Lýsing

Floksting Tjóðveldis verður í Hovi 5. og 6. apríl

Skráin fyri báðar dagarnar.

Fríggjadagur 5. apríl
20.00   Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið
20.15   Mentanarlig framførsla – Eyðun Nolsøe
20.45   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
20.15   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
22.30   Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum

Leygardagin 6. apríl
08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður
10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00   Matarsteðgur
13.15   Gestarøðari: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfarðaskipum Landsins: Hvussu tryggja vit ein støðugan og skynsaman rakstur á Suðuroyarleiðini?
13.45   Innlegg: ting- og landsstýrisfólk floksins
14.30 Gestarøðari: Guðmundur Joensen, leiðari Ítróttarháskúlin í Suðuroy
15.00   Steðgur
15.30   Frágreiðing frá Unga Tjóðveldinum
16:00   Politiskt orðaskifti framhald
17.30   Yvirlýsing
19.30   Tjóðveldisveitsla

Tekning til veitsluna  

Leygarkvøldið 6. apríl verður Tjóðveldisveitsla hildin í Miðnámsskúlanum í Hovi.
Tekning til
veitsluna kann gerast hjá Finnbjørn, telefon 259554 og Bárður, telefon 282708
ella umvegis teldupost: bardurnielsen@gmail.com.
Kostnaðurin er 250
krónur – kann gjaldast á konto 6460 495.434.5

Gisting
Møguleiki er at
gista í fimleikarhølini. Havið soviposa og undirlag við. Pláss er fyri umleið
50 persónum.
Er ynski um at
gista í fimleikarhølini skal frá til Bárð Gunnarstein Nielsen umvegis
teldupostin: bardurnielsen@gmail.com

Umframt eru fleiri aðrir møguleikar:
Hotel Bakkin í Vági, Hotel Tvøroyri, AirBnB osfr.
Leinkjur til
heimasíður:
www.visitsuduroy.fo
http://visitsuduroy.fo/index.asp?pID={6417CCF7-1AA6-4605-BCA8-DDA89EB8C3BA}
https://www.facebook.com/visitsuduroy
https://www.facebook.com/KunningarstovanTvoroyri

Deil hesa grein umvegis
468 ad