Forsídubreddi

Hví fáa almennir stovnar ikki frið

 

Steinbjørn O. Jacobsen nertir við eitt viðkomandi evni, tá hann spyr, hví miðnámsskúlatilboðið á Tekniska Skúla í Klaksvík ikki kann fáa frið. Og rætt hevur Steinbjørn, tøknibreytin er eitt vælvirkandi miðnámsskúlatilboð, sum verður boðið út á Tekniska Skúla í Klaksvík í sera góðum og nútímans umstøðum, við drúgvum royndum umframt spennandi gistingingarmøguleikum.

 

Á Glasum hevur nú í fýra ár verið roynt at fingið hetta tilboð. So kann man spyrja, hví vit hava eina skipan, har ásett er, hvar tilboð verða boðin út, og hvar næmingar runt um í landinum skulu verða upptiknir.

 

Ætlar man at nerta við ta skipan, sum upptøkuøki og útbodnar útbúgvingar virka eftir, og loysa upp tað, sum Steinbjørn O. Jacobsen kallar at skapa ófrið kring eitt miðnámstilboð, so ger man seg samstundis inn á skipanina, skúlar okkara eru bygdir til og virka eftir.

 

Hugsa vit okkum, at skúlarnir kring landið bjóða tað út, teimum lystir, og harvið leggja seg út í eina kapping um næmingar á nýggjan hátt, so kunnu smærru miðnámsskúlarnir sum í Vestmanna og í Hovi lættliga fáa truplar avbjóðingar. Miðnám á Kambsdali hevði helst farið av um tvøran, og Tekniski Skúli í Klaksvík hevði kunnað bjóðað fleiri útbúgvingar og fingið allar næmingar í Norðoyggjum at gingið har, í staðin fyri at einir fýra skúlaflokkar koyra út á Kambsdal hvønn dag.

 

Vit skulu verða greið yvir, at lata vit leyst, verður øll skipanin skeiklað. Tað hevði verið heilt annar veruleiki, sum skúlar okkara í verandi løtu ikki eru ætlaðir til.

 

Steinbjørn O. Jacobsen rakar seymin á høvdið, tá hann spyr, hví Glasir á hvørjum ári ætlar at skipa eina nýggja útbúgving, sum longu frammanundan verður boðin út. Hatta er kent fyribrigdi, at dupultfunktiónir eru bara, tá eitthvørt skal leggjast út um landið, sum frammanundan er í Havn. Er gongdin øvut, so er tað ikki longur dupultfunktión, men ein neyðug loysn.

 

Sjálvandi kunnu næmingar koma til Klaksvíkar at ganga í skúla og flyta seg ein til hálvan annan tíma – tað hava flest allir føroyingar verið noyddir til og eru tað framvegis í stórum pørtum av landinum.

 

Glasir hevur stórar avbjóðingar at fáa henda ovurstóra skúlan virkisføran í gerandisdegnum. Umframt hetta eru starvsfólkamál fleiri ferðir endað í miðlunum, bæði í millum lærara og leiðslu og í millum leiðslu og næmingar. Tað er ikki hissini avbjóðing at fáa eina so stóra samanrenning av trimum skúlum at virka, og tí kann mann ikki annað enn undrast á, at leiðslan á Glasir brúkar sína orku at arbeiða fyri at fáa økt um starvsøkir og leggur seg út við tær ætlanir, sum eru á økinum. Bæði lærarar, næmingar og helst alt Føroya fólk ynskja skúlanum frið og hepna hond í sínum dagliga virki.

 

Og Steinbjørn O. Jacobsen hevur púra rætt, onki antitrust hugtak var í námind, tá hesin veldiga stóri bygningur var í umbúnað. Eg ivist í, um tað er ein náttúrulóg, at størst altíð er best í sær sjálvum…

 

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad