Lýsing

Munnligur fyrispurningur um útbúgvingarmøguleikar innan landbúnað

settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum

 

  • Metir landsstýrismaðurin tørv vera á at víðka um útbúgvingarmøguleikarnar innan landbúnaðin?
  • Metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu byggja víðari uppá verandi yrkisskeið, eitt nú soleiðis, at fakini kunnu góðskrivast í sambandi við ein víðari lesnað?
  • Metir landsstýrismaðurin, at betri og breiðari útbúgvingartilboð kunnu vera við til at kveikja áhugan og í longdini føra til størri framleiðslu av føroyskum búnaðarvørum?

 

Viðmerkinar

Búnaðarstovan skipar saman við Mentamálaráðnum fyri yrkisskeiði innan landbúnað, ið er 220 undirvísingartímar, umframt skrivliga verkætlan. Skeiðið gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt. Skeiðið er so vælumtókt, at ætlanin nú er at bjóða tað út á hvørjum ári heldur enn annaðhvørt ár. Hetta vísir góðan hug til at taka við og reka festi. Samstundis er áhugin fyri framleiðslu av grønmeti og øðrum búnaðarvørum vaksandi, og umráðandi er, at til ber hjá ungum og øðrum, við hugi til landbúnaðin, at kunna nema sær útbúgving og menna sínar førleikar. Er talan um longri útbúgving, er neyðugt at fara av landinum.

Ynskiligt er, at til ber at vaksa um útbúgvingarmøguleikarnar her heima, í samstarvi við eitt nú Setrið og/ella útbúgvingarstovnar uttanlands, soleiðis, at byggjast kann víðari uppá yrkisskeiðini.  Í hesum sambandi er áhugavert at hoyra hvørjar hugsanir landsstýrismaðurin í búnaðarmálum ger sær um tørvin á at menna fakligar førleikar innan landbúnaðin.

Samgongan setti sær sum mál at leggja lunnar undir størri framleiðslu av føroyskum vørum, og er eitt av málunum at bøta um møguleikarnar at menna fakligar førleikar og útbúgvingar í sambandi við landbúnað og matvøruframleiðslu.

 

Á Løgtingi 11. februar 2019

 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad