Catalanska Løgtingsforkvinnan og Føroyar

Komandi fríggjadag verður áhugaverd ráðstevna í Nordurlandahúsinum um sjálvsavgerðarrætt hjá tjóðum og har verður eisini umboð fyri Catalanien,  tí hesi orð :

Í Maj mánaða ífjør vitjaði okkara Løgtingsformaður, Páll Á Reynatúgvu, Catalanska Parlamenti. Endamálið við vitjanini var at menna og knýta politisk, vinnulig og mentarlig sambond við Catalania. Eg var so heppin at vera við í ferðalagnum.

Vertur okkara var Løgtingsforkvinnan í Catalanska Parlamentinum Carmen Forcadell. Vit vóru sera væl móttiknir, vit vitjaðu Parlamenti og hittu politikarar og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum, okkara Tjóð, bacalao og ikki minst okkara fótbóltslandsliðið, okkara bestu Sendimenn. Fyrraparturin gekk skjótt og so vóru vit bodnir til døgurða har Carmen Forcadell var vertur.

Carmen Forcadell visti sera nógv um Føroyar, hon hevði sjálv vitjað í Føroyum og helt at Føroyar á nógvum økjum var frammanfyri Catalania. Hon fegnaðist um tað góða samband sum er millum Barcelona og Føroyar og sum Atlantic Airways eigur heiðurin av og var hon sannførd um at enn betur samband millum Føroyar og Catalanien vil verða báðum pørtum at gagni.

So greiddi hon frá støðuni í Catalanien. Hóast hetta økið  er best fyri fíggjarliga í Spanien og har tað  er demokatiskur meiriluti fyri loysing, so var hon rødd fyri framtíðini og komandi valinum og, legði hon  syrgin afturat, hon væntaði at koma í fongsul !

Tíðanverri gekk júst sum hesin  vinarligi og gløggi Løgtingsformaðurin spáddi.Spanska Stjórnin bardi alt niður við harðari hond og ídag sita Carmen Forcadell og fleiri við henni i sponskum fonglsum uttan rættargongd, bert tí tey vildi fremja fólksins vilja um fullveldi og loysing.

Hvat viðkemur hetta okkum kan ein spyrja ? Spanien er ein av okkara stóru handilspartnarum og eitt av okkara yndis ferðamálum, kunnu vit bara sita tigandi til hetta órættvísi, eiga vit ikki at mótmæla ? hvat sigur Løgtingsformaðurin, Vinnumálaráðið,  og Føroya deildin av Amnesty, hvat sigur Atlantic Airways ?

Skulu vit Føroyingar ikki tora at hava eina meining um órættvísi í londonum vit handla við td., Kina, Turkaland og so nú Spanien –  ella skulu vit bara lata sum onki næstu ferð vit sóla okkum í Barcelona við einum stórum gin og tonici meðan Carmen Forcadell rotnar upp í einum fongsli hinumegin gøtuna ?  hon sum bara vildi fremja folksins demokratiska vilja til frælsi og fullveldi, sami spurningur sum vit Føroyingar vónandi skjótt taka støðu til, uttan at nakar fer i fongsul…

Almennu Føroyar hava eina moralska skyldu til at hava eina meining !

 

Johan Mortensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad