Lýsing

Langt ímillum uppáhald og veruleika

Tað er ikki hissini ummæli, nýggja fiskivinnulóggávan fær frá Jákupi Mikkelsen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, á portalunum í dag. Tað er nær við, at hann klárar at skjóta allar 91 paragraffirnar í lógini um fyrisiting av sjófeingi niður í sínum lesarabrævi.

Uppboðssølan forðar nýggjum íløgum í fiskivinnuna, menningarkvoturnar eru av tí ónda – eisini eru tær tiknar frá teimum gomlu aktørunum – og Jákup Mikkelsen hevur brádliga fingið eina øgiliga umsorgan fyri opinleika í fyrisitingini. Bara fyri at taka úr rúgvuni.

At undirritaði ikki er samdur við uppáhaldunum hjá Jákupi Mikkelsen, undrar neyvan. Hugsjónarliga eru vit á hvør sínari gongustjørnu á flest øllum økjum. Tað góðtaki eg eisini, og eg havi virðing fyri, at Jákup Mikkelsen stríðist fyri sínum hugsjónum og sjónarmiðum.

Men tað átti ikki at verið neyðugt at koma við manipulerandi uppáhaldum, sum Jákup Mikkelsen ger, um hann annars heldur seg hava góð argument og er trúgvur ímóti síni sannføring.

Vit vita, at Jákup Mikkelsen er hart ímóti menningarkvotunum og ætlar at taka tær av aftur, sleppur Fólkaflokkurin til valdið aftur. Tað hevur hann fleiri ferðir sligið fast á Løgtingsins røðarapalli. Men at blíva við at billa Føroya fólki inn, at ófiskaðu menningarkvoturnar í 2018 eru mistar og við teimum eitt útflutningsvirði á 100 – 200 milliónir krónur, tað er ikki sakligt. Tað er heldur ikki satt.

Fiskimálaráðharrin hevur sent eitt broytingaruppskot til hoyringar við tí endamáli at fáa heimild at flyta ófiskaðu menningarkvoturnar, soleiðis at tær kunnu fiskast í ár í staðin.

Kanska ætlar Jákup Mikkelsen og hansara flokkur at atkvøða ímóti hesum uppskoti. Tað hevði ikki undrað meg. Men eg eri fullvísur í, at samgongan við stuðlum fer at atkvøða fyri, og eg eri eisini rættiliga vísur í, at tað fara at verða meira enn 17 atkvøður fyri hesi broyting.

So ófiskaðu menningarkvoturnar av makreli, sild og svartkjafti frá 2018 eru als ikki mistar, men verða fiskaðar í ár; alt annað vildi verið ábyrgdarleyst. Um inntøkan av teimum so verður 100 milliónir krónur, 200 milliónir krónur ella meira, tað fer tíðin at vísa.

Sjálvt um Fólkaflokkurin var við til at siga øll fiskirættindi upp í 2007 at fara úr gildi á midnátt 31. desember 2017, so hevur flokkurin ongantíð viðurkent, at uppsøgnin eisini merkti, at øll rættindi duttu burtur tá. Tað prógvar alt, sum flokkurin hevur sagt og gjørt síðani 2007. Tí messar Jákup Mikkelsen og restin av Fólkaflokkinum eisini upp í saman um, at rættindi nú verða tikin frá gomlu aktørunum – teimum, sum høvdu rættindi fyri 1. januar 2018 – og givin til onnur.

Í tí sambandinum sigur Jákup Mikkeslen millum annað soleiðis um Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra:

”Hann fekk samgonguna at taka 8,5% av keyptum kvotum  frá verandi aktørum og vendi sær við og gav tað ókeypis til nøkur onnur; harímillum onkran, sum hevði selt hesar somu kvotur fyri einar 100 milliónir.”

Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at tað ber ikki til at taka fiskirættindi frá nøkrum, sum ikki eigur fiskirættindi. Í øðrum lagi hava teir flestu av teimum gomlu aktørunum, um ikki allir, keypt og selt fiskirættindi ígjøgnum tíðirnar, so við logikkinum hjá Jákupi Mikkelsen skuldi ongin teirra sloppið fram at aftur í føroysku fiskivinnuni. Í triðja lagi fingu gomlu aktørarnir 100 prosent av rættindunum til botnfiskiskapin undir Føroyum og umleið 80 prosent av rættindunum til uppsjóvarfiskiskap og botnfiskiskap á fjarleiðum við sær inn í nýggju fiskivinnuskipanina. Og teir fingu hesi rættindi fyri onki – gaman í verður veiðigjald í løtuni goldið av veiðuni í uppsjóvarfiskiskapi, men sjálv rættindini eru ókeypis.

Jákup Mikkelsen er eisini forhánisligur um opinleikan hjá fiskimálaráðharranum, tí hesin í sínum broytingaruppskoti mælir til, at umsóknir um menningarkvotu og fylgiskriv ikki skulu verða fevnd av lógini um innlit í fyrisitingina.

Til tað er at siga, at lógin um innlit í fyrisitingina er ætlað almenninginum og einstaka borgaranum at hava eftirlit við valdshavarunum, og hvussu teir útinna sítt vald. Á fleiri økjum hevði eg sjálvur ynskt, at opinleikin var væl meira víðfevndur, enn hann er.

Men eins tungt opinleikin vigar í einum fólkaræði og rættarsamfelagi, vigar verjan av einstaklinginum og hansara rættindunum.

Tí skulu fólk og feløg, sum søkja menningarkvotu, eisini verjast, soleiðis at teirra hugskot og drúgva undanarbeiði ikki bara verður varpað út til onnur at gera sær dælt av, so leingi støða ikki er tikin til umsóknina, ella hon ikki verður gingin á møti.

Annars verða tað vissuliga nógv, ið ikki fara at tora at søkja, tí vandi tá er fyri, at tey onki fáa, men onnur bara fara avstað við hugskotinum.

So skjótt og brátt ein umsókn er gingin á møti, verða bæði umsókn og fylgisskjøl almenn samsvarandi lógini um alment innlit.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad