Lýsing

Góðu Sambandsmenn

Síggið vinnulívsfólk okkara, sum dagliga skapa burturúr nýggjum, og vinna okkum rættindi, og sum skapa virksemi í landinum øllum.

Síggið tað almenna, sum dagliga fær samfelagið at koyra á nýmótans støði – bæði innan røkt, heilsu og umsiting.

Síggið samspælið millum alment og privat, og hvussu væl tað virkar og lyftir okkum upp á eitt nýmótans og altjóða støði.

Hví eru tit so rótleysir – og altíð á ferð. Hví droyma tit “heldur um fjarskotin lond, enn síggja tað vakra sum er í nánd?”
Tit siga, at tað er so praktiskt, um bara vit minimera føroyskan samleika.
Tit siga, at tað er so bíligt fyri føroyingar, um bara vit fordoblað blokkstuðulin.
Tit siga, at vit mugu ikki yvirtaka og taka ábyrgd av málsøkjum, -tí vit skulu ikki duga so væl.
Tit siga, at føroyskir loynidómar og aðrar statshemmiligheitir, skulu ikki her upp at venda, men verða avmarka til donsku udenrigsnævn heldur enn føroysku uttanlandsnevndina.

 

Tjóðveldi sigur, lat okkum heldur samstarva við danir á jøvnum føti. Vit hava so nógv at geva hvørjum øðrum.

Lat okkum tí heldur taka fulla ábyrgd av landinum, sum í vavi er millum heimsins størstu, – og tí taka ábyrgd av øllum teimum økjum, sum eru viðkomandi fyri fólkið her býr. Vit eru jú eitt nýmótans fólk, vælútbúgvið og framkomin uppá allar mátar.

Latið okkum tí heldur virða tey virði, sum okkum eru givin frá skaparans hond, og umsita tey til frama fyri alt føroya fólk.

Latið okkum ikki telva tann leik, sum okkum setir føst, segði Sigurð Joensen. Ein leik, sum Sambandið (tó neyvan við vilja), roynir at lokka við. Teir siga, at tað er so bíligt, so praktiskt og gott at lata onnur umsita og hava ræði á okkara ognum og virðum. Men tað er hvørki bíligt ella praktiskt í longdini at lata onnur hava ræði á tínum økjum. Tað er hinvegin mennandi og gevandi at taka ábyrgd. Tað er tað, sum skapar virði, gevur royndir og førleika. Og í síðsta enda er tað tað, sum ger, at fólkatalið veksur.

Tí hevði mær dámt betur, um flokkarnir báðir og aðrir við, hugdu rundan um okkum og kring landið alt og sóu tey virði, sum føroyingurin skapar til dagligt.

Tað er tað, sum loysir seg fíggjarliga og mennir okkum sum tjóð. Og tað er tað, sum má verða endamálið, hjá einum politiskum flokk

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad