Lýsing

Svar uppá fyrispurning um dagstovna- og fólkaskúlaráðið

Gunvør Balle hevur fingið svar frá Bjørn Kalsø uppá § 52a fyrispurning sín um dagstovna- og fólkaskúlaráðið

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta fólkaskúlaráðið?

2. Hví er drálað so leingi við at seta ráðið?

3. Nær verður dagstovnaráð sett?

4. Hvønn leiklut skulu kommunurnar hava í dagstovnaráðnum ?

Svar
Til 1: Ætlanin er, at fólkaskúlaráðið verður sett fyrst í nýggja árinum.

Til 2: Tað hevur tikið heldur longur tíð enn upprunaliga ætlað at seta fólkaskúlaráðið.

Til 3: Undanfarna landsstýrið setti dagstovnaráð í juli 2011, og hevði tað nakrar fundir.

Dagstovnaráðið virkaði tó ikki eftir ætlan, m.a. tí at kommunurnar, sum varða av økinum, vóru
ikki nøgdar við leistin, ráðið tá varð skipað eftir. Landsstýrismaðurin hevur m.a. ‘yvirskipaða
eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir’. Út frá hesum varð
dagstovnaráðið í sínari tíð skipað, tí tað skuldi geva landsstýrismanninum ráð og tilráðingar í
málum um dagstovnaøkið. Roynt hevur verið at fingið málið á beint við fundum við umboðum
fyri kommunurnar og Pedagogfelagið. Og málið er, at nýtt dagstovnaráð verður sett í nýggja
árinum.

Til 4: Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum, og er tað tí natúrligt, at tær eru við í hesum
arbeiði. Hetta verður eisini havt í huga, tá ið nýtt dagstovnaráð skal setast.

Vinarliga
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad