Lýsing

Í dag hevur Sirið Stenberg svarað fyrispurningi, um Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv

  Spurningurin var settur av Kaj Leo Holm Johannesen

 

1.     Nær í 2019 fer Heilsu- og innlendismálaráðið undir ítøkiliga at fyrireika eitt samstarv millum føroyska heilsuverkið og Novo Nordisk Grunnin um diabetesviðgerðir og bygging av einari diabetesmiðstøð í Føroyum?

2.     Hevur Heilsu- og innlendismálaráðið lagt eina arbeiðs- og tíðarætlan, sum m.a. vísir, hvat skal kannast og lýsast, hvørji loysn arbeiðast skal við og til hvørjar tíðarfreistir?

3.     Hvussu ætlar Heilsu- og innlendismálaráðið at fyriskipa fyrireikingarnar, undir hesum involvering av t.d. politisku skipanini, fakfólkum, áhugabólkum og øðrum viðkomandi pørtum?

4.     Eru mannagongdir, reglur ella ein politikkur í Heilsu- og innlendismálaráðnum ella í landsstýrinum fyri, hvussu stuðul frá privatum áhugafelagsskapum ella vinnuligum feløgum til serlig átøk ella almentgagnlig endamál skulu viðgerast ella handfarast?

 

Viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur svarað undirritaða 13. desember 2018 í einum § 52 a fyrispurningi (nr. 41/2018), um eitt tilboð frá danska Novo Nordisk Grunninum, sum bjóðar sær til at samstarva við føroyska heilsuverkið og at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.

 

Í spurningi 2. varð spurt: “Hvørjar ítøkligar grundgevingar brúkar Heilsu- og innlendismálaráðið fyri ikki at taka av tilboðnum at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum?”

 

Svar frá Sirðið Stenberg: “Sum eg havi greitt frá í svarinum til spurning nr. 1 snúði fyrispurningurin frá Novo Nordisk Fonden og fundurin okkara millum seg ikki um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Men, sum víst verður á í svarinum til spurning nr. 1, var talan um ein kunnandi fund um eitt møguligt komandi samstarv partanna millum.”

 

Undirritaði hevur síðan fingið innlit í øll inn- og útgangandi skjøl í hesum málinum frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, dagfest 14. desember 2018. Innihaldið í nøkrum av hesum skjølum samsvarar als ikki við svarið frá Sirið Stenberg til sp. 2 og er beint í andsøgn við innihaldið í teldupostsamskiftinum millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Novo Nordisk Grunnin áðrenn summarfrítíðina 2018.

 

Tvørtur ímóti verður nevnt fylgjandi í einum telduposti frá Novo Nordisk Grunninum til Heilsu- og innlendismálaráðið, dagfestur 20. apríl 2018: ”Hermed som aftalt yderligere information om Steno Diabetes Centrene, som er ved at blive opbygget i Danmark med støtte fra Novo Nordisk Fonden. Fondens plan er at afsøge interesse og muligheder for at støtte et lignende projekt på Færøerne.”

 

Í tilfarinum frá Novo Nordisk Grunninum er einki at ivast í, at teirra ambitiónir eru at byggja eina diabetesmiðstøð, sum skal stuðla undir tætt samstarv og ikki minst fyri at tryggja bestu viðgerðina á staðnum, her í Føroyum. Ætlanirnar og ambitiónirnar eru ikki til at taka feil av – skal eitt samstarv virka optimalt, so er best við einari diabetesmiðstøð í Føroyum. Víst verður eisini leypandi til ætlanirnar um stovnan av 5 diabetesmiðstøðum í Danmark.

 

Novo Nordisk Grunnurin er partur av einari danskari altjóða fyritøku, sum er í fremstu røð innan gransking og menning av diabetesviðgerð, heilivági til diabetes o.a. Tí eigur eitt slíkt mál undir ongum umstøðum at gerast ein partapolitisk kastibløka, har taparar verða øll tey mongu, sum kundu fingið bestu diabetesviðgerðirnar, hægri lívsgóðsku og eitt longri lív.

 

Í løtuni virkar landsstýrismaðurin rættuliga hálvhjartað í hesum málinum og hevur ikki svarað mær nøktandi og rætt. Eisini hevur hon umvegis aðalstjóran í Heilsu- og innlendismálaráðnum beinleiðis steðgað verkætlanini, sambært skrivi til Novo Nordisk Grunnin 23. november 2018: “På baggrund af disse drøftelser skal jeg hermed meddele, at Heilsu- og innlendsismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.”

 

Hetta er eitt greitt tekin um, at landsstýrismaðurin í Heilsu- og innlendismálum ikki arbeiðir við málinum og tekur tað ikki í álvara, hóast talan er um eitt mál, sum kundi fingið sera stóran týdning fyri føroyska heilsuverkið og allar teir føroyingar, sum stríðast við diabetessjúku ella eru í vanda fyri at fáa diabetes. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 1. februar 2019 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Eg havi valt at svara spurningunum nr. 1 – 3 undir einum og fari at greiða frá, hvussu arbeitt verður við málinum.

Eg havi – bæði alment og í svarum upp á fyrispurningar frá løgtingsfólkum – kunnað um, at eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at málið um ein møguligan diabetesdepil í Føroyum fær eina neyva politiska viðgerð, áðrenn støða kann verða tikin hesum viðvíkjandi.

Somuleiðis haldi eg, at tað er týdningarmikið, at allir teir politisku flokkarnir luttaka í viðgerðini av hesum máli, tí tað hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum. Harumframt kann málið bróta við leistin, sum vit higartil hava skipað heilsuverkið eftir.

Vit eru farin undir politisku viðgerðina av málinum. Málið hevur verið viðgjørt á landsstýrisfundi, og nú verður tað viðgjørt saman við heilsupolitiska fylgibólkinum, sum part av politisku skipanini. Tá viðgerðin saman við  hesum bólkinum er liðug, verður málið aftur lagt fyri landsstýrisfund til politiska viðgerð.

Tá menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð gjørd, var ein heilsupolitiskur fylgibólkur settur. Hesin bólkur varð mannaður við umboðum fyri allar flokkar, t.v.s. bæði samgongu og andstøðu umframt umboðnum uttanflokka. Uppgávan hjá bólkinum var at fylgja arbeiðinum frá «síðulinjuni» og koma við teirra íkasti til menningarætlanina. Tá farið varð undir arbeiðið at gera broytingar innan primera heilsugeiran, var tað tí natúrligt fyri meg at nýta sama leistin, sum við menningarætlanini og samstarva við henda bólkin. Síðani arbeiðið við menningarætlanini, er umboðanin hjá tveimum flokkum broytt.

Av tí, at heilsupolitiski fylgibólkurin bæði hevur verið mær ein hollur samstarvsfelagi innan mál á heilsuøkinum og hevur umboð úr øllum flokkum á Løgtingi, havi eg gjørt av at samstarva við hesar partar í sambandi við málið viðvíkjandi Novo Nordisk Grunninum.

Tann 23. januar 2019 hevði eg fund við heilsupolitiska fylgibólkin. Á fundinum møttu umboð fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Sambært løgtingslimunum hjá hesum flokkum er tørvur á, at málið fær eina neyva viðgerð. Somuleiðis hildu tey, at tørvur er á at kanna fyrimunir og vansar við at skipa sjúklingaviðgerð eftir hesum leisti.

Eg havi boðið heilsupolitiska fylgibólkinum at koma aftur á fund tann 1. mars 2019. Hesin fundurin verður eitt framhald av tí fyrsta fundinum. Limirnir hava fingið ymiskt fundartilfar, sum ætlanin er, at tey umrøða við flokkar sínar, undan komandi fund okkara millum.

Á fundinum 1. mars 2019 er ætlanin at umrøða, hvørja støðu flokkarnir hava til málið. Somuleiðis er ætlanin, at vit umrøða, hvat skal henda í málinum. Enn er ov tíðliga at siga, hvør ítøkiliga tilgongdin verður í málinum, tí tað velst um, hvørja niðurstøðu flokkarnir koma til hesum viðvíkjandi.

  1. Eru mannagongdir, reglur ella ein politikkur í Heilsu- og innlendismálaráðnum ella í landsstýrinum fyri, hvussu stuðul frá privatum áhugafelagsskapum ella vinnuligum feløgum til serlig átøk ella almentgagnlig endamál skulu viðgerast ella handfarast?

Tað eru almennar reglur fyri, hvussu stuðul frá privatum áhugafelagsskapum ella vinnuligum feløgum skal viðgerast. Reglurnar eru at finna í Landsins játtanarskipan, rakstrarkunngerðini, umframt í rundskrivi um fremmanda fígging av almennum virksemi og íløgum o.ø.

Meginregluliga kann almennur stovnur ikki átaka sær uppgávur ella skyldur, sum verða fíggjaðar uttanífrá, uttan so er, at tann játtandi myndugleikin, t.e. Løgtingið, er “vitandi” um hetta. Tí skulu tær útreiðslur og inntøkur, ið standast av virksemi, sum verður fíggjað aðrastaðni, eisini verða tiknar við á fíggjarlógina og í játtanarroknskapin.

Heilsu- og innlendismálið hevur ikki nakar egnar reglur fyri, hvussu stuðul frá øðrum skal viðgerast ella handfarast.

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad