Óluva spyr um føroyskt á fartelefon og teldu

Óluva Klettskarð spyr nú hvussu langt Mentamálaráðið er komið við at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur.

25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U. Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítla tjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroyskt.

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi fer á tingfundinum í morgin 20. Mars kl. 10.00 at seta munnliga fyrispurningin til landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Honnu Jensen.

Fyrispurningarnir eru:

  1. Hvussu langt er MMR komið at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi?
  2. Landsstýrið setti málmenning hjá børnum í miðdepilin í 2018 við endamálinum at økja um tilvitið hjá teimum, sum eru um smæstu børn okkara. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða við málmenning og skulu vit vænta okkum at stig verða tikin at fáa móðurmálinum betri sømdir?

Viðmerkingar:

Undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um føroyskt mál í samskiftistøknini, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað.

25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U. Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítla tjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroskt.

At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forrit eru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar. Uppgávan kann tykjast krevjandi, men hon er alneyðug fyri okkum, skal mál okkara varðveitast og verða virkið á øllum økjum.

Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, og alsamt fleiri og alsamt yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótin hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum og margmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máli burturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir enskt sína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Tað eru børnini og tey ungu eru tey, sum leggja lunnar undir framtíðarmál og framtíðarmálbroytingar

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad