Forsídubreddi

Nýbygningurin á Landssjúkráhúsinum fer at verða rikin við grønari orku

 Sirið Stenberg svarar fyrispurningi frá Kára P Højgaard, viðvíkjandi ný- útbyggingini á Landssjúkrahúsinum

 

Í sambandi við út- og nýbyggingina av H-bygninginum, verður avlopsorkan endurnýtt í mest møguligan mun. Sum dømi kann nevnast, at avlopsorkan frá køliskipanini verður endunýtt í hitaskipanini. Uttan at fara nærri inn í loysnirnar, so fevnir avlopsorkan frá køliskipanini um stóran part av orkutørvinum í bygninginum, serliga um summarið.

Fyri at tryggja H-bygningin til eina og hvørja tíð í mun til orku, so

 

Svar upp á fyrispurning sambært § 52a frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr. 50/2018: Viðvíkjandi ný- útbyggingini á Landssjúkrahúsinum

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

  1. Hvørji stig eru tikin í út-og nýbyggingini av Landssjúkrahúsinum til tess at tryggja, at bert grøn, umhvørvisvinarlig og varandi orka verður nýtt til upphiting.
  2. Er tað rætt sum mær er komið fyri oyra, at reinsiverkið á Sjúkrahúsinum er burturbeint og spillivatn sostatt rennur óreinsað á sjógv.

 

Svar:

 

Til spurning 1

Nýbygningurin á Landssjúkráhúsinum fer at verða rikin við grønari orku, tað eru tikin stig til tað.

er ein sjóhitapumpuskipan gjørd. Grøna sjóhitapumpuskipanin skal tryggja, at nokk er til av orku, bæði til hita og køling í H-bygninginum. Tað er SEV, ið veitir streymin til tær ymisku skipanirnar.

 

Eisini leggur loysnin í út- og nýbyggingini upp til, at tað í framtíðini kann verða bundið í skipanirnar í verandi bygningum. Við hesum íbindingum kann avlopsorka frá verandi bygningum eisini endurnýtast, og verandi bygningar kunnu fáa orku frá sjóhitapumpuskipanini.

 

Ein enn meira grøn loysn fyri út- og nýbyggingina er at binda skipanir saman millum H-bygningin og verandi bygningar. Herundir er eisini møguligt at gera skipanir, ið kunnu veita streym við t.d. sólsellum, ið verða uppsettar aðrastaðni í Føroyum. Hetta er tó ikki partur av verandi verklagslóg

 

 

Til spurning 2

Fyri at gera pláss fyri nýggja H-bygninginum, varð neyðugt at taka verandi reinsiverk hjá Landssjúkrahúsinum niður. Hetta bleiv gjørt við loyvi frá Umhvørvisstovuni og Tórshavnar kommunu. Í sambandi við niðurtøkuloyvið frá Umhvørvisstovuni, vórðu setta treytir til Landssjúkrahúsið um reinsing av spillvatninum, og hevur Umhvørvisstovuni útskrivað Landssjúkrahúsinum nýggja umhvørvisgóðkenning, galdandi frá 11. juli 2018. Í nýggju umhvørvisgóðkenningini, sum fevnir um eina spillvatnstangaskipan, eru treytir settar til Landssjúkrahúsið um framhaldandi royndartøkur av spillvatninum, sum við tíðini skal vísa, um tað verður neyðugt at byggja eitt framkomið reinsiverk, sum m.a. skal reinsa spillvatnið fyri kemikaliir, resistentar bakteriur og heilivágsrestir.

Tórshavn, 8. mars 2019

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad