Lýsing

Broytingar í Fólkaskúlalógini

Robotturin er longu uppfunnin, ið kann tað ófatiliga, ja finnur fiskin í havinum og kann taka hann upp. Sjálvstýrandi bilurin er uppfunnin. Hvussu skal skúlin brynja børn okkara til framtíðina, tá øll vitan er gomul eftir fimm árum?

Samstundis sum vit ynskja, at næmingar eru sjálvbjargnir, hava gott hugflog, eru skapandi og hava eina sunna sjálvsfatan, so eiga vit javnan at dagføra lóggávu og ætlanir á undirvísingarøkinum -leggja annað afturat tí at skriva á siðbundnu talvuna. Vit mugu stimbra evnini at samstarva, til tað skapandi, til framburð, eginlæring og eginmotivatión.


Marius Dam og Hammershaimb

Herfyri hevur uppskot um broytingar í Fólkaskúlalógini verið til hoyringar, og fyrsta viðgerð av uppskotinum verður hósdagin. Fyrrverandi løgtingslimur og sambandsmaðurin Marius Dam hevur í greinini V. U. Hammershaimb -vendir sær í grøvini roynt at fyrigykla fólki, at “Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin royna nú av øllum alvi at skerja tímarnar í føroyskum, okkara móðurmáli.” Og at “Tjóðveldi vil skerja føroyskt undirvísingina.” Tað er ikki tímar í føroyskum, sum uppskotið hevur lagt seg eftir at skerja. Løgtingslimir hava neyvan førleika til fulnar at siga, hvussu lærugreinabýtið og tímatalvan skulu síggja út. Hinvegin verður skúlaleiðslunum heimilað at nýta tveir tímar av undirvísingartímatalinum til m.a. at menna ymiskt slag av frálæru.

Sjálv hevði eg væntað mikið meira av so væl lærdum manni, at hann kendi uppskotið og eisini visti, at Javnaðarflokkurin átti landsstýriskvinnuna í skúlamálum, tá uppskotið var sent til hoyringar, og at núverandi landsstýriskvinna er úr Framsókn. So at Marius Dam undrast á, at“Tjóðveldi fremur eitt stórálop á okkara kæra móðurmál. Sum vanligt, so listrar Javnaðarflokkurin harraboð frá Tjóðveldisflokkinum og førir knívin í hesum máli.”  -tað man vera ein misskiljing. Var tað upp til Marius Dam og hansara felagar, so tosaðu vit helst øll danskt her á landi. Tjóðveldi fer altíð at arbeiða við og fyri móðurmálinum, og V. U. Hammershaimb kann hvíla í friði, hann fara vit ikki at órógva. Tvørturímóti fara vit at hátíðarhalda 200 ára føðingardagin við størstu virðing og tign.

Broyting í Fólkaskúlalógini

Uppskotið til broyting í Fólkaskúlalógini fer til fyrstu viðgerð hósdagin, og hetta er ongin kollvelting av skúlanum. Ein tvørpolitiskur bólkur hevur arbeitt við skúlaviðurskiftum í góð trý ár, og ynskini eru mong til tímatalvuna: tónleik og sang, handligar og kreativar lærugreinir í nógv størri mun, ítrótt og heilsu, lestrarvegleiðing, heimsspeki og eisini forritan. Ja, tá ynskini eru so mong, so er ongin annar vegur enn við øðrvísi skipaðari frálæru, tí eingin tímatalva rúmar hesum hvørja viku. Tvørfaklig menning er ein av lyklunum.

Niðurstøðan í arbeiðinum er, at vit ynskja at styrkja um sangin í skúlanum, at fáa handaverki og list betri innivist í gerandisdegnum og at fáa samfelagsfrøði sum lærugrein. Umframt  morgunsang sum part av skúladegnum hava mál sum árliga skúladagtalið, tíma- og lærugreinabýtið, sangur sum partur av handaverki og list, undirvísingartímatal í hvørjum árgangi og skúlabygnaður við atliti at skúlaøkjum og skúlasamstarvi millum kommunur verið viðgjørd. Harafturat hevur verið arbeitt við 10. floks eindunum, sum kortini ikki gjørdist partur av hesum uppskotinum.

Samfelagsfrøði

Samfelagsfrøði varð í skúlaárinum 2017-18 sett í verk sum ein royndarskipan í hádeild, har byrjað varð í 7. flokki. Fyri tveimum árum síðani vórðu fyrireikingar gjørdar at skipa lærugreinina, námsætlan varð gjørd og sjøtul settur á at geva út undirvísingartilfar til samfelagsfrøði í 7. flokki, og hildið er fram við útgávum til samfelagsfrøði í 8. og 9. flokki. Lærugreinin er væl umtókt, og verður sostatt skotið upp, at samfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7. – 9. flokki. Við lærugreinini fáa næmingarnir innlit í m.a.  fólkaræði, rættindi og skyldur, kommunur og løgting, skúlar og nærumhvørvið. Og ógvuliga týðandi er eisini, at okkara ungu læra um miðlar, harímillum nýggju miðlarnar sum Snapchat og Instagram, sum tey brúka nógv, og tørvurin á at vita meira um hesar og hvussu tey kunnu verja seg ímóti tí, ið fer fram í ymsu miðlunum, er ovurhonds stórur.

Sangur og kreativ læra

Í uppskotinum verður beinleiðis áseting um sang. Hetta er orðað “Morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum.” Eisini verða sangur og tónleikur ásett sum lærugrein í handaverki og list. Í galdandi fólkaskúlalóg er sangur ikki nevndur sum lærugrein ella partur av lærugrein, meðan tónleikur er partur av handaverki og list. Skotið verður upp, at sangur og tónleikur verður ein av lærugreinunum í handaverki og list í 1. – 7. flokki. Uppskotið mælir til at menna lærugreinina handaverk og list, har tímatalið í føroyska fólkaskúlanum er munandi lægri samanborið við okkara grannalond, og at sangur verður ein nátúrligur partur í undirvísingini í føroyskum, ið hvussu er í byrjanarundirvísingini.

Uppskotið heimilar skúlum at nýta tveir tímar av undirvísingartímatalinum til at menna lærugreinir innan handaverk og list, sang, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum í hvørjum flokki.

Á hvørjum ári søkja skúlar um royndar- og menningarvirksemi innan ymisk øki, men hava ikki møguleika at nýta tímar av kravda tímatalinum í hvørjum flokki til at gera átøk við øktum læraratímum. Við uppskotinum fer at bera til at arbeiða fjølbroyttari og møguleiki verður hjá leiðsluni at fáast við umráðandi fyri at seta undirvísingarátøk í verk.

Skúlasamstarv og gransking

Uppskotið víðkar møguleikarnar fyri skúlasamstarvi millum kommunur, serliga sambært § 31 í lógini. Við atliti at skúlasamstarvi, so hava kommunur víst á, at skipanin ikki er nøktandi, at skúlasamstarvið bara er møguligt, um kommunurnar skipa ein felagsskúla við egnari leiðslu og egnum skúlastýri. Kommunurnar ynskja eina liðiligari skipan, har kommunur í einum skúlasambandi lutvíst skipa síni skúlaviðurskifti, uttan at tað krevst, at tær stovna ein felags skúla við sjálvstøðugari leiðslu og felags skúlastýri. Skotið verður tí upp, at ásetingar verða gjørdar í § 31, sum eisini heimila hesa skipan. Og her er vert at leggja afturat, at ongar mannagongdir eru broyttar í sambandi við samanlegging av skúlum o.ø.

Harafturat heimilar uppskotið landsstýrismanninum at skipa fyri og stuðla royndarverkætlanum og granskingarverkætlanum, ið hava til endamáls at granska og kanna námsfrøðilig og fyrisitingarlig viðurskifti í fólkaskúlanum.

 

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad