Lýsing

Føroyskur uttanríkispolitikkur

Kaj Leo Holm Johannesen mælir til, at føroyingar skulu hava éin lim í uttanríkispolitisku nevndini, meðan Danmark skal hava 27 limir.

Ikki eiti á! Føroyska land- og sjóøkið er hóast alt fýra ferðir størri í vavi enn Danmark, og Føroyar hava eitt BTÚ, sum í løtuni er størri enn tað hjá dønum pr íbúgva. So hvar eru proportiónirnar, kann ein spyrja.

Hví so ikki heldur lata uttanlandsnevnd løgtingsins hava ábyrgdina av teimum heimildum, sum fólkatingsnevndin hevur í dag? Hevði tað ikki verið at plasera ábyrgd, har hon hoyrir heima?

Søgan hevur jú víst, at sjálvstøðug ábyrgd og umboðan koyrir land okkara framá. Hetta hava vit prógvað á fiskivinnuøkinum, á handilsøkinum, innan ítrótt osfr. Bara fyri at nevna nøkur dømi.

Ábyrgdin av heilsumálum, almannamállum, skúlamálum, mentamálum, fíggjarmálum osfr hevur eisini ment okkum.

Og nær hevur søgan víst, at vit hava tað best við ikki at hava sjálvstøðuga ábyrgd og umboðan? Er tað í norðurlendska samstarvinum, í OL, IOC, IMO, WTO, ella í ST? Ella nær er tað best og hví?

Var tað tá ikki betur, um fyrrverandi løgmaður gekk á odda og vísti á tey framstig, sum eru hend fyri tjóð okkara, nemliga táið vit hava umboðað okkum sjálvi úti í heimi: td. á fiskivinnuøkinum, á handilsøkinum, innan fótbólt, osfr.

Var tað ikki betur, um víst var á, at her í Føroyum er eitt vælutbúgvið og modernað fólk, – eitt fólk, sum brennur fyri okkara áhugamálum. Tí siga vit nei-takk til, at onnur avgera okkara uttanríkispolitikk.

Vit hava ein opnan búskap og hava tørv á góðum samstarvi og samhandli við allan heim. Tí kunnu vit ikki isolera okkum í norðuratlantshavi sum eitt heimastýri, sum fortelur fyri umheiminum, at ábyrgd er nakað, vit geva frá okkum.

Ikki fyrr enn vit sjálvi taka ábyrgd gongur tað, tann rætta vegin. Tað hevur søgan lært okkum!

Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad