Lýsing

Sjálvbjargin og sjálvberandi búskapur

Landsstýrisfólk Tjóðveldis hava í ískoytispartinum til Ólavsøkurøðuna 2018 lýsing av tí, ið arbeitt hevur verið við og liggur fyri framman á teirra 3 økjum

 

fíggjar- og búskaparmál í ískoytispartinum til Ólavsøkurøðuna 2018 

Ein sjálvbjargin og sjálvberandi búskapur eru millum stórmálini, ið landsstýrið og samgongan hava sett sær. Stór átøk eru framd fyri at røkka hesum máli frá tí, at samgongan tók við landsins leiðslu á heysti 2015.

 

Millum átøkini, fevnd av lóggávu hjá Fíggjarmálaráðnum, eru:

  • hall vent til avlop á fíggjarlóg landsins.
  • bygnaðarligt hall vent til bygnaðarligt avlop.
  • búskaparliga langtiðarhaldførið styrkt.
  • virðini býtt javnari – eitt nú við skattalætta til lág- og miðallønt, hægri barnafrádrátti, hægri útgjald úr samhaldsfasta, skattalætta til fyritíðarpensjónistar, umframt fleiri tilfeingisgjøldum í alivinnu og uppisjóvarvinnu.
  • pensjónsnýskipan samtykt
  • fleiri og fjøltáttaðir bústaðir – eitt nú við at Bústaðir hevur fingið fíggjarligt rásarúm til 200 bústaðir afturat, og munandi skattalækking av langtíðarútleigaðum íbúðum. 50.000 kr. í árligari leiguinntøku eru nú skattafríar, og skal bert rindað 25% av leiguinntøku, ið er omanfyri hetta.
  • stuðla undir grønari Føroyum – vektgjald á akførum umlagt til umhvørvisgjald tengt at útláti, hægri avgjald á dálkandi brennievni, umframt at borgarar kunnu fáa afturborið MVG útreiðslur um tey gera íløgur í el- ella vetnisakfar, ella velja grønar hitaskipanir til bústað.
  • fíggjarlig trygd veitt fyri, at Føroyar kunnu bjóða seg fram sum vertir fyri Oyggjaleikum. Hetta kann fáa stóran týdning fyri okkara ítróttarfólk, ferðavinnu og marknaðarføring av Føroyum og føroyskum vørum og tænastum.
  • limaskap í altjóða skattafelagsskapum (Global Forum) og luttøka í skattasamstørvum (BEPS) á jøvnum føti við lond kring heimin.
  • fíggjarligt støðufesti uppraðfest – eitt nú við stovnan av Landsbanka Føroya, Føroya váðaráði og herdari bankalóggávu.
  • hagtalsøkið stykt – eitt nú við játtan til framleiðslu av nýggjum lønarhagtølum
  • Búskapargrunnur Føroya vorðin eitt virkið búskaparamboð at røkka einum meira støðugum og sjálvberandi føroyskum búskapi – eitt nú við, at partur av avlopi landsins verður árliga sett í grunnin, tilfeingisinntøkur landsins beindar í grunnin og javnaðar yvir 7 ár inn á fíggjarlógina, og realavkast grunsins rindað landinum um inntøkuminking er, men ikki um inntøkuvøkstur er.
  • føroyski búskapurin vorðin minni tengdur av ríkisstuðlinum – við at fastfrysta ríkisstuðulin soleiðis, at hesin er vorðin ein støðugt minni partur av búskapinum. Ríkisstuðulin er nú bert 3% av BTÚ.
  • varligan rakstrarvøkstur á í miðal 3% árliga – hóast stóran fólkavøkstur, lutfalsliga fleiri eldri, og munandi framgongd í samfelagnum sum heild.

 

Landsstýrið ynskir at halda áfram á somu kós, við at bjálva føroyska búskapin og at brynja føroyska samfelagið til framtíðina. Hesi høvuðsmál verða tí raðfest í Fíggjarmálaráðnum komandi árið.

Fíggjarlóg
Tá samgongan tók við landsins leiðslu á heysti 2015, hevði landið havt stór hall síðan 2008. Málið var, beinanvegin at venda halli til avlop. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði tí, vegna samgonguna, fram eina fíggjarlóg fyri 2016 við avlopi. Endaliga rakstrarúrslitið fyri 2016 gjørdist avlop á 158 mió. kr., og nú landsroknskapurin fyri 2017 er gjørdur, vísir hesin, at úrslitið í 2017 gjørdist eitt avlop á 563 mió. kr. Fíggjarlógin og játtanir fyri verandi ár vísa eitt avlop á 330 mió.kr., men endaliga úrslitið fyri árið kann sjálvandi víkja frá hesum um so er, at inntøkur landsins gerast størri ella minni enn væntað.

Fíggjarlógin fyri 2019 skal leggjast fyri Løgtingið áðrenn 1. oktober 2018, og verður henda smíðað sambært játtanarkørmunum fyri 2019, ið vórðu samtyktir á Løgtingi í vár. Málið er eitt úrslit á 400 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2019, ið skal grundast á varligan og skynsaman fíggjarpolitikk. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 verður lagt fyri Løgtingið í september 2018.

Játtanarkarmar

Játtanarkarmarnir leggja yvirskipaðu fíggjarpolitisku karmarnar fyri landið og politisku kós samgongunnar komandi fimm árini. Innan hesar játtanarkarmarnar, ið fevna um umleið 5 mia. kr. á útreiðslusíðuni og tað sama á inntøkusíðuni, verður politikkur samgongunnar framdur. Fíggjarlógir landsins skulu í høvuðsheitum fremjast innan fyri samtyktu játtanarkarmarnar.

Samtyktu játtanarkarmarnir fyri 2019-2023 hava vaksandi avlop úr 400 mió. kr. upp í 556 mió. kr. komandi árini. Hetta tí, at landsstýrið og samgongan meta tað er alneyðugt við munandi avlopum í góðum tíðum, til tess at rinda aftur skuld og at bjálva føroyska búskapin til verri tíðir. Soleiðis kunnu vit fáa ein meira sjálvberandi og sjálvbjargnan búskap.
Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2020-2024 verður lagt fyri Løgtingið í mars 2019.

 

Játtanarskipanin styrkjast

Løgtingslóg um landsins játtanarskipan hevur nú 9 ár á baki. Arbeitt hevur verið við at endurskoða lógina, og verður dagførd lóg løgd fyri Løgtingið í tingsetuni. Ætlanin er eitt nú at tillaga ásetingar um játtanarkarmarnar og sum heild styrkja játtanarlógina fyri at betra búskaparstýringina í Føroyum.

 

Búskapargrunnur Føroya – eitt virkið búskaparamboð

Búskapargrunnur Føroya er nú vorið eitt virkið amboð til tess at røkka einum meira støðugum, sterkum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núverandi og komandi ættarliðum.
Í 2016 varð, fyri fyrstu ferð nakrantíð, peningur settur í Búskapargrunn Føroya. Talan var um 23 mió. kr. frá søluni av seinasta partinum av LÍV til fakfeløgini. Hartil varð lógarbroyting samtykt, ið ásetir, at partur av avlopi landskassans framyvir verður settur í Búskapargrunnin. Ítøkiliga er talan um, at 20% av avlopi landskassans upp til 200 mió. kr., og 50% av avlopi landskassans omanfyri 200 mió. kr. verða sett í Búskapargrunn Føroya. Íroknað árið 2018 væntast umleið 450 mió. kr. at verða í Búskapargrunni Føroya.

Í vár varð útgjalds- og inngjaldsparturin tillagaðir, soleiðis at Búskapargrunnurin í enn størri mun røkkur endamáli sínum. Tilfeingisinntøkur landsins verða nú beindar í Búskapargrunnin, og vil vøkstur í hesum verða javnaður yvir 7 ár inn á fíggjarlógina. Eisini vil grunnurin bert rinda realavkast inn á fíggjarlógina um inntøkuminking er hjá landinum, meðan onki verður rindað úr grunninum um inntøkuvøkstur er hjá landinum.

Í hesi tingsetuni verða dagføringar av lógini um Búskapargrunni Føroya, soleiðis at hesin í enn størri mun kann røkka endamáli sínum.

 

Talgildur samleiki og talgildar tænastur til allar føroyingar

Verklagslógin um Talgildu Føroyar er samtykt og arbeitt verður við verkætlanini. Endamálið er at gevaføroyingumtalgildar loysnir, sum kunnu lætta um gerandisdagin, gera vælferðarsamfelagið betri og at styrkja kappingarførið hjá vinnu og landi.

Seinasti parturin av menningini av talgilda samleikanum fer fram í hesi tingsetuni. Hvør einstakur føroyingur fer at fáa egnan talgildan samleika, og fer hesin samleikin eitt nú at kunna koma í staðin fyri fleiri “log-in” skipanirnar, ið føroyingar nýta í dag til gagns fyri bæði borgarar og vinnu.

Sambært ætlan verður nýggi Tænastuportalurin hjá Talgildu Føroyum millum fyrstu tænasturnar, ið føroyingar fara at kunna nýta nýggja talgilda samleikan til.  Tænastuportalurin fer at geva borgarum atgongd til allar almennar tænastur, millum annað hjá Taks, Akstovuni og Almannaverkinum. Føroysku

bankarnir koma eisini at brúka talgilda samleikan til sínar talgildu tænastur, eitt nú sum atgongd til netbankan.

Ein nýggj virkisskrá og talgilding av galdandi grunddátaskráum eru eisini partar av Talgildu Føroyum, eins og settur er í verk ein talgildur “motorvegur”, sokallaða Heldin, sum fer at gera alt dátasamskiftið millum stovnar, fyritøkur og borgarar tryggari og lættari at menna framyvir.

Sum liður í verkætlanini Talgildu Føroyar, verður lóggáva løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Talan er um lóg um talgildan samleika og lóg um nýggja eindarskrá (virkisskrá).

 

Varskógvaraskipan fyri starvsfólk hjá landinum

Tað almenna røkir týðandi tænastur vegna fólk og land. Í mongum førum er talan um tænastur, ið hava beinleiðis við vælferðina hjá einstøkum borgarum at gera. Tíðin er komin til, at vit gera eins nógv fyri at skapa trygd um tænastur til borgaran, sum gjørt verður fyri at skapa trygd um fíggjargeiran. Fyri at styrkja fíggjargeiran og fíggjarliga støðufestið er sett í verk lógarkrav um, at starvsfólk, ið virka innan fíggjargeiran, skulu kunna boða frá um møguligt óreglusemi til heilar tvær varskógvaraskipanir: Eina innanhýsis og eina hjá fíggjareftirlitinum.

Eftir Ólavsøku verður lóg um varskógvaraskipan fyri starvsfólk hjá landinum løgd fyri Løgtingið. Endamálið er at styrkja rættartrygdina og vælferðarsamfelagið í Føroyum.

 

Fjøltáttaðan bústaðarmarknað

Eitt fjøltáttað útboð av bústøðum, serliga íbúðir fyri rímiligan kostnað, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum eru týðandi tættir í at skapa trivnað, fólkavøkstur og at lækka kostnaðarstøðið.
Bústaðir væntast at taka í nýtslu samanlagt umleið 100 nýggjar leigubústaðir í 2018 og 2019, og aðrar 100 í 2020. Við hesum koma Bústaðir at hava um 450 leigubústaðir, harav minst 5. hvør íbúð er latin Almannaverkinum.  Hartil hevur Bústaðir eisini aðrar byggiætlanir. Tó loysir hetta bert avmarkaðan part av bústaðaravbjóðingini. Vegna fólkavøkstur og broytingar í búsetingarmynstrinum, verður mett, at tørvur er á umleið 2.000 nýggjum íbúðum kring alt landið. Tað almenna skal ikki loysa hesa avbjóðing einsamalt. Tað er og verður neyðugt, at tað privata og aðrir partar eisini fremja átøk at loysa bústaðaravbjóðingina.

Pensjónsnýskipan í verki

Pensjónsnýskipanin varð samtykt á Løgtingi í vár. Fyrstu partarnir av hesi komu í gildi í ár, og koma næstu partarnir í gildi í 2019 og í 2020. Í tann mun, at nakrar lógir skulu tillagast í kjalavørðinum av pensjónsnýskipanini, verður hetta gjørt í hesi tingsetu. Hetta verður sjálvandi gjørt í samráð við teir partar, ið hava gjørt semju tvørturum samgongu og andstøðu um pensjónsnýskipanina.

 

Eldraøkið eftirmetast

Ábyrgdin av eldraøkinum varð flutt frá landi til kommunur 1. januar 2015. Samstundis fluttu samsvarandi útreiðslur og inntøkur frá landi til kommunur, samsvarandi ávísum leisti. Landsstýrið hevur avgjørt at eftirmeta lóggávu, fíggingarleist og bygnað í sambandi við, at eldraøkið varð flutt til kommunurnar. Í tann mun, at landið og kommunurnar eru samdar um ávísar tillagingar, ið kunnu verða til fyrimuns fyri bæði land og kommunur, verða lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið í tingsetuni.

 

Landsbanki Føroya styrktar heimildir

Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð eru stovnsett og skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Føroyar eru seinastu áratíggjuni raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum. Hesar hava kostað samfelagnum, vinnuni og Føroya fólki nógv, bæði tá ið um ræður fíggjarlig virði, trivnað, sjálvbjargni og fólkatal. Við lógarbroyting í bankalóggávuni í hesi tingsetu fara Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð, eisini í bankalóggávuni, at fáa víðkaðar heimildir til atgongd til upplýsingar frá føroysku bankunum. Talan er um upplýsingar, ið eru neyðugar fyri støðugt at halda eyga við yvirskipaðu fíggjarligu váðunum í Føroyum, og at ávara um møgulig tekin um váða. Eisini verða nakrar dagføringar í lógini um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð lagdar fyri Løgtingið hesa tingsetuna.

 

Realurin betri lógarkarmar

Dagføringar í lógini um Føroya Realkreditstovn (Realurin) verður løgd fyri Løgtingið í tingsetuni. Endamálið er, at lógarásetingarnar gerast betri og meira tíðarhóskandi eitt nú í mun til eftirlit, bygnað og eigarapolitikk landsins.

 

Bankalóggávan dagførd

Lóggávan fyri føroysku bankarnar verður dagførd í tingsetuni soleiðis, at føroyskir bankar leypandi er fevndir av somu lóggávu sum peningarstovnar í Europa.

 

Tryggja at virðisskapan í Føroyum kemur føroyingum til góðar

Til tess at styrkja eftirlitið við, at virðisøking í Føroyum kemur føroyska samfelagnum til góðar, verður eftirlitið við transfer-pricing og tunn-kapitalisering hert í lóggávuni. Eisini verður nýggj lóg um veiðigjald løgd fyri Løgtingið í tingsetuni, sum partur av fiskivinnunýskipanini, og skulu dagføringar eisini til í skattalógini samsvarandi hesum.

 

Virkið altjóða skattasamstarv

Týðandi stig eru tikin fyri í størri mun at luttaka í altjóða skattasamstarvi. Føroyar hava fingið limaskap í Global Forum og verða í 2018 og 2019 eftirmett, eins og onnur limalond.   Landsstýrið hevur eisini fráboðað, at Føroyar skulu fylgja krøvunum í sokallaða BEPS-skattasamstarvinum. Í tingsetuni verða møguligar dagføringar í skattalógum lagdar fyri Løgtingið í tann mun, at hetta verður mett neyðugt fyri at Føroyar til fulnar fylgja BEPS krøvunum.  Føroyar skulu gera sítt til, at samstarva um skattaupplýsingar tvørturum landamørk, fyri soleiðis at fyribyrgja, at skattaskjól gerast veruleiki kring heimin.

 

Linkingarháttur í norðurlendsku dupultskattaavtaluni broytast frá eksemption til kreditt

Á vetri 2015 fráboðaði landsstýrið norðurlondum, at ynskt varð, at broyta linkingarhátt í sambandi við norðurlendsku skattaavtaluna soleiðis, at farið verður frá ekseptións- til kredittlinking. Endamálið við at skifta linkingarhátt í norðurlendsku dupultskattaavtaluni er at skapa meira eins skatting í Føroyum fyri persónar, ið hava bústað í Føroyum, men arbeiða  í øðrum norðurlandi.

Broytingin er samsvarandi ynskjum Løgtingsins. Síðan tá hevur verður arbeitt við málinum, har øll norðurlond, hvør í sínum lagi, hava skula góðkent hetta í parlamentum teirra. Nú hava øll londini góðkent broytingarynski Føroya, og protokollin hesum viðvíkjandi kann væntandi undirskrivast seinni í summar. Samsvarandi hesum verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið eftir Ólavsøku.

 

Kapitalvinningsskattalógin endurnýggjast

Kapitalvinningsskattalógin verður dagførd í hesi tingsetuni. Kapitalvinningsskattalógin er í longri tíð endurskoðað. Endurskoðanin hevur til endamáls at tryggja, at hol ikki er í lógini, at greina løgfrøðilig ivamál og koma við uppskotum, ið gera lógina lættari at umsita. Eisini verður hugt eftir, í hvønn mun lógin er búskapar- og vinnupolitiskt skilagóð.

 

Aðrar dagføringar av lóggávu

Umframt omanfyrinevnda verða ymsar dagføringar av lóggávu eisini lagdar fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Eitt nú er ætlanin at tryggja tollvaldinum heimild til at fáa atgongd til ferðafólkalistar fyri at styrkja eftirlitið við smugling av rúsevnum, og at herða ásetingarnar fyri leigubilar til tess at tryggja, at greiðari skilmark er millum akfør, ið verða seld og akfør, ið eru til leigu. Eisini verður toll- og vøruskráin dagførd, so sum vanligt er á hvørjum ári.

 

Fíggjarmálaráðið, Juli 2018

 

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad