Forsídubreddi

Munnligur fyrispurningur um skattasvik móti føroyska landskassanum

Annita á Fríðriksmørk setur á tingfundinum mikudagin munnligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss

um skattasvik móti føroyska landskassanum.

  1. Hevur landsstýriskvinnan kannað og fingið nakrar ábendingar um, at føroyski landskassin hevur mist pengar orsakað av, at svik er farið fram í vinningsbýtisskatti?
  2. Um ja, hvat kann landsstýriskvinnan siga um hesa kanning?

Viðmerkingar

Fyri nøkrum døgum síðani kom fram, at europeisk miðlafólk hava funnið fram til umfatandi skattasvik, sum hevur kostað statskassunum í Europa umleið 410 milliardir krónur.

Umframt at svikið m.a. er framt av fíggjarfólkum úr fleiri íløgubankum í Europa, hava bankaleiðslur verið vælvitandi um støðuna, men hava latið sum onki, og hava tí heldur onki gjørt fyri at forða hesum.

Skattasvikið hevur borið til í teimum førum, tá ið lond hava havt tvískattaavtalu við annað land, – og er farið fram í vinningsbýtisskatti.

Brotsverkið er farið fram í bankum í teimum londum, sum vit vanliga hyggja eftir og kopiera, tá ið vit herheima skulu hava okkara egnu trygdarskipanir og bankaeftirlit. Tí er neyðugt at fáa at vita, um føroyskir myndugleikar (fíggjarmálaráðið og TAKS) hava kannað, at onki slíkt brotsverk móti føroyska landskassanum er framt.  M.a kundi verið áhugavert at sæð, um TAKS hevur lagt merki til stóra variatión í afturgjaldi av skatti av vinningsbýti, hetta sama tíðarskeið, sum brotsverkini móti europeisku statskassunum er farið fram.

Undirritaða hevur ongar ábendingar um, at svik er framt mótvegis føroyska landskassanum við somu snildum í vinningsbýtisskattinum, sum dømini úr Europa. Men heldur, at tað hevur týdning, at tað verður kannað, um nakað líknandi er farið fram herheima, sum líkist tí svikið, sum er farið fram í fleiri av grannalondunum hvørs trygdarskipanir og bankaeftirlt vit herheima vanliga kopiera.

Tí soljóðandi spurning:

 

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad