára seg til dagin og vegin.

Munur á støðum

Orsøkin til, at vit hava raðfest hetta sum eitt umráðandi mál er, at tað fyri børnini hjá láglønarforeldrum ongan mun ger, hví foreldrini eru láglønt.

Um foreldrini hjá barninum eru lesandi og harvið láglønt av teirru orsøk, ella um foreldrini hava eitt láglønarstarv. Tað er eingin munur á, hvat tann støðan ger við barnið.

Umframt hesar báðar samfelagsbólkar tekur Fólkaflokkurin eisini tey fram, sum fáa forsorgarhjálp. Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir vísir á eitt dømi, har tey á forsorg fara til arbeiðis og í ávísum førum bert fáa nakrar krónur meira í tímaløn enn tey fingu á forsorg.

Men forsorgarhjálpin kann á ongan hátt setast upp sum nakað, sum man bara velur til ella frá.

Hetta er eitt trygdarnet í okkara samfelagið, har vit lofta teimum, sum verða rakt av umstøðum, sum ger tey óarbeiðsfør. Tað kann vera langtíðarsjúku, ólukku ella líknandi, har tey ongan møguleika hava at fara til arbeiðis.

Og spyrt tú meg, so haldi eg tað vera eitt mást fyri eitt vælferðarsamfelag, at vit lofta teimum, sum enda í neyð av viðurskiftum púra uttanfyri teirra egnu ávirkan.

Tað kann tykjast sum, at Fólkaflokkurin vil aftur til tíðina, har fátækrastuðul viðførdi, at móttakarin skuldi fráskriva sær borgarlig rættindi fyri at fáa hendan stuðul.

Tíbetur er tann veruleikin tó langtsíðani farin.

Lat meg so eisini nýta høvið at fegnast um, at fyri fýra árum síðani var eg partur av einari landsumfatandi kampanju við heitinum “Meðan vit bíða”, har vit varpaðu ljós á korini hjá teimum fátækastu børnunum í landinum, og savnaðu inn pening til teirra.

Nú Tjóðveldi og samgongan hava sitið við valdið í fýra ár eru størstu atfinningarnar innan hetta økið, at tey í størstu fíggjarliga váða fáa ov nógvar pengar.

Hóast allar skipanir hava rúm fyri at betringum, so kunnu vit í øllum førum staðfesta, at eisini innan hetta økið loysir menningin seg.

-Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad