Lýsing

Ein varði í Tjóðveldi er farin

Vit, sum komu at kenna Heina O Heinesen í Tjóðveldi minnast hann fyrst og fremst sum hugsjónarmannin, sum stríddist fyri loysing, fyri fiskimannin, fyri útróðrarmannin, fyri Norðoyggjum, og fyri landið alt.
Hann visti, hvussu týdningarmikið tað var, at taka ábyrgd bæði í lokaløkinum, landspolitiskt og ikki minst altjóða.  Hann var loysingarmaður um ein háls, og visti, at skuldi tað jørðildið hann kom úr bera ávøkst, varð neyðugt at taka ábyrgd og byggja brýr við umheimin: útoyggin við miðstaðin og landið við altjóða samfelagið.
Men nú orkaði Heini ikki meir. Hann andaðist í gjár, 80 ára gamal.  Heini varð føddur í 1938 og vaks upp og búði í Kunoy meginpartin av lívinum. Heini var bæði lokalpolitikkari og landspolitikkari. Hann var bygdaráðsformaður í heimbygdini Kunoy í 31 ár og varaborgarstjóri í eitt skeið. Hann var landspolitikkari og sat á Løgtingið fyri Tjóðveldisflokkin í 24 ár. Hann røkti eisini fleiri álitisstørv  sum kommunalpolitikkari og sum landspolitikkari.
Umframt at verða politikkari gjørdi Heini eisini stórt arbeiði fyri flokkin sum stýris- og stjórnarlimur.   Flokkurin stóð honum nær, og var hann góður við okkum og fyri okkum, sum umboðaðu flokkin.  Hann var við sínum drúgvu royndum í politikki mangan góður í ráðum.  Og hann helt seg ikki aftur við at loyva øðrum framat, um hann helt, at hesi høvdu førleika til tað.  Tað var mangan stuttligt at verða saman við Heina, sum hevði eitt positivt og lætt lyndi.  Vit vistu altíð, hvar vit høvdu Heina, sum var erligur, og sum við sínum mangan speisku viðmerkingum segði tingini, sum tey vóru.
Fyri nøkrum árum síðani rakti sjúkan Heina, og nú orkaði hann ikki meira.  Tá fá eru ljósini kennist saknurin stórur, tá ið tað eina sløknar. Heini umboðaði á sín serstaka hátt eina tíð og eina hugsjón, sum fáur kann gera honum tað eftir. Men vit, sum komu at kenna Heina koma at sakna hann, men vita samstundis, at hóast login er sløknaður koma avrik hansara og lærdómur hansara at verða okkum og eftirkomarum okkara til gagns í tíðum, sum koma.
Ærað veri minni um Heina.
Má Harrin styrkja tykkum, sum eftir sita.
Tingmanning Tjóðveldis
Deil hesa grein umvegis
468 ad