Lýsing

1. mai 2019 á Vaglinum

Røða hjá Karin Kjølbro, sum hon helt á 1. mai dagshaldi á Vaglinum í Havn.

Kæru  Áhoyrarar!

Uppvaksin í 50-árunum í Klaksvík og abbadóttur fremsta vinnulívsmannin í  Føroyum í síni tíð, var ikki kvøðið yvir vøggu míni, at eg skuldi halda 1, maidagsrøðu nakrantíð. Abbi mín droymdi um at gerast lærari, men ráðini vóru  ikki til tess. Pápin var útróðrarmaður, og  tí gjørdist Kjølbro krambakallur og síðani vinnulívsmaður.

Vit lærdu tíðliga at taka lut í øllum arbeiði, at øll menniskju høvdu sama virði, og at vísast skuldi fyrilit fyri meðmenniskjum.

Alt mítt vaksna arbeiðslív hevur  snúð seg um at røkja rættindi og áhugamál teirra, ið ikki liva á lívsins sólsíðu. Tá so er, ivast tú ongatíð í, hvørjum tú skalt verða samhaldsføst við.

Kjølbro gekk nógv runt á ymisku deildunum á virki sínum, tosaði við øll og dámdi væl hittinorðað aftursvar. Hetta gav eina ávísa felagskenslu er mær sagt.

Ein søga um Kjølbro sigur, at hann kemur inn í vaktstovuna í kolgarðinum. Tá í tíðini var alt kol lempað og skumpað við hond. Innkomin sær hann, at vaktarmaðurin liggur á bonkinum. Tá sigur Kjølbro: “Hetta má vera verðsins besta arbeiði”. –   Maðurin reisur seg upp og svarar: “íðan Kjølbro, tygum eru so høgur her, at tað átti at borið til hjá tygum at fingið eitt slíkt arbeiði”.

Tað kenst sum ein serligur heiður at tosa 1. mei í Havn, her eg havi búð meginpartin av lívi mínum. Og serliga hugaligt hevur tað verið at lesa søguna hjá Havnar Arbeiðarafelag: Til arbeiðis lív ella deyð og ikki minni at síggja frálíka filmin stríðsmenn í Havn – Alt gjørt í samband við, at felagið fylti 100 ár í 2016. Takk fyri hesa íløgu tykkara, ið vónandi førir við sær, at søgan  hjá verkafólkum ongatíð verður gloymd, og at tey sum koma aftaná gerast púra greið yvir:

at onki kemur av  sær sjálvum,

onki verður latið til gávus, og

onki verður vunnið uttan við at standa saman.

Teir fyrstu, sum byrjaðu, fingu av at vita og ikki er tað sørt, at tað er ein ávís líkheit millum tað, sum hendi tá millum arbeiðarar og arbeiðsgevarar (ofta nevndir arbeiðsharrar),  og tað, sum fer fram í dag millum teir, ið halda seg eiga onkarætt til alt ríkdømi landsins, og tey ,sum meta tað, sum svimur í havinum sum fólksins ogn.

Tá eins og nú verða tey, sum hugsa um felagsskap og fólksins ogn ofta gjørd til Guðloysingar. Her má eg leggja aftrat, at slík  ókristiligheit, sum verður avdúkað í stríðnum hjá arbeiðsmonnum og arbeiðskvinnum fyri dagligt breyð í farnu øld, hevur ikki sæð sín maka. Eitt er tó broytt, og tað er, at tá vóru mong svong, tá arbeiðsloysi var. Soleiðis er tøkk og prís ikki í dag. Ofta var beikst stríð sum t.d. tá verkfall var í Havn, og harrarnir royndu at fáa arbeiðsfólk av bygd til Havnar at arbeiða og haraftrat kvinnur í Havn, tí tær vóru nógv ódýrari.

Burtursæð frá Tvøroyri vóru arbeiðsmenn á bygd  ikki í fakfelag enn. Tað sum hugtekur meg við felagnum, er so nágreiniliga teir fara til verka. Felagið er stovnað 16. jan. 1916, tríggjar vikur seinni fáa teir sín fyrsta sáttmála, og í  desember, sama árið gera teir lista til Býráðsvalið. Beinanvegin er Tórshavnar Havn eitt mál, so fiskurin fekst í land yvir kajkant og ikki inn við jaktum á klettin.

Í 1929 er havnaútbyggingin í Havn liðug, men nú koma ringar tíðir við stórum arbeiðsloysi.

Tað ljóðar ótrúligt, at nógvir menn tá vóru pantaðir fyri skatt. Í 1931 vóru 300 menn arbeiðsleysir og seinni í tríatiárunum 500 mans. Kortini megnaði felagið sum tað fyrsta í landinum at fáa 8 tímars arbeiðsdag í  1931 uttan verkfall.

Áhugavert er eisini, at til tess at  útvega nýggj arbeiðspláss, fara teir at seta pening í virki. Eitt nú setti Havnar Arbeiðsmannafelag 3.000 kr í Tórshavnar skipasmiðju í 1936, tá Kjartan Mohr  byrjaði sítt livsverk. Hetta er ivaleyst partur av tí vinsælu, tú hevur

havt kenslu av altíð hevur verið millum Skipasmiðjuna og Havnar Arbeiðsmannafelag. Eisini var tað soleiðis fyrr og møguliga enn, at tann, ið fór á Skipasmiðjuna at arbeiða ella í læru, var verðandi har fyri lívið. –  Vildi fegin hildið fram, men tíðin er avmarkað. Tó er ein sólstrálusøga, ið eigur at koma í glas og rammu, og tað er, at Havnar Arbeiðsmannafelag, tá landið fór av knóranum í  1992,og Tórshavnar Býráð og  – Argja kommuna ikki høvdu pening til rakstur, tá lánti Havnar Arbeiðsmannafelag Argja kommunu 6 mió kr.  og Tórshavnar Býráð 4 mió.kr.  til rakstur.

Og nú havi eg hug at siga frá eini hending mær var fyri í 1966 í Keypmannahavn. Kom í praktikk í Móðirhjálpini. Hevði ein lærara, ið tók sær so væl av mær, at hon ongatíð verður gloymd. Hon tosaði altíð  vakurt um føroyingar. Eg helt, at tað var tí, at  hon vaks upp við eini fittari grannakonu, ið var úr Føroyum.  Frágreiðingin kemur 25 ár seinni, tá eg detti  yvir eina bók í  Bókhandlinum nevnd: Børn af arbejderklassen, skrivað av gamla lærara mínum Rigborg Jørgensen.

Hon er fødd í 1922. Hon sigur frá gerandisdegnum hjá pápanum, um at fara við degnum á kaiina at vita, um hann var mettur nóg góður til at fáa arbeiði. Mangan var bert hálvur dagur.  Men ofta als onki arbeiði. Tá kundi tú søkja fátækrahjálp, men tað hevði avleiðingar. Fekst tú fátækrahjálp, misti tú rættin til at velja til politisk val og haraftrat tína sjálvsvirðing. “Pápi mín var tvær ferðir á veg, men hann vendi við aftur”, sigur hon. So heldur biðja um útseting við húsaleigu, vóna at onkur gav okkum nakað at eta, ella at slaktarin gav okkum  burturkast. “Og hon heldur fram:

“Et lyspunkt i disse år var det gode skib Tjaldur fra Færøerne. Síðani umseti eg og haldi fram: “Tjaldur hevði serlig evni til at koma, tá neyðin var størst. Eisini um veturin. Tá hini góvu upp, kom tað lítla skipið kortini. Tá Tjaldur legði at kaj, var eitt serligt huglag í Viborggade 75.1.sali. Hetta merkti arbeiði í 2-3døgn dag og nátt við stykkjagóðsi til og úr Føroyum. Tjaldur hevði altíð skund. Onki við at liggja við kaj meira enn hægst neyðugt. Góðsið skuldi inn og út í skundi. Tí arbeiddu teir eisini um náttina, og tað gav pening.

Pápi mín hevði við árunum onkursvegna klárað at útvega sær fast arbeiði á Tjaldrinum. Tað lætti altíð fyri okkum, tá pápi kom heim  og segði: Tjaldrið kemur í morgin. So vóru 2 vikur bjargaðar. Og hon  leggur aftrat. “Ja, Tjaldur var eitt gott skip, sum altíð bar eyðnu við sær. Tá pápi arbeiddi har, hevði hann ikki tíð at drekka

brennivín. Og tá hann var liðugur at lossa, var hann so móður, at hann kom beint heim við peninginum í lummanum. Vanligar dagar drak hann hvønn dag á vertshúsunum, ið lógu ógvuliga tøtt kring havnaøkið” (citat endað).

Lat meg her sleppa at leggja aftrat, at tað  at missa rættin til at velja, eisini var galdandi í Føroyum, um tú fekst almenna hjálp  heilt til mitt í 80-árunum, altso fyri góðum 30 árum síðani Tó, skal leggjast aftrat, at tað tá  ikki hevði verið  praktiserað leingi.

Tað ber illa til at standa  á Vaglinum  í Havn 1. mei uttan at nevna fremstu stríðskvinnu nakrantíð í Føroya søgu –  Andreu Árting  ,  ið gjørdist ímyndin av fakfelagsstríði. Hon var av fátækrafólki og droymdi um at gerast skúlalærari, men tað bar ikki til.

 Tað var í tøkum tíma, at hon í 1937 gerst forkvinna fyri arbeisðkvinnurnar í Havn. Fakfelagið var stovnað árið fyri, men hon sum var vald forkvinna, helt seg ikki til at halda fram, tí hon var bangin fyri, at keypmaðurin, sum eisini hevði fiskin, fór at seta hana á svartalista og ikki  lata henni og hennara vørur uppá borg. Andrea var heimaarbeiðandi kona gift einum skipara og hevði  4 børn og eitt barn til fosturs. Hon var vitug, vitandi, djørv og við óvanligum rættvísissansi. Hon  var forkvinna í heili 40 ár.

Tá hon byrjaði var kvinnulønin 30% av lønini hjá monnum. Eftir støðugt at hava virkað fyri, at kvinnur skuldi hava somu løn sum menn fyri sama arbeiði, eyðnaðist tað í 1977, undir leiðslu Andreu Ártings  í samráðingum stigvíst at røkka  málinum  líka løn fyri sama arbeiði  hin  1. mei 1981. Tástandi  var slagið vunnið, sum hon hevði barst fyri øll 40 árini .  Nú var hon 85 ára gomul og gavst sum forkvinna, tá aðalfundurin var seinni um árið.

Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, har kvinnur hava skulað barst og samráðst seg til somu løn fyri sama arbeiði. Alla aðrastaðni hava stjørnirnar syrgt fyri at gera tað við lóg. Ræðandi er at staðfesta, at meðan menn fingu 8 tímars arbeiðsdag í 1931, so var arbeiðsdagurin 12 tímar hjá kvinnum, tá Andrea gjørdist fakfelagsforkvinna; men við fyrstu samráðingum í 1938 fekk hon 10 oyru uppá tímalønina – úr 30 í 40 oyru, tað var meira enn  og haraftrat arbeiðsdagin styttan við einum tíma  frá 12 tímum til 11 tímar.

Andrea stillaði upp til løgtingið  í 1940. Loysingarflokkurin fekk ikki umboðan; men fá munnu hava avrikað so nógv  sum samfelagsarbeiðari og sosialarbeiðari, sum júst hon. Høvdu allir løntir politikkarar avrikað so nógv sum hon, so hevði verðin sæð øðrvísi út. Ferð eftir ferð tók hon  spurningar upp, sum ongin hevði grett áður. Hon tosaði m.a. um prístal, prísráð, príseftirlit og samtíðarskatt, júst tí prístalið frá 1940 til 1942  leyp frá 100 til 213.

Sostatt hevði ongin  ráð til at rinda skatt árið eftir, lønin var vunnin. Samtíðarskatt hevði ongin hoyrt um áður, og sum vit minnast, ikki  fyrrenn í 1983 fingu vit samtíðarskatt í Føroyum.  Eisini tók hon vælferðarspurningar upp undir krígnum. Royndi at fáa kolprísirnar niður, mjólk til arbeiðarafamiljur og somuleiðis skógvar og klæði til børn í trongstøðu.

 Í 1966 royndi hon at fáa ókeypis skúlabøkur og spælipláss í Havn. Nógv kundi veri at lagt aftrat, men nú verður søgan hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivað og útgivin í næstum.

Tað gleða vit okkum til. Siga vit at felagið er 83 ár í ár, so hevur Andrea Árting stjørnað felagnum nærum helvtina av tíðini. Tað man vera heimsmet. Hvørki Andrea Árting ella Kjølbro gjørdist skúlalærarar, sum tey droymdu um.Ivaleyst høvdu tey  verið frálíkir skúlalærarar, men í hesum føri gjørdist fátækradømi teirra sum ung til  eitt vælsignilsi fyri fólk og føðiland.  Lat meg at enda siga um Andreu, at ongin hevur orðað viðurskifti okkara  við Danmark so stutt og greitt sum

hon: Tað skal verða eitt vinasamband, og onki annað. Hvør kann ikki taka undir við tí?

Fleiri ferðir í farnu øld var tosað um arbeiðsloysisskipan. Hetta eyðnaðist ikki fyrrenn  í 1992 eftir, at fólk í hópatali bankaðu á dyrnar á Almannastovuni vegna arbeisðsloysi, nakað áðrenn vit fóru av knóranum. Í febr. 1992 byrjaði lønarfólkið og arbeiðsgevarar at gjalda inn til ALS. Bíðað var við útgjalding í 6 mánaðir. Men kortini var kasssin tómur  eftir trimum mánaðum og lánast mátti bæði frá samhaldsfasta og úr landskassanum.

Eisini var dagligur kostur at hoyra í Útvarpi Føroya, at inngjaldið til  ALS mátti setast upp – heilt upp á 2,75 % av bruttolønini og útgjaldið setast niður. Hetta kom alt í rættlag  um ár 2000. Øll skuld var afturgoldin og útgjaldið aftur sum vant væl áðrenn.

Síðani hevur ALS altíð havt avlop. Onkuntíð hevur hesin kapitalur givið politikkarum okkara stórar ætlanir. Seinast ætlaði landsstyrismaðurin at byggja ein arbeiðsmarknaðardepil fyri ALSpening.Vónandi kemur hann í tankar um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS. Og tey vita, hvat arbeisðloysi kostar. Tey 7 góðu árini eru runnin, og skulu broytingar gerast, so veit nevndin í ALS, sum umboðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum, nær nóg mikið er í grunninum,og um  eitt nú inngjaldið skal minka.

Vit hava í seinastuni hoyrt, at arbeitt verður við at fáa 37 tíma arbeiðsviku  hjá lønarfólki á arbeiðsmarknaði okkara eins og í grannalondunum, sum vit vanliga vilja javnmestast við.

Vóni, at hetta fer at eyðnast; men eyðsæð er, at tað má vera uttan lønarmiss. Hvussu tað skal gerast vita tit best. Tit hava royndirnar. Tit hava megnað eina sera góða trygging til limirnar  og familjur teirra, og tit hava haft egin hús í 92 ár, og nú fyri tveimum árum síðani umbygda stásiliga húsið í miðbýnum, sum á kvøldið lýsir yvir býin, og tey sum undan gingu. 

Stóð her 1. mei fyri 40 árum síðani sum nývald tingkona og helt 1. mei-røðu. Lat  meg tí sleppa at enda við at siga, at eg sum røðari í almenna rúminum ikki kundi ynskt  mær ein betri enda,  enn at halda røðu 1.  mei 2019 á Vaglinum í Havn. Tí sigi eg, takk fyri meg og góðan 1. mei.

Deil hesa grein umvegis
468 ad