Lýsing

Politisk viðmerking frá Annitu á Fríðriksmørk

Nú skilji eg, at nýggj vígslubrøv eru prentaði við áskriftini Maki1 og Maki2. Er tað so, má eg geva teimum rætt, sum finnast at hesum. Hatta er púra og aldeilis óneyðugt.

Í teimum fáu førum, tá ið talan er um, at tvey av sama kyni giftast, so kunnu serstøk vígslubrøv verða til teirra.
Latum okkum ásanna støðuna, sum hon er:
I allar flestu førum er talan um, at tvey av hvør sínum kyni giftast, og latum okkum tá siga, sum vit altíð hava sagt: “kvinna og maður”.
Í nøkrum fáum førum er talan um, at tvey av sama kyni giftast, og hvat skal verða í vegin, at tað gongur fram í vígslubrævinum, at so er.

Um tað tá skal eita Maki1 og Maki2, ella maður og maður / kvinna og kvinna, tá ið talan er um samkynd hjúnaband, – tað má man kunna finna eina loysn uppá, sum hesi eru nøgd við.
Onkur roynir at gera hetta til, at hendan samgongan er úti eftir tí kynsneutrala samfelagnum. Men tað er tað royna tvætl. Hvílir man í sínum egna samleika, so veit man, at tað ber heilt einfalt ikki til.

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad