Lýsing

Flokstingið er sett

Vælkomin á ársins floksting her í Hovi.

Nú valskeiðið skjótt er runnið, kunnu vit staðfesta, at nógv er farið fram, bæði gott og minni gott. Fleiri megnartøk hava okkara fólkavaldu framt. Eg eri errin av tykkum. Til ber ikki at nevna alt nú, men margfeldislógin (um hon verður samtykt) er stórt framstig og sanniliga eisini fiskivinnunýskipanin.

Eg vil pástanda, at størsta umhvørvisbragd Føroya er fiskivinnunýskipanin. Tí við fiskivinnunýskipanini eiga føroyingar fullan og demokratiskan ræðisrætt á okkara sjótilfeingi. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu støðan kundi endað, um ræðisrætturin á okkara livandi tilfeingi lá í hondunum á útlendskum stórkapitali, sum eittans hevur løtuvinning fyri eygað, og vit kunnu eisini hyggja eftir londum, har støðan er hendan. Til dømis har land-grabbing og ognartøka av eitt nú vatni fer fram. Tað er ein sjálvfylgja, at vit skulu røkja okkara egna tilfeingi við atliti at náttúru, menniskjum og samfelagi. Tí hesi hanga saman, og vit, sum liva við hesum í okkara gerandisdegi, vita eisini – ella áttu at vitað – hvat gagnar okkum, okkara komandi ættarliðum og náttúru best. Og vit kunnu røkja okkara tilfeingi rætt, tí vit hava ræðisrættin.

Men eisini hevur nógvur ágangur verið, tað merkja vit øll. Tað er ofta ópopulert at gera stórar broytingar, og okkara fólkavaldu hava staðið modell til mangt slíkt. Serliga í pørtum av landinum hevur ágangurin verið stórur og er tað enn. Men hetta hevur ikki fingið okkara formann og okkara fólkavaldu at helma í, tvørturímóti.

Vit vita nú, at val er á veg, men vit kunnu eisini siga, at vit eru væl á veg móti loysingini, tó so, so hevur kritikkur frá nógvum loysingarfólki verið, at hetta hevur verið ov lítið á skrá hetta valskeiðið, men her vil eg nevna, at fyri at arbeiða fram móti loysingini, var sjálvandi neyðugt at taka fult ræði á fiskivinnuni, tí hvat nyttar at gera okkum politiskt sjálvstøðug, um vit ikki eiga okkara ræði á egnum tilfeingi? Tað mugu vit ikki gloyma, tí fiskivinnunýskipanin, umframt at vera eitt umhvørvisbragd, er hon eisini eitt risa stig og eitt neyðugt stig móti loysingini.

Tá tøk, sum eru tikin á fiskivinnuøkinum – saman við nøkrum heimtøkum og minkan av skuldini – kunnu vit staðfesta, at vit ongantíð hava verið so nær loysingini sum nú. Vit mangla nærum bara at taka tað mentala stigið, sum forðar føroyinginum í at loysa frá yvirvaldinum.

Nú ljóðar alt so ljósareytt, og tað er lætt at sita og klappa hvør øðrum á ryggin, men eitt sum vit, flokkurin, hava haltað við, er at vísa á stóru stigini, sum eru tikin. Veljarakanningarnar fyri tíðina eru ikki serliga góðar fyri okkara flokk, tí er umráðandi, at vit vísa, at vit eru fleiri, sum taka undir við førda politikkinum og við hesum stuðla okkara fólkavaldu og samstundis ikki geva atfinningarsomu røddunum allan pallin einsamallar. Vit eru nógv, sum atkvøddu fyri hesum flokki og søkunum, sum flokkurin fór á val uppá, so lat okkum nú standa saman og stuðla hesum søkum.

Unga Tjóðveldið hevur, sum so mangan áður, gingið á odda við at seta mál á breddan. Seinastu mánaðirnir hevur forkvinnan, Hervør Pálsdóttir, tikið stig saman øðrum at skipa fyri veðurlagsverkføllum. Við átøkum sum hesum og uppskoti, sum kemur í kvøld, megna tit í Unga Tjóðveldinum at skapa kjak og flyta mørk í flokkinum. Drívið á við tí.

Tá eg fyri einum ári síðani stóð og segði hví tit skuldu velja meg til aðalstjórnarforkvinnu, segði eg millum annað, at tað eru vit, fólkini um alt landið, sum skulu vekja frælsishugsjónina. Við hesum liggur ein stór ábyrgd á økisfeløgunum og limum í økisfeløgunum, sum nú skulu endurvekja loysingarhugin, tí tað er loysingini vit fara eftir í komandi valskeiði.

Sum ein lið í hesum arbeiði, var skipað fyri einum nólsoyartúri, har allir nevndarlimir í øllum økisfeløgum og onnur í flokkinum vóru við. Alt hetta arbeiðið frá øllum økisfeløgum var byrjanin upp á valskránna. Eisini tilrættisløgdu økisfeløgini komandi virksemi, so vit nú eru byrjað at føra út í verkið.

Okkara fólkavaldu hava hetta valskeiðið staðið væl saman um politiska arbeiðið, og hetta hevur givið góð úrslit, tó hevði úrslitið helst verið nógv betri, høvdu allir flokkar í samgonguni staðið eins væl saman. Har hava tit í Tjóðveldi verið fyrimyndarlig. Nú mugu vit, sum stuðla fullveldishugsjónini, standa saman um at taka seinasta stigið!

Takk og gott floksting her í Hovi 😊

468 ad