Lýsing

Formansfrágreiðing

Saman loysa vit!
Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum

Gott tjóðveldisfólk. Góðu hovbingar og suðuroyingar. Kvinnur og menn, ungdómur og tilkomin úr øllum okkara fagra, fjølbroytta og frælsiseggjandi landi. Góðu gestir.

 

Tað er ein mikil heiður og framíhjárættur at vera á flokstingi saman við tykkum øllum her í Hovi. Hetta er á fyrsta sinni, at Tjóðveldi heldur floksting í hesi søguligu víkingabygd. Høvdingasetur frá landnámstíð. Vit síggja fyri okkum Havgrím og kunnu vitja fornu grøv hansara. Vit kunnu ímynda okkum abbasonin Leiv Øssurson og Tóru Sigmundardóttir, sum hava livað saman og virkað her. Síggja fyri okkum, tá ið Havgrímur uppøstur av Trónd í Gøtu úti í Dímun, tá ið teir skulu gera av við Brest og Beinir í Kleivini, og hann rennur spjótið í miðju inn á Bresti, og Brestir á deyðastundini gevur honum banahøgg afturímóti.

 

Og ikki minst kunnu vit her síggja avrikini og kenna andan av teimum dugnaligu kvinnum og monnum, ið hava bygt hendan stað ígjøgnum so mong ættarlið. Og fegnast um tað dugnaliga fólk, ið hevur búleikast her og sum enn byggir land og tjóð. Tað arbeiðið, ið er gjørt her við at varðveita og uppmerkja gomlu fornminnini, handilin, fiskaplássið – og nú stóru ætlanirnar um Víkingasavn, eigur allan heiður og stuðul uppibornan. Tøkk eigi tit fyri tað áræðið. Og fremstu kvøður til Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri at skipa fyri hesum flokstingi og sýna okkum slíkan blíðskap.

 

 

Góðu tjóðveldisfólk!

 

Í hesum søguliga ári 2019, har vit júst hava hátíðarhildið 200-ára dagin fyri V.U. Hammershaimb, ið saman við øðrum góðum fólki skapti tað føroyska skriftmálið og gav okkum møguleikan at lata nýggjar heimar upp, taka heimin til okkara og skapa okkum okkara egna heim. Har tað eru hundrað ár síðani, at Merkið á fyrsta sinni varð vundið á stong vestri í Fámjin. Har allur heimurin stendur í broyting og avgerandi stríðum um valdið og virðini millum stórveldi, tjóðir og fólk – og um, hvussu vit skapa lív her á foldum, nú vit hava ovtroytt náttúruna og vistskipanina og vit skulu menna nýggjar, grønar og burðardyggar hættir at byggja okkara framtíð.

 

Í hesum ári skulu vit her í miðjum Atlantshavi eisini gera støðuna upp og leggja okkara leiðir til eina frælsa og betri framtíð, har vit kunnu velja at taka ábyrgd av at byggja eina sjálvstøðuga tjóð, ið samstarvar frítt við heimsins lond, fólk og felagsskapir.

 

Á hundrað ára degnum hjá Merkinum kunnu vit av sonnum seta orðini hjá Hans Andreas Djurhuus fyri okkum:

 

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

 tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt.”

 

Í hesum ári skulu vit – og alt Føroya fólk – fremja nøkur avgerandi val.

 

Vit skulu velja, um vit vilja halda áfram at menna samfelagið á teimum súlum, vit hava reist, og sum skapa tær Føroyar, ið vit ynskja sum sjálvstøðugt land. Vit skulu velja, um vit vilja byggja víðari á tey tungu tøk, ið vit hava tikið fyri at menna samfelagið. Ella um vit vilja aftur á gomlu kósina. Við stillstøðu, ongari kós, ongum sjálvbjargni, og har hvør bert skal sæta sær sum best.

Valið er, um tilfeingið í havinum og ríkidømið av tí er og verður okkara nú og í komandi ættarliðum, ella um vit vilja lata tað aftur í hendurnar á nøkrum fáum.

Valið er, um virðini í samfelagnum skulu býtast javnt, og vit øll – fólk og vinna – lata til felagskassan, og saman vilja menna samfelagið og veita hjálp, har tørvur er á henni. Kring alt landið. Ella um vit vilja hava meira í egnan lumma, og so má hvør hjálpa sær sjálvum, tá verri tíðir koma ella tørvur er á hjálp ella stuðli frá samfelagnum.

Hetta valskeiðið hava vit tikið tung tøk saman. Saman við okkara samstarvsflokkum og stuðlum. Vit hava bygt súlurnar upp undir teimum frælsu Føroyum fyri øll. Fyri at tryggja búskapin nú og framyvir.

Við at fremja nýskipanir – vinnuliga, sosialt, á heilsuøkinum og í pensjónum. Við at tryggja betri rættindi og javnrættindi til øll í landinum. Við at bøta um fíggjarligu korini hjá lág- og miðaløntum, barnafamiljum, pensjónistum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum, barnafamiljum í fátækraváða, barsilsskipan og mangt annað. Við at fremja íløgur og stór átøk innan útbúgving, mentan, list og samferðslu kring alt landið. Vit at at tryggja náttúruvernd og leggja leiðirnar til grøna orku. Og mangt annað.

Vit hava tikið nógv mál á føroyskar hendur og ment okkara uttanríkispolitikk og altjóða avtalur. Vit hava vent støðugum halli til stór avlop, og lagt til síðis í Búskapargrunn Føroya til verri tíðir. Vit gjalda skuld niður við eini milliard í næstum.

Vit hava fíggjað øll okkara politisku stig við egnum inntøkum í Føroyum – ikki við donskum pengum – og hava kortini stór avlop. Og ja, vit hava eisini lagt størri fígging av okkara felags vælferð á tilfeingisgjøld úr fiskivinnu og alivinnu, har gjaldið fyri framíhjárætt er økt. Eisini eru onnur gjøld, sum hava fíggjað tey mál, vit hava sett okkum. Og hetta hevur fíggjað skattalættar hjá lág- og miðalløntum og onnur átøk til frama fyri øll í landinum, og vinnurnar hava framvegis metstór avlop og framúr treytir. Bæði vit øll og vinnan eiga at vera errin av hesum.

Vit hava lagt allar hornasteinarnar fyri at tryggja, at føroyski búskapurin er mentur og førur fyri at standa á egnum beinum.

Virðini eru skapt av fólki og vinnu, ið vilja byggja sítt heim og virki her – og sum úr Føroyum kenna seg sum ein part av heiminum og vilja samstarva við allan heim.

Og vit fjølgast og eru vorðin nærum 3000 fleiri fólk í Føroyum seinastu fýra árini. Vit velja Føroyar. Tað er einastandandi og kann halda fram, um vit velja rætt.  

Vit hava framt tjóðarbygging. Vit hava áhaldandi ment okkum sum fólk, sum samfelag og sum tjóð. Vit hava ongantíð verið nærri okkara máli og eru væl og virðiliga til reiðar at taka tey seinastu tøkini til at stovnseta føroyska tjóðveldið. Við somu rættindum og skyldum hjá øllum í landinum. Har onki útlendskt vald eigur rætt til vald og ognir í landinum, og har ongin einstaklingur ella serstøk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir. Júst sum fyrsta grein í stevnu okkara sigur.

Ella sagt á annan hátt: Í Føroyum skulu føroyingar ráða – ikki bara summir føroyingar. Og vit eiga øll hetta landið – ikki bara summi.

Og her eru ongar forðingar eftir. Vit kunnu á skipaðan og virðiligan hátt fremja tey seinastu tøkini. Vit hava loyst so mong mál saman. Vit kunnu eisini loysa saman.

Og hetta kunnu vit fremja á ein skipaðan og virðiligan hátt, har fólkið í Føroyum eigur endaligu avgerðina.

Um hetta standa valini í 2019. Og okkara uppgáva er saman at ganga fram á torg við røttum ryggi og opnum sinni og tryggja, at vit fáa ein so sterkan Tjóðveldisflokk á ting og á fólkating, at vit harvið fáa megina at fáa onnur við okkum at taka tey seinastu fetini og kunnu ganga undan á øllum pallum.

Góðu tjóðveldisfólk!

 

Eg eri ómetaliga errin og eyðmjúkur í senn um at verða partur av Tjóðveldi – hesum flokki og hesi rørslu.

 

Christian Matras yrkir:

 

Og tíðin hon blásti við gandandi ond,
á lív ið varð livað á bø og við strond,
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða
um fólkið her livdi skapaði tjóð.

 

Sanniliga er tað í stóran mun ein óskrivað søga um tað fólkið, ið her hevur livað og skapað tjóð. Og tað eru ódnartøk, ið eru tikin, sum hava leitt okkum fram her, sum vit standa í dag.

 

Tað er eitt ófatiligt, dagligt bragd, at tað hevur eydnast gjøgnum meira enn 40 ættarlið at yvirliva, liva og skapa tjóð – her mitt í sjónum, á hesum klettum í miðjum Atlantshavi. Ímóti øllum forsagnum hava vit megnað at skapa tjóð og mál og mentan. Búskap og vinnu og felagsskap. Rættindi til fleiri. At vit hava megnað at nútímansgjørt okkum og skapt nýtt – og at traðka út millum heimsins tjóðir.

 

Hóast mótstøðan hevur verið øgilig. Fríhandil mátti ikki koma. Málið kundi ikki brúkast. Skúli kundi ikki verða. Telefon, havnir og vegir kundu ikki byggjast. Deyðin stóð í durinum, um vit tóku á okkum fígging og ábyrgd. Fiskimarkið mátti ikki út, og her var onki at liva av.

 

Ja, tit minnast, hvat varð sagt, tá ið vit skerdu blokkstuðulin og frystu hann. Høvdi vit ikki gjørt tað, var hann 1,9 mia í dag, og vit vóru langt síðani farin á heysin aftur av ábyrgdarloysi.

 

Tjóðarbygging okkara hevur bygt á bæði eina vinnuliga frælsisrørslu, eina mentanarliga frælsisrørslu, eina sosiala frælsisrørslu og eina politiska frælsisrørslu. Hesar hava tíverri verið sundurslitnar í seinastu 100 árini, men mugu finna saman aftur.

 

Hin føroyska tjóðarbyggingin má og skal byggjast á hugsanina um javnvirði og fjølbroytni og ymisleika – og at tað er hetta, sum skapar felagsskapin og framburðin og møguleikarnar hjá øllum.

 

Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður av hugsjónarfólki, sum longu fyri 80 árum síðani løgdu fram í ritum og bókum ætlanir, dreymar og visjónir, sum vit kunnu hyggja at í dag: Tey vildu hava ræðið á fiskinum og tilfeinginum. Tey vildu hava vinnuliga menning.  Tey vildu hava føroyska pensjónsskipan bygt á egnan fígging. Tey vildu hava javnstøðu millum fólk í landinum. Tey vildu hava Fróðskaparsetur. Tey vildu hava fólkatilflyting og møguleika at seta búgv hjá vanligum fólki. Tey vildu hava mentanargrunn, Tjóðleikhús, Fróðskaparsetur, háskúlar, sjúkrahús, barsilsskipan. Tey vildu hava tjóðfund og grundlóg. Tey vildu hava uttanríkispolitikk og havrannsóknarskip. Tey vildu binda landið saman og hava yrkisútbúgvingar fyri fólk í øllum landinum. Ja, hetta skriva stovnararnir av flokkinum longu í 40’unum og 50’unum. Er tað ikki ótrúligt?

 

Men tað hevur verið her, sum týski heimsspekingurin, Alfred Schopenhauer segði: Øll verulig framstig fyri menniskju og samfeløg henda altíð í trimum stigum:

 

  1. Fyrst verður gjørt gjøldur burtur úr tí.
  2. Síðani verður barst við hond og fót ímóti tí.
  3. Og at enda taka øll undir við tí sum sjálvsagt – og siga seg altíð hava gjørt tað.

 

Alt tað føroyska tjóðskaparstríðið hevur verið sum at renna ella at ganga eitt marathon. Við afturstigum og støðgum.

 

Men hyggja vit at, hvussu langt, vit eru komin, so standa vit nú beint við málið. Alt tað, sum hevur verið droymt, er komið undan og er vorðið veruleiki, tí fólk hava hildið á. Og okkum vantar nú bert at taka seinastu fetini.

 

Og tað ger meg ernan og eyðmjúkan. Og tað fær okkum at virða uppaftur meira tey, sum undan hava gingið.

 

Síðani seinasta floksting hava vit eisini mist nøkur teirra, sum hava skapað og droymt og avrikað saman.

 

Eg fari heri í Hovi at loyva mær at nevna okkara holla stríðsfelaga og fyrrverandi politiska formann, Heina O. Heinesen – Heina í Kunoy – sum legði árarnar inn í heyst. Vit fara at sakna teg sáran, Heini, við tínum óbrýnda stríðsvilja fyri tjóð, fiskimenn, havsins ríkidømi og eina samanbundna tjóð við støðið í lokalu mentanunum og dygdunum á bygd og í bý kring alt landið. Tú leiddi flokkin gjøgnum svárastu tíðir og var altíð sum ein ljóskastari á Norðhavinum.

 

Eisini fari at loyva mær at senda helstu samkenslukvøður til Kirkjubøar í dag, nú Borgný Patursson fer til gravar, meðan vit savnast her suðuri.

 

Eg fari at heita á flokstingið um at reisast og at minnast bæði tey og onnur av okkara kæru, sum farin eru eina løtu.

 

 

Nú vit eru á flokstingi fari eg somuleiðis at senda eina heilsan til undangongukvinnuna Karina Kjølbro, sum fylti 75 herfyri. Fyrsta kvinna vald á ting fyri Tjóðveldisflokkin, og sjálv onnur fyrsta kvinna á tingi. Altíð í stríði fyri tjóðina og fyri rættindi alra føroyinga og teimum, sum tørva mest. Holl og djørv – og altíð stuðlandi við tí góða orðinum til okkara, sum nú sita á tingi. Hon gevur streym og stuðul, tá ið mest á stendur. Hjartans tøkk, Karin og bestu kvøður á degnum.

 

 

Okkara framstig eru altíð hend, tá ið vit saman hava sæð virðið í okkara egna. At virða egið tilfeingi og at fáa tað besta og mesta burtur úr tí. At hjúkla um tað. At fáa tað at næla og grógva úr teimum virðum, ið vit eiga saman. Tað hevur bygt hetta landið.

 

Hetta landið, sum við fólki, oyggjum, mentan, bygdum, býum, sjógvi, náttúru undirgrund, lofti og virðum er millum ríkastu og mest livandi tilfeingisdeplar á jarðarknøttinum. Hendan tjóðin sum hevur allar møguleikar at taka frælsið og mennast á jøvnum føti í samstarvi við aðrar tjóðir í heiminum.

 

Og sum hevur allar fortreytir fyri at skipa seg við veruligum fólkaræði og samhaldsfesti, ið skapar somu møguleikar og frælsi hjá øllum at velja, virka og verða vird.

 

Øll tey stóru framstigini, sum eru hend í føroyska samfelagnum, og sum hava gjørt, at vit hava nútímansgjørt samfelagið, eru komin, tí vit hava bygt á dreymar og visjónir og um at verða javnsett og hava barst fyri at binda okkum saman og fáa beinleiðis altjóða samband og samstarv, sum fólk, lokalsamfeløg, einstaklingar og tjóð.   

 

Tað gongur á mongum mótum framúr væl í Føroyum í dag. Vit fjølgast í Føroyum, nógvir og nýggir møguleikar verða skaptir og lata seg upp.

 

Tað er nærum óveruligt at síggja, hvussu okkara fólk megna at fáa nýtt burturúr okkara egna og at gera tað kent og áhugavert fyri allan heim. Matstovuvinnan, ið hevur vunnið seg á hægstu tindar. Í ítrótti, mentan, list og tøkni, í vinnu og á marknaðum um allan heim.

 

Tað er einastandandi at síggja skapanarhugin og dygdina.

 

Tað, sum afturhaldið og sambandið hava gjørt gjøldur burturúr, og søgdu, at vit ongantíð fóru at megna, er nú virt og vinnur virði og virðislønir. “Tari og tøð” varð sagt um okkara tilfeingi. Ja, í dag er tarin bæði virdur og kann gerast nýggj vinna. Og tøðini framleiða orku og vistfrøðiliga taðing á einum nýggjum Bio-gass verki.

 

Men ikki allastaðni í Føroyum.

 

Okkara tjóð skal skapast á fjølbroytni og ymisleika, og at tað er møguligt at liva eitt gott og nútímans lív í øllum plássum í landinum og at skapa og fáa lut í landsins virðum.

 

Tí má landið sjálvsagt samanbindast og møguleikar og virðir býtast javnari. Tað er ein av størstu avbjóðingum okkara.

 

 

Góðu tjóðveldisfólk!

 

Eg eri eisini ómetaliga errin og eyðmjúkur um tað, ið vit hava skapt í hesum samgonguskeiðnum. Haldi, at øll okkara tingfólk, landsstýrisfólk, fólkatingsumboð, umboð í kommunum, í økisfeløgum, í Unga Tjóðveldið og aðrastaðni, hava framt eitt framúr arbeiði. Vit hava hildið málini høgt, tala okkara søk úti í heimi, drigið heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum til Føroya og inn í okkara mál og politikk– og vit framt meira enn eg yvirhøvur veit um í nøkrum valskeiði.

 

Lesi eg samgonguskjalið, sum vit hava samstarvað saman um við Javnaðarflokkin og Framsókn og stuðlum, so hava vit so at siga heilt ella partvíst framt tað, ið vit settu okkum fyri. Tað er helst eindømi í føroyskari politiskari søgu.

 

Tó fingu vit ikki stjórnarskipanina samtykta. Vit leggja tó ætlanir fyri, hvussu vit røkka málunum til fullveldi í komandi valskeiði.

 

Tað hevur verið baldrut, baksut og boysið stundum. Men vit hava hildið á – og ikki gjørt nógv av at reypa, men heldur tikið tað tunga arbeiðið.

 

Men annars hava vit framt nýskipanirnar, vit lovaðu. Skattalætta til lág- og miðallønt. Átøk til at økja fólkatalið og fólkasamansetingina. 3000 fleiri fólk. Havt eina neyva og haldgóða búskaparstýring, ið hevur bjálvað og dubbað okkum til framtíðina. Landsbanki endurstovnaður. Búskapargrunnur. Pensjónistar hava fingið 1.500 kr meira at liva fyri um mánaðin, fyritíðarpensjónsitar lyftir munandi, familjuískoyti til familjur í fátækraváða, barsilsskipan er longd. Møguleiki fyri ikki at mótrokna millum hjún. Fróðskaparsetrið styrkt munandi. Miðnámsskúlar styrktir. Vinnulig skapan og broytingar í í alivinnu, ferðavinnu, fiskivinnu, landbúnaði, Heilsuverkið styrkt munandi og samskipað við meira enn 200 mió. kr,, og nýggir serlæknar og kommunulæknar. Lestrarstuðulin er hækkaður. Mentan og list styrkt. Tjóðleikhús lagt fram. Filmur styrktur. Listaskúli og háskúli og grønmetisframleiðsla í Sandoynni. Íløgur kring alt landið. Stuðul til ítrótt og ítróttaskúla. Útbúgving, søvn og alitreytir í Suðuroy. Bústaðarátøk, vælferðarlóg, Húsarhaldsskúli í Klaksvík. Tunnilsíløgur. Føroysk veðurtænasta. Umhvørvislóg. Útoyggjar. Havrannsóknarskip. Tjóðsavn og stuðul til átøk og søvn kring landið. Nýtt sjóvinnuhús í Vágoy. Ferðavinnuútbúgving í Vestmanna. Uttanríksipolitikkur og handilssáttmálar. Meira enn 800 nýggj vinnufeløg. Hvalbiartunnil, dalstunnil, innkomuvegir. Víkingaskip í Hovi. Miðnám á Kambsdali. Nýggir stovnar á almannaøkinum.

 

Ja, eg kundi hildið á.

 

Eitt sum tó verður trúttað í okkum og í Tjóðveldi, er, at vit gera bert íløgur í miðstaðnum. Men hví verður tað sagt? Jú, stórar íløgur eru gjørdar í Glasir og landssjúkrahús, men tað varð samtykt í undanfarnu samgongu. Vit hava samtykt tvær størri íløgur: Havrannsóknarskipið, ið verður bygt á Skála og Hvalbiartunnilin.

 

Og álvaratos: Taka vit Suðuroynna. So var í undanfarnu samgongu onki gjørt í Suðuroy. Nú er meira gjørt í Suðuroy enn í mong ár: Bert undir fullveldissamgonguni varð gjørt meira.

 

 

Gott tjóðveldisfólk

Og vit hava í hesum samgonguskeiðnum tikið ódnartøk, ið byggja súlurnar undir teimum sjálvstøðugu, samhaldsføstu og frælsu Føroyum, har fólk hava somu rættindi, skyldur og virði at velja og skapa sær eydnuna góða – uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim, hvussu lagnan hevur lagt sínar leiðir ella hvar vit búgva í landinum.

 

 

Í áratíggju høvdu allir flokkar tosað upp í saman um eina nýggja pensjónsskipan, men tað lá á láni.

 

Nú er hon framd.

 

Í áratíggju – ja, kanska hálva øld- høvdu allir flokkar tosað um eitt sameint sjúkrahúsverk. Onki varð hent. Og ræðumyndirnar um at niðurleggja smáu sjúkrahúsini livdu sítt fríska lív.

 

Nú er tað framt. Og ræðumyndirnar gjørdar til skammar. Fleiri læknar og viðgerðir og meira at gera á øllum sjúkrahúsum, Jú eitt bakkast hevur verið nú, men vit hava fult álit á, at Sirið fer at loysa tað eisini.

 

Í áratíggju høvdu allir flokkar tosað upp í saman um eina nýggja fiskivinnuskipan. Men onki varð framt og alt lá á láni.

 

Og lat meg dvølja eitt sindur við tað.

 

Vit vóru á eggini til – ja, millimetrar frá – at fiskiríkidømið í okkara stórhavi gjørdist privat ogn hjá fáum og skjótt kundi endað á útlendskum hondum. Og harvið varð tað mist sum felags ogn hjá fólkinum og ókomnum ættarliðum hjá hesari tjóð, eins og vit hava sæð í londum kring allan heim, har ikki vendist aftur.

 

Men vit megnaðu tað saman. Vit hava nú framt eina nýggja skipan:

 
Sum bæði í lóg og verki staðfestir livandi ríkidømið í havinum sum ogn Føroya fólks.
Sum tryggjar, at útlendskur ognarskapur ikki kann vera í veiðiliðnum, ið kann fáa atgongd at troyta okkara felags tilfeingi.
Sum áleggur okkum stovnsrøkt og burðardygga veiði av øllum okkara fiskastovnum.
Sum krevur, at allur fiskur og alt av fiskinum skal landast í Føroyum, kann virðisøkjast her undan føroyskum hondum og høvdum, og sum setur pening av til menning, nýskapan og gransking at virðisøkja fiskin í øllum liðum.
Sum lógarbindur, at skipari og manning skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum.
Sum skapar javnari býti av virðunum og møguleika hjá øllum í landinum at bjóða seg fram at á einum marknaði at virka í føroyskari fiskivinnu – og sum skapar atgongd til tilfeingið kring landið.
Sum lógartryggjar rættindi hjá útróðri og húkaflota kring landið.
Og sum tryggjar, at virðið av hesi avmarkaðu atgongd til at fiska, ið fyrr varð keypt og seld millum privat fyri 100-tals milliónir og skuldarbant ein gamlan flota, nú verður rindað sum eitt gjald til felagsskapin og kemur øllum Føroya fólki til góðar – og skapar grundarlag fyri, at vit megna at fíggja okkara vælferð sjálv.     

 

Ja, tað er hetta sum er innihaldið í hesi so dúgliga álopnu og niðurgjørdu fiskivinnuskipan. Og hetta eru alt høvuðsmálini í stevnu og stevnumiðum Tjóðveldisfloksins og tey málini, vit settu í samgonguskjalið saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn.

 

Og minnast tit, hvat varð sagt og enn hevur verið sagt um hesa broyting? Kósavirkið fór at steingja, hungur og hall kring landið, alt fór at verða mist, landsstýrið fekk í boði at keypa heilar skipabólkar og so frameftirni.

 

Veruleikin er, at tað gongur framúr væl hjá teimum, ið hava barst harðast ímóti. Sjálvandi hevur nýskipanin broytt umstøðurnar hjá teimum, ið høvdu alt frammanundan. Og eisini gjalda tey meira til okkara felags kassa. Hartil er makrelkvotan lækkað við 40% seinastu tvey árini, orsakað tilráðingunum um mest loyvdu veiðu, sum vit gera avtalur um í makrelsemjuni. Men avlopini hjá eru framvegis metstór og ivaleys til at gera nýíløgur í ein framkomnan flota og góðar umstøður hjá manning, reiðaríum og íløgur í virðisøking.

 

Tey, sum hava størstu avbjóðingarnar enn, eru tey, sum royna at bjóða seg framat í eini sera ójavnari kapping. Vert er eisini at nevna, at hetta landsstýrið hevur við politiskum samráðingum og avgerðum útvegað stórar nøgdir av nýggjum tilfeingi – bæði til línuflotan í Íslandi, Grønlandi og á Flemish Kap. Og av uppsjóvarfiski, har okkara lutur av norðhavssild og svartkjafti er hækkaður munandi – ja, eins nógv og makrelkvotan hækkaði í seinasta valskeiði.

 

Hetta er nýtt tilfeingi, ið er útvegað við politiskum avgerðum. Og sjálvandi eigur hetta at bjóðast út, sum lógin sigur. Men  sum orðaskiftið hevur gingið, verður eisini hetta nýggja tilfeingið sagt at verða “tikið frá” teimum, ið hava mest frammanundan. Tað er eftir mínum tykki uttan fyri øll mørk fyri sømiligheit.

 

Innast inni veit eg, at hjá okkara dugnaligu vinnulívsfólkum í fiskivinnuni er eisini ein stoltleiki og viðurkenning av, at tey gjalda sítt til okkara felags kassar og okkara felags vælferð í heilsuverki, almannaverki, útbúgving, mentan, list, samferðslu o.s.fr. – og at tey eru bulur undir einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi og samfelag. Tað er uttan iva so, at tað eru teir sjálvútnevndu “vinnuvinarligu ambassadørarnir” í Fólkaflokkinum, sum tekna hesa so sjálvsøknu myndina av mótstøðuni og afturhaldinum.

 

Jú, víst eru lýtir og tillagingar og trupulleikar í fiskivinnunýskipanini, sum altíð eru, tá ið nakað nýtt skal setast í verk. Og víst er alt ikki framt í sama mun, sum vit kundu ynskt okkum. Men allir megintættirnir eru framdir og kunnu støðugt mennast og útbyggjast – og eisini tað kunnu vit loysa saman.

 

Og bert um vit standa saman og halda á. Savnast vit ikki um hetta og vinna undirtøku á komandi vali, so er alternativið greitt: Vit fara aftur í fortíðina. Øll frambrotini verða spolað aftur. Fiskiríkidømið verður privatiserað, savnað á fáum hondum og keypt og selt á privatum uppboðssølum út í alla framtíð. Og ávarandi orðini hjá Nólsoyar Pálli í Fuglakvæðnum: “Vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra mær”, fara aftur at mynda Føroyar og okkara framtíð.

 

 

Gott tjóðveldisfólk

 

Til tess at røkka fullveldinum, hava vit allar fyrireikingar greiðar.

 

Vit hava ongantíð verið nærri at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Fyri áleið 25 árum síðani varð danski blokkstuðulin 25% av føroyska búskapinum. Í dag er hann 3% av tí, sum vit framleiða. Vit skapa sjálv 97% av øllum. Og okkara egnu inntøkur til landskassan eru vaksin meira enn blokkstuðulin hesi 4 árini vit hava sitið.

 

Vit kunnu nú leggja fram okkara ítøkiligu uppskot og krøv til, hvussu blokkstuðulin verður minkaður burtur.

 

Hartil skal eisini fíggjast allur lestrarstuðul uttanlands til føroysk lesandi, sum er mettur til uml. 80 mió.

 

Fyri 25 árum síðani vóru ein ørgrynna av málum á donskum hondum. Nú eru bert heilt fá eftir at taka á føroyskar hendur.

 

Undir hesi samgongu eru persóns-, familju- og arvarættur, kortmyndugleiki, sjórættur, vita og sjóuppmerking tikin á føroyskar hendur, og meira kemur afturat.

 

Tey størstu, ið eftir eru, eru dómsvald og løgregla. Og tey málini eru longu lýst út í æsir, hvussu vit taka tey á føroyskar hendur í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Uttanríkismál megna vit øll sjálv longu í dag. Fíggjarrættur og onnur viðurskifti eru eisini allýst, hvussu tey verða skipað trygt, og hvussu samstarvað verður ið onnur lond um tænastur, gjaldoyrarviðurskifti o.a.

 

Ein sáttmáli um virðiligt samstarv við Danmark sum tvey sjálvstøðug lond er eisini klárur.

 

At føroyingar fáa full rættindi at lesa, arbeiða og flyta í Norðurlondum er eisini langt síðani staðfest at vit vinna okkum sum fullgildugur limur í norðurlendska samstarvinum.

 

Vit eru so nær sum ongantíð.

 

Tí menningin loysir seg. Tað loysir seg at arbeiða fyri loysing. Loysingin loysir seg.

 

Vit hava sjálvsagt eisini nógv eftir at fremja til tess at byggja Føroyar sum eitt frælst samfelag fyri øll.

 

Nøkur av ítøkiligu málunum hjá okkum til komandi valini er at fremja:

 
Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku
At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum
At tann gjógvin, sum er millum økir í landinum mjækkar. Serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, útoyggjar og smábygdir eru enn í heilt øðrvísi støðu enn onnur pláss í landinum. Og her hava vit fleiri átøk at fremja.
At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið er enn sum áður stórmál at loysa
at binda landið saman er tjóðarmál, sum Tjóðveldi altíð hevur sett fremst: At farið verður undir Suðuroyartunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur er sjálvsagt. Fámjinstunnlin verður eisini byrjaður so títt og knapt Dalstunnilin er boraður – og játtanin er økt til tunnilstoymið. Aftaná standa Tjørnuvík og Gjógv fyri tørni. Tá ið Hvalbiartunnilin er liðugur verður farið at bora norður um Fjall. Og síðani eru Vestmanntunnil, tunnil í Gøtudal og av Fútakletti til Sandavágs á skránni.
Útoyggjarnar og teirra støða er bøtt undir hesi samgongu, men nógv er eftir at fremja.

 

Góðu Tjóðveldisfólk

 

Vit standa við eitt val, um vit vilja taka tey seinastu tøkini til at stovnseta okkum sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja okkara egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum.

 

Ella vit skulu bakka aftur í fortíðina. Har hvør skal sæta sær og leggja vertin á, hvat annar fær. Og har vit aftur skulu biðja onnur gjalda fyri tað, ið vit ikki vilja gjalda til í felag – og selja okkara sjálvræði.

 

Valið er sera greitt, haldi. Tað veldst nú um okkum, um vit vilja vinna tað.

 

Gott floksting.

 

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad