Lýsing

Nógv virksemi er á Landssjúkrahúsinum

Politisk viðmerking frá Annitu á Fríðriksmørk

Talið av vitjanum og innleggingum økist ár eftir ár og talið av teimum, sum fara av landinum í sjúkraviðgerð økist eisini.
At fólk koma oftari undir læknahond er ikki tí, at vit eru sjúkari í dag enn fyrr, men tí viðgerðarhættirnir eru alsamt fleiri.

Hetta gevur heilsuverkinum stórar avbjóðingar, sum politiski myndugleikin tekur í størsta álvara. M.a tí verður nýggjur bygningur bygdur til landssjúkrahúsið. Sokallaði H- bygningurin er væl ä veg at gerast liðugur og rós til handverkararnar, sum eru fleiri vikur frammanfyri tað, sum lá í kortunum. Vit kunnu tí av álvara gleða okkum til, at tey sálarsjúku fáa nýggjar virðiligar umstøður. Men H-bygningurin verður eisini annað enn nýggjur Psykiatriskur depil. Har vera eisini medisinskar einastovur, nýggj føðideild og nútímans endurvenjingarhølir.


Bygningurin verður væntandi innilukkaður áðrenn jól. 


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum bjóðaði løgtinginum til kunning um støðuna á landssjúkrahúsinum í dag (mánadag) og har fingu politikkararnir so eisini høvi at fáa eina rundvísing. 


Tað var Jóanis Erik Køtlum og aðrir leiðarar á Lsh, sum greiddu frá.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad