Talsfólk á brekøkinum

Munnligur fyrispurningur settur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

 

-Hvat heldur landsstýriskvinnan um uppskotið frá MEGD at seta eitt talsfólk fyri brekøkið í Føroyum?

– Hvørji eru týdningarmestu tingini, ið eiga at verða framd í næstum, fyri at javnseta rættindi og møguleikar hjá øllum borgarum?

 

Viðmerkingar

Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við avtaluni er, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, ið bera brek.

Grein 33 í sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum.

Herfyri vísti MEGD á tørvin á at skipa eitt óheft eftirlit, og mælir meginfelagið til, at eitt talsfólk verður sett fyri økið. Í tíðindaskrivi verður víst til slíka skipan í Grønlandi, og skrivar MEGD m.a.:” Endamálið við talsmanninum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við einum sterkum mandati og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.

Talsmaðurin virkar við støði í lóg um talsmann á brekøkinum og við støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Uppgávan hjá talsmanninum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Eisini upplýsir talsmaðurin um møguleika at kæra.

Talsmaðurin virkar sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hann skal tryggja at alt lógarverk byggir á ST-sáttmálan, savnar inn hagtøl og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Javnan vísir talsmaðurin alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.

Talsmaðurin samstarvar við myndugleikar, stovnar og feløgini á brekøkinum, tó tekur hann sær ikki av persónsmálum. Hann hevur myndugleika at úttala seg alment. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu venda sær til talsmannin, og persónar við breki hava fremstu raðfesting.”

Í samgonguskjalinum stendur: “Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum.” Eitt talsfólk fyri brekøkið kundi sett ferð á at røkka hesum málinum.

Tórshavn 11. februar 2019

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad