Lýsing

Rætturin at veiða – við ábyrgd

Sum oyggjabúgvar mugu og eiga vit at halda fast í rættinum at troyta havsins tilfeingi. Og vit eiga ikki at lata kenslur hjá umheiminum forða hesum rættinum. MEN tað liggur ein ovurhonds ábyrgd á okkum at veiða burðardygt og ábyrgdarfult! Skulu vit framhaldandi loyva veiðu av springara, so mugu vit kenna stovnstøddina og vita, at veiðan er burðardygg – júst sum vit gera við grindahvali. Eisini má tað vera ófrávíkiligt, at vit fylgja galdandi lógum og at brot á hesar fáa fylgir. Eingin, sum hevur sæð myndirnar frá springaradrápinum í vikuni kann vera í iva um, at har henda grov brot á bæði grindalóg og djóraverndarlóg (bæði gomlu og nýggju). Og tá ber ikki til bara at yppa øksl. Vit kunnu ikki ignorera vandan fyri handilsboykottum, geva vit heiminum ta skeivu fatan, at vit eru primitivir barbarar. Tí er so alneyðugt, at vit kunnu dokumentera at

1: Veiðan er burðardygg

2: Hon verður framd uttan óneyðuga djórapínslu, og

3: Brot á hetta verður sjálvandi tikið í allar størsta álvara.

Fylgja vit hesum, dugi eg ikki at síggja nakað argument fyri at lata vera við at veiða springarar, eins og vit veiða grind og annað havtilfeingi. Vit eiga at kunna troyta alt tilfeingið – burðardygt, væl skipað og innanfyri tær lógir og reglir vit hava sett sum karm um veiðuna og um rætt okkara at liva av havsin tilfeingi!

Og taka vit ikki hetta í allar størsta álvara, so undirgrava vit okkara egnu framtíð sum veiðitjóð.

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad