Lýsing

Hvør einstakur persónur ger mun

Røða hjá Turið Horn, býráðskvinnu í Tórshavnar Býráð fyri Tjóðveldi

 

Takk til tykkum, at tit áhaldandi rópa okkum upp.  Tað er tit ungu sum “ bana” linjurnar og vísa vegin – og her gera tit tað bæði flott og gott.

Takk fyri møguleikan at siga nøkur orð i dag.

Saman eru vit sterk og saman gera vit mun, tað vita flest øll. Spurningurin er ofta : hvussu og hvat kunnu vit gera i mun til umhvørvið.

Røddir eru frammi um at vit eru so smá og fá at vit ongan mun gera. Hetta passar ikki .!!

Vit gera mun

Vit hava sera góðar møguleikar at ganga grønu leiðina, hana skulu vit velja.

Landspolitiskt  er  i løtuni fleiri tekin til at hetta verður tikið í álvara, og harvið vónin um at vit i Føroyum vilja blíva meiri grøn og burðardygg. Tað er at fegnast um og herðaklapp til samgonguna og landsstýisskvinnuna Sirið Stenberg fyri tað.

Tórshavnar Kommuna (TK) hevur ein grønan politikk; Grøna leiðin, her eru 8 átøk nevnd,og vit arbeiða við at taka stór fet til frama grønu leiðini.

I løtuni arbeiða vit við einum orkupolitikk væl áleiðis og har koma vit at gera mun.

Eisini hevur TK banna allari nýtslu av einnýtis plasti á øllum stovnum hjá Kommununi.

Vit vilja vísa á grønu leiðina við sjálvi at ganga leiðina sum er nevnd:  Be the change

Øll broyting byrja við okkum sjálvum og her hugsi eg serliga um at tað  er eitt val at liva grønt og burðardygt.

 

Hvat kunnu vit gera og broyta
Tað eru okkara egnu avgerðir at byrjað í tí smáa:

– tak bussin, ( hvørja ferð tú velur at taka buss ístaðin fyri egnan bil,so ger tú mun)

– vel ALT einnýtis plast frá. Hav egnan kopp við og drekk vatn úr krananum.

– ansa eftir matoyslið, et restir.

– brúka nýtslu ting og klæðir fleiri ferð og ofta.

– minka um nýtslu av pappíri.

– keyp føroyskt.

– planta trø.

Hetta eru smá stig í gerandisdegnum, og á longra teininum skapar hetta eina hugburðsbroyting í samfelagnum.

Tiltøk í Tórshavnar Kommunu
Á hvørjum ári skipar TK fyri Umhvørvisviku, vit vísa á okkara politikk og vísa á møguleikar fyri grønari leið og lívsstíli.

Í ár seta vit sjóneykuna á klædnaídnaðin.

Fleiri tons av klæðum vera koyrd burtur dagliga, eisini her i Føroyum og kanning vísir at vit bert brúka 3 av hvørjum 10 pløggum úr skápinum.

Klædnaídnaðurin er ein hin mest dálkandi ídnaður í verðini.

Vit hava alla orsøk at hugsa okkum um- øll somul.!

Og vit kunnu gera mun á nógvum økum.

Enn einaferð takk fyri i dag, tað er oysregn og vindur OG vit eru her tí vit meina tað, tá vit siga at tað finnist ikki ein Planet B.

 

Vinaliga

Turid Horn

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad