Lýsing

Fundur fyri tjóðveldisáhugaðum

Tjóðveldisfólk í Vágum hitta ting og landsstýrisfólk mánakvøldið 21.januar. Kl 20.00 verður almennur fundur í Beitishúsinum í Miðvági, har veljarin hevur høvi at hitta ting- og landsstýrisfólk floksins.

Fundurin er liður í eini fundarøð, har ferast verður kring landið.

Valskeiðið er nú rættuliga fari at halla, og veljarin skal hava høvi at hitta politikarar floksins, sum fara at greiða frá førda politikkinum.

Eisini verður høvi at seta politisku umboðunum spurningar, og annars umrøða, hvussu valskeiðið hevur vignast, og hvat dentur skal leggjast á í valstríðnum, sum er fyri framman.

Øll er hjartaliga vælkomin

Deil hesa grein umvegis
468 ad