Lýsing

Flaggrøða í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2019

Skulu  føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki.

Soleiðis tók  ungi Jens Oliver Lisberg úr Famjin til  í 1919, tá hann fór undir at  mynda føroyska flaggið. Hesin evnaríki bygdadrongurin las løgfrøði í Keypmannahavn. Árið eftir  gjørdist hann sjúkur og  doyði  bert 23 ára gamal.

Íblástur, stimbran og eggjan  hevði hann eins og nógvir aðrir føroyingar fingið frá íslendingum, sum í 1918 fingu sjálvstýri. Tá tú kunnar teg um flaggsøgu okkara, verður tú hugtikin av tí samstarvi, ið eisini fer fram millum bygd og bý í Føroyum. Tað eru bygdadreingirnir, ið leggja rygg til, og ungdómur í Havn, ið setur sær fyri at fremja tað, ið bygdadreingirnir hava sett út í kortið. Áðrenn flaggið verður viðurkent eru fleiri bygdadreingir komnir í hendurnar á fútanum, tí teir hava loyvt sær tann frekleika at gera nýtslu av merkinum. Tann fyrsti, sum kemur illa fyri er  ungi skúvoyingurin, Jóhan Hentze Niðri í Stovu. Við báti  sínum Sigmundi kemur hann við flagginum afturi í rong inn eftir Havnarvág Ólavsøkudag 1920.

Systir hansara hevði sent honum flaggið úr Keypmannahavn. Aftaná Ólavsøku fekk faðir Jóhans álagt eina bót. Men hin gamli svaraði, at teir kundu seta seg í skansan – bót rindaði hann onga.

Tað eru nógvar søgur um flaggstríðið.

Ógvusligast var á Tingvøllum í Íslandi í 1930, har 1000 ára dagurin var hildin fyri Altinginum, og Stauning – danski forsætisráharrin, ið var gestur har,  kravdi føroyska flaggið tikið niður.   Nøkur ár frammanundan í 1925 vóru føroyingar á dansiferð í Noregi við Jóannes bónda á odda. Í Oslo tók Bondeungdomslaget   ímóti teimum í Bondeheimen , og har í høllini  hekk eisini føroyska flaggið á bróstinum. Hetta er fyrsta ferðin vit vita um føroysk flagg  í samband við uttanlandsferð hjá føroyingum. Danski sendiharrin í Oslo  boðaði straks donsku stjørnini frá, og hon  sendi boðini víðari til amtmannin í Føroyum.  Skal bert nevna eina hending  aftrat, og tað var á  Ólavsøku 1930.

Hetta árið vóru 900 ár liðin síðani slagið á Stiklastøðum.  Tí er tað, at løgtingsmenn royna at bera so i bandi, at Ólavsøkuguðstænastan skuldi verða á føroyskum. Hetta eyðnaðist ikki, og tað man vera einasta ferð, at bert 11 tingmenn vóru í kirkju. 12 settust aftur, tí teir vildu ikki lýða á danska prædiku henda dagin. Somu Ólavsøku var tað, at Páll bóndi í Kirkjubø skuldi handtakast, tí hann hevði  hongt Merkið út gjøgnum vindeyga á tinghúsloftinum.

Skal ikki møða tykkum longur við søguni. Merkið er vunnið og Guðs orð verður borið fram dagliga á føroyskari tungu.  Men neyðugt er at vita, hvat hendi í gjár fyri  at mynda dagin í morgin.

Tað áhugaverda  er, at bretar í Føroyum undir øðrum heimsbardagi bjargaðu okkum flaggi til nýtslu á sjónum hin 25. apríl 1940. Danir vóru hersettir av týskinum, so – eisini tí var óhugsandi  at sigla undir donskum flaggi, hóast danir ildu hava okkum til tað. Tað eru sostatt bretar íð hjálpa okkum at fáa merkið viðurkent sum skipsflagg. Tá kríggið var av,  vendist ikki aftur.  Her er tað, at vit skulu gera okkum greitt, at flaggstríðið er týðningarmikil partur av okkara politisku  søgu og  25. apríl er einasti almenni flaggdagur, ið er okkara – og bert okkara – sterkasta ímyndin av føroyskum samleika. Dagurin, tá bretar viðurkendu

flagg okkara.  26 almennir flaggdagar eru, men ongin hevur sín uppruna í Føroyum og føroyskari søgu.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag eigur tí tøkk  fyri, at tit hátíðarhalda dagin á hvørjum ári. Í samband við 100 ára hátíðina hevur tjóðsavnið eisini áhugaverda framsýning. Har er eisini møguligt at síggja gamla flaggi hjá Johan Hentze. Eitt serligt flagg er aftrat, sum kona Kvívíkartummas Haja seymaði. Tað var vundið á stong á Skansanum 14. september 1947.-Ársdagin fyri fólkaatkvøðuna. Fyrsti formaður okkara Erlendur Patursson helt vakt undir flagginum frá morgni til myrkurs saman við Øssuri Patursson. Har skuldi ongin koma og draga flaggið niður.

Flokkur okkara – og serliga formaðurin  hevur staðið í andglettinum seinastu 4 árini vegna fiskivinnunýskipanina. Nú eru tað ikki bara sambandsmenn, men serliga radikali høgraflokkurin, ið leika í. Tí  tørvar okkum  í dag tað samanhald  og serliga dirvi, sum myndaði flaggstríðið og fyri sovítt eisini málstríðið og verkafólkastríðið, tá fakfeløg skuldi skipast. Nú snýr tað seg um at tryggja haldføri á sjálvum lívsgrundarlagi okkara og at bera so í bandi, at ríkidømi landsins framhaldandi verður fólksins ogn. Felagsskapur og samhaldsfesti eru vorðin óskikkilig orð. Vert er at leggja sær í geyma, at vit hava ongatíð fingið nakað til gávus – heldur ikki  í flagstríðnum.

Ætlaði ikki at taka stríðsøksina fram henda hátíðardag, men sum tað sær út, er niðrandi og undirmetandi hugburðurin, sum danskir og  føroyskir sambandsmenn vístu í samband við stríðið um flaggið,   ikki  burturbeindur, og kemur grefliga til sjóndar, nú Fróðskaparsetur Føroya kunngjørdi, at ætlanin er at byrja bacholorútbúgving í løgfrøði til heystar. Verðins undirgangur, tí  rættargangslógin sigur, at tað krevst danskt embætisprógv til tess at virka sum advokatur, ákæri og dómari  í  Føroyum: Hugsa sær at lesa her og ikki sleppa at virka sum advokatur, ákæri ella dómari, tá lesnaðurin er lokin?

og hugsa sær at spilla 3 ár av ungdóminum í egnum landi? Sambandsvalevnini  bæði fáa tað at ljóða, sum um fólk vanliga leypa av donskum  universiteti  út í virksemið sum advokatur, ákæri ella dómari. Størv, tú ikki røkkur fyrr enn drúgvar royndir í mong ár av ymiskum slagi eftir lokið kandidatprógv.  Hetta minnir um  mammuna, sum segði, at sonurin skuldi at lesa til yvirlækna. Í søgu okkara  hava vit einans átt 4 føroyskar dómarar: Mortan Nolsøe,sáli sum virkaði í Danmark og Joen H. Andreassen, sáli sum virkaði í Føroya Rætti, Meiken Johansen, ið hevur arbeitt í Føroyum eitt skifti, men situr í dómarastarvi í Danmark og evnaríki Jóannes Madsen, ið var útnevndur dómari í Føroya Rætti í 2008.  Syrgiliga vanlukku fá ár seinni gjørdi, at hann mátti leggja frá sær í starvinum. Mærvitandi hava vit ongatíð havt ein føroyskan fúta. Sjálvandi er málið, at øll hesi størv skulu verða føroysk embæti í næstum. Sum tað sær út, so er danskt og Danmark  heilagt fyri afturhaldsfólkið. Ungfólk okkara lesa um alla verðina, og tað  halda tey flestu verða frálíkt, men at lesa  lóg í Føroyum, tað er ovboðið fyri summar sambandsmenn.  Tað fer heldur ikki at eyðnast teimum  í hesum føri. 16  hava longu søkt á Setrið eftir kvotu 2 .

Tað nemur eisini við okkum sum minnast  unga dugnaliga professara okkara í lóg Kára á Rógvu, sum júst legði lunnar undir at seta á stovn lógarlestur á Fróðskaparsetrinum, tá hann var rivin burt av sjúku.

Tað er  harmiligt, tað sum 2 sambandsmenn hava byrjað her. Og tað sum beinleiðis er syrgiligt er, at tú fært eina týðiliga kenslu av, at teir vilja ikki Fróðskaparsetrinum væl.

Og nú fingu vit tíðindini í dag um, at danski løgmálaráðharrin heldur, at føroysk og donsk løgfrøðingaútbúgving skal javnmetast. Satt at siga hevði eg væntað tað. Umframt at vera skilagott, so liggur tað eisini í tíðini. Guð náði tann, ið ikki hevði svarað soleiðis.

Sundurlyndi  millum landsmenn okkara  vísti seg eisini, tá  flaggið fekk bretska viðurkenning til nýtslu á sjónum í 1940.

Ein føroyingur búsitandi í Keypmannahavn,  kunngjørdi, at tað var hann , sum upprunaliga átti heiðurin av flagginum, og so kom  pennakríggj millum føroyingar í Keypmannahavn, sum okkara Sigurð Joensen fekk steðgað í BÚGVANUM.

Hóast allar forðingar og virkna mótstøðu, so stevna vit alsamt frammá. Ongatíð hava vit verið so mong og ongatíð so rík. Arbeiði til allar vinnuførar hendur,  og  danski blokstuðulin er bert ein viðfáningur av okkara BTÚ. Okkara laksaframleiðsla er so væl umtókt, at hon verður beinleiðis stolin á nátt í Danmark, meðan annar fiskur verður liggjandi á goymsluni.

Tá so flokkur okkara  tosar um, at nú eiga seinastu stigini at vera tikin til loysingina, so spyr ein kvinna,ið er  valevni sambandsfloksins: Hvar skal rokningin fyri løgreglu og dómsvald  so  sendast? Hatta er harrafólkalótir,- hugsa um at senda rokning  ístaðin fyri  at spyrja, hvat kann eg gera, og hvat kunnu  vit gera fyri at tryggja framtíðina hjá fólki og føðilandi.

Tá tú ert tilkomin og kanska áður  hevur upplivað hetta við sundurlyndinum,  so er ikki annað enn at hava tað við í okkara ætlanum og støðugt stríðast. Vit vita eisini, at tá málið er vunnið, tá hava tey, sum settu føtur í spennið ofta hildið, at úrslitið var frálíkt, ja tey siga seg

nærum  at hava stríðst  okkum við lið alla tíðina, samgleðast við okkum og siga seg at vera bæði góð við flaggið og móðirmálið, og eisini eru tey  meðánarar. Og tað skulu tey sleppa. Og tað skal vera teimum vælunt.

Kæru floksfelagar! Fyri framman liggur eitt løgtingsval. Skal menningin av samfelagi okkara ikki steðga, og kanska beinleiðis ganga aftur, er umráðandi, at henda samgonga heldur fram. Men tað má verða ein meirlutasamgonga. Løgtings-og landsstýrisfólk okkara hava  megnað sín setning, men týðningarmikið er eisini,  at vit øll lyfta við og eru góðir ambassadørar  og eldsálir fyri flokk okkara.

Hevði væntað,at veiðigjaldið eisini fór at vera samtykt. Um so ikki verður, so er tað hetta við politikkarum, sum siga ja, men ikki halda givin lyftir. Eisini tað hava vit roynt áður. Løgið eisini, at tingmaður úr løgmansflokkinum sigur seg ikki kunna stuðla veiðigjaldið, tí fiskivinnunýskipanin hevur verið eitt øsingarmál, síðani dag 1.

Kann ikki steðga her uttan at hava nomið við  spurningin um veðurlagsbroytingarnar. M.a. hetta við dálkandi cruiseskipum  við kaj og farmaskipum liggjandi og bíðandi í Nolsoyarfirði, tí ongin annar vil leggja sjógv til teirra dálking, hetta  er ein gøla, og eigur at vera steðga, og fólk okkara eigur at fáa  húsfrið í egnum heimi fyri fiskiskipum, – bæði russisk og føroysk – ið liggja og órógva náttarfriðin. Vit eiga ikki at selja sálina fyri mammon, og tøkk fái Hervør Pálsdóttir, at hon tók stig til veðurlagsverkfall hvønn fríggjadag. Grøn orka má hava nógv hægri raðfesting í okkara ríka landi. Men tað tykist ikki dámligt, at stoltleikin hjá kommununum SEV, skal takast av ræði, tí ein floksleysur løgtingsmaður setur órímilig  krøv og førir valstríð og revolvarapolitikk inni í okkara samgongu. Prísurin kann gerast ov høgur.

Veit ikki, um vit nakrantíð øll fara at vera á sama báti í Føroyum sum Jens Oliver Lisberg vildi tað .

Men vit eiga at minnast til, at jørðin er ein ogn vit øll skulu røkja. Tað sigst, at oyggjabúgvar eru herviligir induvidualistar og hava ilt við at ganga í takt. Men eg haldi, at minni kann gera tað. Hóast alt er meira sum bindir okkum saman, enn sum skilir okkum sundur. William Heinesen sigur eisini, at vit eru eitt fólk, – ikki eins fólk. Og tøkk og prís fyri tað. Tí havi eg hug at siga:  OK, um vit ikki eru á sama báti, kunnu vit so ikki  – flestu av okkum – vera í sama bátafylgi, har allir bátar hava somu kós – nevniliga einar  frælsar Føroyar.

Karin Kjølbro

Deil hesa grein umvegis
468 ad