Lýsing

Saman fremja vit loysingina

Politiska kósin næstu fýra árini verður høvuðsevnið á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður í Hovi um vikuskiftið.

Komandi mánaðirnar skulu føroyingar tvær ferðir á val. Flokstingið fer í stóran mun at snúgva seg um løgtingsvalið. Politiska støðan verður gjørd upp og politiska kósin til løgtingsvalið verður sett. Fyri Tjóðveldi er tað avgerandi, at valini í ár snara kósina frælsisvegin og seta ferð á móti loysingini.

Harumframt verða gestarøður frá Hilmar Eliassen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins og frá Guðmundi Joensen, leiðara á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Fyrsti flokstingsdagur

Flokstingið byrjar kl. 20 fríggjakvøldið, tá Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna, setir tingið. Síðan verður mentanarligt tiltak, sum Eyðun Nolsøe skipar fyri.

Kl. 20.45 verður flokstingið skipað við tingformanni og tingskrivara, og sum siður er verður yvirlýsingartoymi valt.

Á skránni fríggjakvøldið er framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og atkvøðugreiðsla. Fríggjakvøldið endar við vali av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum.

Annar flokstingsdagur

Flokstingið byrjar leygarmorgunin kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins.

Eftir matarsteðgin á middegi leygardagin, kl. 13.15, fer Hilmar Eliassen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins at halda gestarøðu á flokstinginum.

Landsstýrisfólk og tingmanning leggja fram

Eftir gestarøðuna verður tiltak, har landsstýrisfólk og tingfólk floksins fara at gera støðuna upp, nú valskeiðið er komið móti endanum, og greiða frá hvat tey meta at næstu stigini skulu verða.

Kl. 14.30 fer Guðmundur Joensen, leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy at halda gestarøðu, og síðani verður politiska orðaskiftið tikið uppaftur.

Tá orðaskiftið er liðugt verður frágreiðing frá Unga Tjóðveldi, áðrenn yvirlýsing frá flokstinginum verður kunngjørd kl. 17.30.

Stroyming

Leygardagin kunnu øll fylgja við flokstinginum her á heimasíðuni hjá Tjóðveldi. Øll skráin leygardagin verður stroymd og byrjað verður at stroyma kl. 9.30 leygarmorgunin, tá Høgni Hoydal, floksformaður, heldur formansfrágreiðingina.

Veitsla

Um kvøldið verður veitsla fyri øllum tjóðveldishugaðum í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Tekning til veitsluna kann gerast hjá Finnbjørn, telefon 259554 og Bárður, telefon 282708 ella umvegis teldupost: bardurnielsen@gmail.com.

Kostnaðurin er 250 krónur og kann gjaldast á konto 6460-495.434.5

Deil hesa grein umvegis
468 ad