Lýsing

Tórshavnar býráð arbeiðir virkið við at loysa bústaðartørvin í kommununi

Nøkur orð um tær ætlanir, ið Tórshavnar kommuna virkar fyri og er við í v.m.

Nú býráðsvalskeiðið er hálvrunnið haldi eg tað vera hóskandi at taka samanum og at kunna eitt sindur um, hvat ið er komið av skafti hjá sitandi býráðssamgongu, og hvørji evni, vit fara at arbeiða við í seinna partinum av setuni viðvíkjandi málinum um at útvega fleiri bústaðir í Tórshavnar kommunu.

Sum forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini fari eg tí at tríva í nakrar av teimum pørtum, sum arbeitt verður við til tess at bøta um bústaðartørvin. Síðani henda býráðssamgongan tók við á nýggjárinum í 2017 er nógv orka løgd í at loysa trupulleikarnar av bústaðarneyðini í kommununi, og hevur hetta havt eina av okkara fremstu raðfestingum. Væl vitandi, at hetta ikki var ein løtt uppgáva, ið kommunan heldur ikki kundi loysa einsamøll, fóru vit við treysti til verka.

Miðvíst hevur verið arbeitt yvirskipað við at greina spurningin og trupulleikarnar, somuleiðis við at lýsa støðuna og avbjóðingarnar, um hvussu farast skuldi fram at fáa fleiri aktørar til at taka ábyrgd og til at koma við “inn á vøllin”. Arbeitt hevur verið við at fáa ymsu partarnar at finna saman í toymi, soleiðis at vit kundu fingið eitt ítøkiligt ískoyti lagt aftrat undir samsvarandi uppgávu, sum hana, ið Bústaðir longu tekur sær av. Ein long og drúgv fundarrøð hevur verið við ymsar viðkomandi aktørar, sum vit mettu onkursvegna vóru áhugaði í at vera við til at lyfta tungu samfelagsligu uppgávuna saman við kommununi. Her vórðu fundir hildnir við arbeiðstakarar, fakfeløg, íleggingargrunnar, peningastovnar, tryggingar, arkitektar, ráðgevar av ymsum slag v.m.

Samanumtikið má sigast, at hetta vóru sera hugaligir fundir; jaligir hugburðir og samstørv komu burturúr, og loyvi eg mær at siga, at samvirkanarárin hava verið at hóma í samfelagnum øllum. Felagið Heimbýli varð stovnað, sum hevði ætlanir um at bjóða uppá tær bústaðarbyggingar, sum kommunan hevði í hyggju at bjóða út. Tíverri varð hetta felagið avtikið, beint uppundir nýggjár, tí Betri tók seg burturúr samstarvinum. Men onnur samstørv eru, og vónandi er okkurt annað ávegis. Eisini er landsstýrið komið við einum bústaðarpakka og hevur samstundis økt um játtanina til Bústaðir; hetta gleðast vit stórliga um. At bæði Bústaðir og privatir byggja íbúðir, sæst aftur í hagtølunum hjá kommununi, har myndin nú er koppað, soleiðis at skilja, at nú verða fleiri íbúðir bygdar enn sethús, hetta er heilt nýtt í byggisøgu Tórshavnar býráðs og er eisini í tráð við tørvin, sum kanningin hjá kommununi vísti.

Bústaðarpolitikkur

Samstundis hevur verið arbeitt við at gera ein bústaðarpolitikk, tí givið er, at tíðin stendur ikki í stað. Mentanin og gerandisdagurin hjá fólki broytist alla tíðina. Nýtt fólk og nýggir siðir, plagdi at verða tikið til. Fleiri og fleiri liva einsamøll, fleiri gerast eldri, fólk eru heilsuliga væl fyri upp í høgan aldur, fólk ferðast nógv, fleiri stakir uppihaldarar o.s.fr., o.s.fr. Samfelagsmynstrið er snøgt sagt broytt nógv seinastu áratíggjuni. Vit vildu ikki gita, men vita, og bústaðarpolitikkurin varð tí bygdur á kanningar, útgreiningar, framskrivingar, borgarafundir og hoyringar v.m. Bústaðarpolitikkurin varð endaliga samtyktur av býráðnum tann 20. juni 2018. Bústaðarpolitikkurin er ein langtíðarætlan og eitt amboð hjá kommununi til at stýra býar- og kommunumenningini við, sí leinkjuna: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1713

Fundir og politikkir skapa ikki nakrar bústaðir í sjálvum sær, kann ein siga, men sera týdningarmikið er tó, at farið verður fram við skili; at byggiætlanir eru burðardyggar, at umhvørvið og lendið verða gagnnýtt væl, og at borgarin fær dygdar bústaðir fyri ein so lágan pening, sum gjørligt. Tað er burturúr bústaðarpolitikkinum, at ítøkiligar verkætlanir skulu spretta; kommunan ynskir at vera ein viðleikari við m.a. at útvega lendir og at skapa karmar.

Vaksandi fólkatal

Gongdin er vend og fólk velja nú í stóran mun at búseta seg í Føroyum. Hetta er sera hugaligt, og talan er bæði um ungfólk, eldri, fólk úr øðrum londum o.s.fr. Samstundis hendir tað, sum eisini er vælkent í okkara grannalondum, nevniliga at fólk ynskja at trunkast saman undir meira býarkendum umstøðum, heldur enn at liva í spjaddum einbýli. Orsøkin er samansett, men givið er, at vit eru tað, ið ofta verður tikið til og nevnt sum “floksdjór”. Vit vilja savnast, og stutt er ímillum hjá okkum føroyingum, so tíðindi ganga eisini skjótt. Tað er vorðið áhugavert ímillum tey ungu at vera verandi í landinum, útbúgvingarmøguleikarnir eru vorðnir fleiri, ung fólk flyta heimaftur eftir lokna útbúgving og eisini familjur við børnum flyta heim, tí tey ynskja, at teirra børn skulu verða føroyingar. Samfelagið er vorðið meira rúmligt, fleiri arbeiðspláss av ymsum slagi eru tøk, tryggleikin er víðagitin, friðurin, familjubondini og náttúran verða virðismett, ja, samanumtikið ein økt atdráttarmegi.

Íbúðir á Frúutrøð og undir Kongavarða

Kommunan hevur nýliga bjóðað tvey lendir út til íbúðarbygging, ávikavist á Frúutrøð og undir Kongavarða. Hóast verkætlanirnar ikki hava gingið so skjótt, sum ætlað, so er vónin tó enn, at hesar báðar verkætlanir skjótt verða veruleiki. Her er talan um bæði leigu- og eigararíbúðir.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd 1: Ætlaða nýggja íbúðarøkið á Frúutrøð.

 

Fleiri bústaðarætlanir ávegis

Stórabrekka í Hoyvík og undir Fjalli úti í Marknagili eru tvær stórar bústaðarætlanir, sum arbeitt verður við, og sum skjótt verður meira at frætta um. Við Dalavegin, við Landavegin og aðrastaðni í býnum, eru fleiri ætlanir ávegis, eins og stórt byggivikrsemi er á Argjum. Í Kollafirði, í Kaldbak og í Nólsoy eru bústaðarbyggingar í gongd, og aðrastaðni í kommununi koma aðrar ætlanir aftrat. Talan er bæði um almennar, kommunalar og privatar byggiætlanir.

 

 

 

 

 

Mynd 2/Ove Mortensen Arkitektavirkið & Arkitektar 99: Uppskot, útstykking undir Fjalli.

Neyðugt við almennum bústaðarpolitikki

Hóast býráðið tann 20. juni 2018 eisini samtykti at heita á landsins myndugleikar um at útvega kommununum lógarheimild til at lýsa bústaðarskyldu á útvaldum økjum, so er henda heimild ikki komin enn. Tórshavn, sum høvuðsstaður, er allarhelst einasti høvuðsstaður av teimum, sum okkum dámar at samanbera okkum við, har loyvt er at hava summarhús á fremstu rók í hjartanum av sjálvum høvuðsstaðnum, har hesi hús annars kunnu standa tóm størsta partin av árinum. Hetta elvir til mistrivna millum teir veruligu íbúgvarnar, og býurin verður ein huldubýur. Vónandi fer henda heimildin um bústaðarskyldu skjótt at verða givin kommununum, soleiðis at farið kann verða undir eina tilgongd, at Havnin, høvuðsstaðurin, fær enn fleiri miðbýarbúgvar.

Vit høvdu ynskt okkum, at landið tók bústaðarneyðina í størri álvara, tí í mun til okkara grannalond eru vit lítið lógarskipað á bústaðarmarknaðinum. Alneyðugt er við einum almennum bústaðarpolitikki, sum m.a. veitir heimildir og setir karmar fyri bæði kommunurnar og ta privatu vinnuna. Heimildir tørva til at langtíðarútleiga lendir til bústaðarbygging, lóg um bústaðarskyldu, lendisprísir til bústaðarbygging, skipaði viðurskifti til bæði stutt- og langtíðar útleigan o.s.fr.

Tættari bygging og betri trivnaður

Altjóða viðurkend gransking hjá norðmanninum Magne Raundalen, ein av fremstu barnasálarfrøðingunum í Noregi, vísir, at eitt trygt heim er undirstøðið fyri einum tryggum menniskja, og trygg menniskju skapa eitt gott samfelag. Ein góður bústaður, og eitt gott uppvakstrarumhvørvi, er meira enn ein fín íbúð ella eini góð hús. Lívið ímillum húsini hevur stóran týdning. Umsorgan í eini tryggari familju lyftir barnið, familjuna og framtíðar ættarlið upp úr fátækradømi. Eitt trygt grannalag og nærumhvørvi er gott at alast upp í. Ein væleydnaður býlingur, eitt gott grannalag við góðum sosialum kapitali er sera týdningarmikið fyri barnið at vaksa upp í. Tað er munur á at hava eini hús og tak yvir høvdið, og so at hava eitt gott heim, tí eitt heim hevur m.a. eitt trygdarnet. Eitt barn hevur tørv á nógvum royndum fyri at menna heilan væl, og ein part av hesum royndum fær tað frá einum tryggum grannalagi. Ella v.ø.o., at royndir byggja heilan, og sambond byggja menniskju.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd 3/SNA Arkitektar: Uppskot, partur av Stórubrekku, nýggjur býlingurin í Hoyvík.

Granskingin hjá heimskenda danska arkitektinum Jan Gehl er eins viðkomandi í dag, sum tá ið hann í 70-unum segði, at býir skulu vera fyri menniskju. Hann sigur, hvussu týdningarmikið tað er við dygd í býarskipanini, at lívið í býnum, og atlitið til menniskjuni í býarrúminum, eigur at hava ein høvðusleiklut í býarplanleggingini. Býirnir skulu vera livandi, tryggir, sunnir og burðardyggir.

Í kanningunum hjá Tórshavnar kommunu, sum vórðu partur av grundarlagnum fyri tí samtykta bústaðarpolitikkinum, sigur fjórði hvør seg ynskja sær eina leiguíbúð. Tí skulu eisini fleiri leiguíbúðir byggjast. Umráðandi er at byggja alt slag av bústøðum, og sera týdningarmikið er at raðfesta trivnaðin millum bústaðirnar. Serliga í teimum førum, har tað er tætt bygging við smáum íbúðum, er tørvurin enn størri til felagsøkir, tilhaldsstøð, grøn økir, spælispláss, felagshølir v.m. Tí at vera saman við øðrum, at koma hvørjum øðrum við, og at vera nakað fyri hvønn annan, gevur betri lívsgóðsku. Einsemi er skaðiligt fyri heilsuna og sjálvsvirðið, og tí er tað so sera umráðandi, at grundarlag er fyri felagsskapum í nýggjum byggiætlanum, at vit kunnu vera felags um ymiskar hentleikar, samstundis sum ein kann fara inn til sín sjálvs og lata hurðina aftur. Miðaldrandi og eldri borgarar skulu hava møguleika at sleppa úr sínum ov stóru sethúsum og heldur í eina minni íbúð.

Eg fari í eini seinni grein at kunna um onnur økir, sum arbeitt verður við innan virkisøkið hjá byggi- og býarskipanarnevndini.

Gott nýggjár.

 

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og

forkvinna fyri byggi- og býarskipanarnevndini

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad