Lýsing

Eg havi onga óvissu skapt um tunlarnar norður um fjall

Í greinini “Aftur óvissa um tunlarnar Norður um Fjall” á in.fo í dag stendur m.a., at undirritaða “reisti eisini spurningin um at broyta linjuføringina og gera tann syðra tunnilin úr Gerðarbøi í Klaksvík, so at tunnilsmunnin er stutt frá har, undirsjóvartunnilin kemur upp. Verður tunnilin lagdur har, slepst undan at koyra ígjøgnum Klaksvík, so at koyrt verður at kalla beint úr undirsjóvartunlinum í ein tunnil til Árnafjarðar, og so víðari til Norðdepils.”

Hetta er ikki rætt. Eg havi ikki reist spurningin um at broyta nakra linjuføring. Tann spurningin kjakast fólk dúgliga um norðanfyri, og eg helt, eg skuldi viðmerkja hetta.

Tað, eg førdi fram, var, at eg haldi fokus í málinum sjálvum, at tað snýr seg um tunlarnar, sum tað allarfyrsta og tað primera í hesum, og at tað eru tunlarnir, sum skulu fremjast. Uppi í málinum er linjuføringin: skulu vit halda okkum til verandi linjuføring og sum liggur tøk á LV, ella skulu vit undir eina nýggja linjuføring.

Tað skulu vit brúka tíðina til at fáa eina niðurstøðu um. Og tá kann andstøðan taka útrættu hondina til eitt skilagott projekt!

Hetta hevur onki við at skapa nakra óvissu um nakað sum helst.

Eg havi ikki læst meg fasta í nakra loysn, men tað skjótara og bíligara er at brúka verandi ætlan, og tað hevur eisini verið ynski í Klaksvik um tað. Hesa loysn líkar mær væl.

Eg legði afturat í kjakinum, at tað annað í hesum máli er byrgingin um Haraldssund. Hon hevur frá fyrr av verið knýtt at hesi verkætlan. At samstundis ella í sambandi við tunnilsgerðina, so skal byrgingin gerast liðug.

Tað er jú ikki nøktandi, at ein verkætlan er sloppin at liggja óliðug í 32 ár, tað haldi eg vera bæði synd og skomm, og eg lovaði, at eg fari at gera mítt til, at hetta kann fremjast alt í einum, tí tað er heilt vís bæði bíligari og praktiskari viðvikjandi amboðum, útgerð og helst eisini tilfari.

Tað skal ongin ivi vera um, at tann dag, hvalbiartunnilin er boraður, tá skulu vit vera til reiðar at bora norður um fjall – onki skal tá vera til hindurs fyri tí.

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad